leygardagur 26. juni 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2004
31
8
Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004
Hálføroyski poppsangarin
Gunnar Mikkelsen, sum vann
kappingina Stjørna í eitt kvøld í
fjør, hevur gjørt um seg í danska
tónleikalívinum seinastu
vikurnar.
Eftir at fyrsta fløgan hjá hon-
um kom út fyri einum mánaði
síðani, hevur ein av sangunum
verið nógv spældur í donskum
útvarpi.
Sangurin kallast Haunted
Honeymoon, og hann hevur
staðið seg væl á Tjeklistanum,
sum er ein hitlisti hjá Danmarks
Radio. Sangurin var í síðstu viku
nummar 1, men hesa vikun
hevur hann ligið á næstovasta
plássinum.
Tjeklistin verður avdúkaður
hvønn leygardag, og í dag fæst
so at vita, hvørja leið sangurin
nú fer at taka.
Gunnar Mikkelsen kemur í
august mánaði til Føroya at
syngja aftur. Tað fer hann at gera
á nýggja tónleikafestivalinum,
sum verður hildin í Klaksvík
miðskeiðis í august mánaði.
Tá skal Gunnar Mikkelsen
framføra saman við nøvnum sum
Ken Hensley, Hans Inge
Fagervik, Frændur og Hanus G.
Johansen.
Onkur hevur nevnt teir nýggju
vónina innan føroyskan rock,
onnur hava kallað teir arving-
arnar eftir kanska besta føroyska
rockbólkin Krit, meðan onnur
bara hava hildið teir verið kær-
komið nýtt soð í føroysku
rokksúpanini.
Hvussu er og ikki, er í øllum
førum greitt, at tú kanst gera tína
egnu meting, tá bólkurin Róp
trínir pallin á G! Festivalinum
16. og 17. juli í ár.
RÓP spælur harðan atmosfer-
iskan rock - hørð riff og ja...,
róp, blandað við vøkur, mangan
sorgblíð hugaløg, melodiir og
sang. Hóast bólkurin er rættiliga
nýggjur, hoyrast røturnar aftur til
eitt nú Krit í villu, frumkendu
rytmudeildini hjá Christian og
Chris, meðan annar fjølbroyttur
íblástur kemur gjøgnum sangaran
úr Scatgoh og guitarleikararnar
úr Marigold og Stinkfist.
Bólkurin er harvið eisini ein
áhugaverd samanrenning av
stílum, økjum og tónleikaum-
hvørvum í landinum. Hóast
ymsastaðni frá, hava teir hildið
til og vant í GRÓT-umhvørv-
inum í Eysturoy.
Limirnir í RÓP eru: Heri
Trondesen sang; Rókur Heinesen
guitar; Simun Skorastein guitar;
Christian Djurhuus trummur;
Chris Shields bass.
Róp komið í á G!
Í summar ferð fremsti kristiligi
rokkbólkurin í Føroyum, I AM, á
konsertferð í Finnlandi og
Danmark. Byrjunarskotið til
konsertferðina verður latið av á
G! Festivalinum leygardagin 17.
juli.
I Am spæla harðan melodiøsan
rokktónleik og hava við ser-
merktu røddini hjá Birgiri I.
Sirgurðssyni og framúr góða
guitarleikinum frá Arna
Zachariassen vunnið sær ein
stóran skara av fjepparum.
Umframt hópin av konsertum í
Føroyum, hava I AM fleiri ferðir
verið á konsertferð kring
Norðanlond, eins og teir fara
aftur í summar.
Síðan stovnan hevur I AM
verið fremsti kristilligi rokk-
bólkurin í landinum. Fleiri ferðir
hava teir verið nummar 1 á 15
teimum bestu, teir vunnu Gospel
Prix 2003, eins og teir vunnu sær
sæti í Prix Føroyar finaluni í
2001.
I AM hava givið tvær fløgur
út. "CAST" í 1999, sum seldi
1500 eintøk og
"xthree.one.four", sum kom út í
fjør, og sum higartil hevur selt
útvið 1800 eintøk! Við
"xthree.one.four" megnaðu I
AM, bæði frá ummælarum og á
mannamunni at fáa heiðurin fyri
ársins bestu rokkfløgu 2003. At I
AM bert heilt stutta tíð, eftir at
fløgan kom út, seldu útvið 1000
eintøk, má eisini takast sum
váttan um júst hetta. Royal
Music hava givið
"xthree.one.four" út í Danmark
og fløgan hevur fingið fleiri góð
ummælir ymsastaðni kring
knøttin.
