Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 120 - 26. juni 2004 Nr. 120 - 26. juni 2004 33 Eiðis skúli Søkt verður eftir stuðulsfólki skúlaárið 2004/2005. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna. Løn samb. sáttmála millum fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Meira fæst at vita um starvið frá fyrstalæraranum á tlf. 423579 ella 229045. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. juli. Skúlastýrið v/ Anniku Egholm, 470 Eiði Maskinmaður P/F Føroya Fiskavirking søkir eftir maskinmanni til virkið í Tórshavn. P/F Føroya Fiskavirking Tórshavn framleiður serliga tosk og upsa.Vørurnar ið virkaðar verða eru á høg- um góðskustigið og fevna um m.a. catering og retail vørur eins og frystar ídnaðarvørur. Arbeiðið á Fiskavirking í Tórshavn fer fram sambært innan- eftirlitsskipan. Í 2003 virkaði virkið um 5.000 tons av rávøru, og uml. 3000 tons av góðskaðum vørum Uppgávurnar hjá maskinmanninum verða m.a.: • Røkja maskinur á virkinum • Røkja viðlíkahaldsætlan virkisins Krav er at umsøkjari hevur: • Prógv sum maskinsmiðjur Fyrimun hevur umsøkjari ið hevur: • Góðan førleika innan el-skipanir • Kunnleika til flakamaskinur • Kunnleika til teldunýtslu • Royndir frá líknandi arbeiði Vit kunna bjóða: • Eitt framkomið fakligt umhvørvi • Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi • Løn sambært avtalu Vit kunna bjóða eitt arbeiði í mennandi og spenn- andi umhvørvi við góðum umstøðum. Umsóknarfreistin er 28. juni. Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði. Ynski er at viðkomandi kann byrja sum skjótast. Um áhugi er fyri hesum starvi so kunna tygum taka samband við : UNITED SEAFOOD, P/F Føroya Fiskavirking att: Klæmint Klein Postboks 218 · FO - 110 Tórshavn, Føroyar Telefon 355555 · Telefax 312631 Pedagog til Dag- stovnin á Argjum Søkt verður eftir pedagogi til vøggustovuna, at byrja 1.august 2004 ella eftir avtalu.Arbeiðstíðirnar eru 30 tímar um vikuna. Dagstovnurin er ein sjálvsognarstovnur við eini 5 manna nevnd, har trý eru politiskt vald og tvey eru foreldravald umboð Umhvørvið rundanum Dagstovnin á Argjum • Beint við er hagin • Sandá rennur framvið, og Sandagerð er tætt við • Bussleið 2 steðgar við stovnin Stovnurin leggur dent á at bjóða • Ein pegagogik, har dentur verður lagdur á menning og avbjóðing • Virðing og trivnað,bæði hjá børnum og vaksnum • At stovnurin er opin og jaligur um framtíðina og broytingar • Forskúla og gott samstarv við skúlan Hví trívast starvsfólkið á stovninum • Tí at vit fáa fakliga mennandi avbjóðingar • Tí at vit sjálvi eru við til at seta dám á stovnin • Tí at arbeitt verður við trivnaði,dygd og menning Hvat kunnu vit bjóða tær • Eitt starv har tú kanst hava ávirkan • Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og samstundis menna teg sjálva(n) • Eitt starv har vit líta á teg, so tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • Eitt starv har dentur verður lagdur á opinleika Afturfyri krevja vit av tær • At tú hevur námsfrøðiliga útbúgving • At tú hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í dagliga arbeiðinum • At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt • At tú hevur góð samstarvsevnir • At tú ert framfýsin Setanartreytir Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðara, á telefon 219019, ella at ringja 319019 lokal 10. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 17. juli 2004 Leiðari til Sandoyar Kunningarstovu. Søkt verður eftir leiðara til Sandoyar Kunningar- stovu. Starvstíðin byrjar 1. august 2004. Arbeiðið er umleið hálv tíð á skrivstovuni,men leið- arin skal harafturat vera tøkur eisini uttanfyri skriv- stovutíð. Leiðarin er eisini skrivari hjá økisferðavinnufelagn- um. Tú skal hava góðan teldukunnleika, somuleiðis góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál bæði í talu og skrift. Av tí at nógv samband er við aðrar kunningarstov- ur, kommunur og veitarar, eru samstarvsevni sera týdningarmikil. Tey, ið vilja vita meira um starvið, kunnu venda sær til Sólvit Simonsen á Sandi, tlf. 361072. Freistin at søkja er úti 8. juli 2004. Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Sandoyar Kunningarstova 210 Sandur Havnar Arbeiðs- kvinnufelag Skrivstovan er stongd vegna summarfrítíð frá 1. juli til og við 16. juli. Nevndin C M Y K 33 32