Manningin í I AM telur
sangaran Birgir I. Sigurðsson,
Eyðbjørn Jacobsen á bass, Heðin
A. Olsen tangentar, Hans Ova
Johansen trummur og Arna
Zachariassen guitar.
I AM byrjar konsertferð í Gøtu
Gunnar næstovast og til Klaksvíkar
UTTAN ÚR HEIMI
NATO til Irak
Higartil hevur NATO ikki viljað lagt seg út í tað, sum
hendir í Irak, men nú er líkt til, at verjusamgongan er
sinnað at ganga einari áheitan frá teimum iraksku
myndugleikunum á møti.
Irakar hava biðið NATO um hjálp, og sambært aðal-
skrivaranum í verjusamgonguni, Jaap de Hoop
Scheffer, fer NATO helst at svara, at samgongan er til
reiðar at hjálpa irakum við at venja irakskar hermenn.
Sum skilst er NATO til reiðar at venja hermenninar í
sjálvum Irak ella onkra aðrastaðni. USA hevur fyrr
biðið NATO senda hermenn til Irak, men tann harða
franska og týska mótstøðan ímóti krígnum ger, at tað
ber ikki til at fáa semju um tað. Eitt nú hevur Týsk-
land boðið sær til at venja irakskar hermenn, men ikki
í sjálvum Irak.
Mánadagin og týsdagin hittast leiðararnir í NATO-
londunum í Istanbul, og tá fara teir ætlandi at umrøða
áheitanina fyri iraksku myndugleikunum um hjálp.
Stevna Niðurlondum
Fólk, sum sluppu livandi frá hópmorðinum í bosniska
býnum Screbrenica í 1995, fara nú at leggja sak ímóti
Niðurlondum.
Orsøkin er, at niðurlendskir ST-hermenn høvdu
ábyrgdina av trygdini í Screbrenica, tá serbiski
herurin rak ímillum 7.000 og 8.000 menn og dreingir
úr býnum og beindi fyri teimum. Fyri tveimum árum
síðani kom ein niðurlendsk kanning til ta niðurstøðu,
at teir niðurlendsku ST-hermenninir vóru alt ov
fámentir, til at teir kundu verja fólkið í Screbrenica.
Tí var niðurstøðan, at tað vóru ikki hermenninir, men
tann politiska og tann hernaðarliga leiðslan, sum
hevði ábyrgdina av tí, sum hendi.
Ein sakførari hjá teimum, sum sluppu livandi frá
hópmorðinum, hevur fyrr sagt, at ætlanin er at leggja
sak ímóti Niðurlondum og ST, og at tey eftirlivandi
fara at krevja einar 500 milliónir dollarar í endur-
gjaldi fyri tað, sum hendi í Screbrenica í juli í 1995.
Týskland má selja
Fyri at fáa avmarka hallið á fíggjarlógini næsta ár
ætlar týska stjórnin at selja øll tey almennu parta-
brøvini í stóru telefyritøkuni Telekom og postverk-
inum.
Stjórnin roknar við, at útreiðslurnar á fíggjarlógini
næsta ár verða 258 milliardir evrur, men fyri at fáa
roknistykkið at ganga upp, má stjórnin læna 22 milli-
ardir evrur, samstundis sum almenn partabrøv skulu
seljast fyri góðar 15 milliardir evrur. Tað er kortini
ikki nóg mikið, og tí umhugsar stjórnin at selja tað,
sum Týskland eigur til góðar hjá russiska ríkiskass-
anum. Russland skyldar Týsklandi 14 milliardir
evrur.
Tann konservativa andstøðan tekur undir við at
einskilja Telekom og postverkið, men hon heldur, at
stjórnin tekur í so rívan til. Verður alt selt nú, fær tann
næsta stjórnin einki at standa ímóti við, sigur
andstøðan.
SAS í øðini
Leiðslan í skandinaviska flogfelagnum SAS er í øðini
um, at kappingarneytin Alitalia fær stuðul úr italska
ríkiskassanum.
Innan altjóða flogferðsluna er tann vanliga hugs-
anin, at nøkur av feløgunum noyðast at gevast orsak-
að av teirri hørðu kappingini, fyri at hini kunnu halda
fram. Tí kemur tað illa við, at italska stjórnin hevur
boðað frá, at hon arbeiðir við einari ætlan, sum skal
bjarga Alitalia. Kunningarstjórin hjá SAS, Hans
Ollongren, sigur við Aftenposten, at við almennum
stuðuli sleppur italska felagið undan at laga seg eftir
marknaðinum, og tað kunnu hini feløgini ikki góð-
taka.
ES-nevndin er heldur ikki fegin um ætlanina hjá
italsku stjórnini. Nevndin hevur gjørt greitt, at hon
skal góðkenna allan tílíkan stuðul, áðrenn hann kann
latast.
Meiri olja í Norðsjónum
enn higartil hildið
Nýggjar jarðfrøði-
kanningar í danska
partinum av Norð-
sjónum vísa, at har
eru nógv meiri olja og
gass, enn serfrøðingar
higartil hava hildið.
OLJA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Ein nýggj frágreiðing hjá
danska
orkuráðnum
er
hugaligur lesnaður hjá døn-
um. Har stendur, at sam-
bært nýggjum jarðfrøði-
kanningum eigur tað at
bera til at útvinna 481
milliónir rúmmetrar av olju
í danska partinum av Norð-
sjónum. Tað er væl meiri
enn higartil hildið, tí sam-
bært teirri seinastu frá-
greiðingini hjá orkuráðnum
var nøgdin 357 milliónir
rúmmetrar, skrivar Jyll-
andsposturin.
Søgan er tann sama, tá
tað snýr seg um gassið.
Fyri einum ári síðani segði
orkuráðið, at 136 milliónir
rúmmetrar av gassi eru eftir
í Norðsjónum, men nú er
talið 288 milliónir rúm-
metrar.
Í fjør gjørdu stjórnin og
A.P. Møller eina avtalu um
olju- og gassframleiðsluna í
Norðsjónum. Tann avatalan
er grundað á tær 357 milli-
ónir rúmmetrarnar, sum
orkuráðið tá segði, og nú
vilja sosialdemokratarnir
hava at vita, hvussu avtalan
sampakkar við tær nýggju
upplýsingarnar.
Hinvegin er greitt, at
stjórnin kann ikki broyta
avtaluna við A.P. Møller, tí
sambært henni skulu olju-
feløgini hava endurgjald,
verður avtalan broytt.
Í fjør fekk danski ríkis-
kassin 9,1 milliardir krónur
í skatti og avgjøldum frá
oljuvinnuni í Norðsjónum.
Summarið er vanliga tor-
nado-tíð í USA, og tær
fyrstu hava longu gjørt um
seg.
Týsdagin herjaði ein tor-
nado býin Waupuin í stat-
inum Wisconsin. Fleiri hús
fóru illa, teirra millum tað
elsta fongslið í Wisconsin,
sum er frá 1852. Miku-
morgunin herjaði ein tor-
nado Green Lake County.
Har doyði ein maður doyði,
og fleiri hús og bilar fóru
illa.
Men tað er ikki bara í
USA, at tornadoir gera um
seg. Hendan myndin varð
tikin í Týsklandi miku-
dagin. Har herjaði ein tor-
nado býin Aken sunnan
fyri Berlin, og meiri enn
hundrað hús vórðu oyði-
løgd.
Tornado-tíð
Sveisisku myndug-
leikarnir vilja vera
við, at yvirgangs-
felagsskapurin al-
Qaeda brúkti Sveis
sum miðstøð til at
fíggja atsóknirnar.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Sveisiska ákæruvaldið fyri-
reikar trý rættarmál, sum
hava samband við felags-
skapin hjá Osama bin
Laden. Tíggju fólk eru
longu tikin í sambandi við
málini, og seks teirra sita í
varðhaldi.
Tað fyrsta málið er ímóti
einari fíggjarfyritøku, sum
eitur Nada Management.
Fyritøkan heldur til í
býnum Lugano tætt við
italska markið, og ákæru-
valdið vil vera við, at hon
hevur verið við til at fíggja
yvirgangsatsóknir.
Tað næsta málið er ímóti
einum saudiarabiskum rík-
isborgara. Hann er skuld-
settur fyri at hava flutt al-
Qaeda
nógvar
pengar
ígjøgnum ein hjálparfelags-
skap.
Tað triðja málið hevur
samband við eina atsókn í
saudiarabiska høvuðsstað-
num Riyadh í mai í fjør.
Kanningar hava víst, at teir,
sum skipaðu fyri atsóknini,
høvdu havt telefonsamband
við fleiri fólk í Sveis.
Sveis var fíggjarmiðstøð
hjá al-Qaeda
C
M
Y
K
31
30