hósdagur 18. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kunnu koma í ræðuliga støðu
– Tað er óforsvarligt, at lærarar ikki duga fyrstu
hjálp, heldur nevndin í lærarafelagnum
Áki Bertholdsen
Tað er óforsvarligt, at lærarar
ikki duga fyrstuhjálp. Tað
heldur nevndin í Lærara
felagnum.
Í
Skúlablaðnum
vísir
hann á, at sum støðan er
nú, er einki krav um, at
starvsfólk í fólkaskúlanum,
lærarar og leiðsla, skulu
duga fyrstuhjálp og tað er
óforsvarligt, heldur nevndin
í Lærarafelagnum.
– Í mínum hugaheimi
eiga øll tey, sum eru um
børn, at duga fyrstuhjálp,
sigur
Herálvur
Jacobsen,
formaður í Lærarafelagnum
við Skúlablaðið.
– Vit kunnu hugsa okkum
nógvar støður, har lærari
er einsamallur við nógvum
næmingum, eitt nú á eini
ferð í haganum ella aðra
staðni.
–
Dugir
lærarin
ikki
fyrstuhjálp, tá ið tørvur er á
tí, kemur hann í eina ræðu
liga støðu og sjálvsagt eisini
tann, sum er fyri óhappi,
sigur formaðurin í Lærara
felagnum.
Av sínum eintingum
Herálvur Jacobsen heldur,
at tað er løgið, at fyrstahjálp
ikki er eitt ófrávíkiligt krav.
– Ert tú í starvi í privatu
vinnuni, til dømis á eini
bensinstøð, er tað fyrsta tú
verður álagdur, er at fara á
skeið í eldsløkking og fyrstu
hjálp.
Herálvur Jacobsen held
ur, at sama krav átti at verðið
í fólkaskúlanum.
Kortini hava einstakir
skúlar, av sínum eintingum,
skipað fyri at lærararnir
verða sendir á skeið í
fyrstuhjálp, og kommunan
hevur so rindað fyri skeiðið.
Men Herálvur Jacobsen
heldur ikki, at tað er nóg
mikið, at onkur ger tað av
sínum eintingum.
– Tað átti at verið eitt krav
frá Mentamálaráðnum, at
lærarar hava skeið í fyrstu
hjálp, og tað átti eisini at
verið partur av ársverkinum,
at lærarar nema sær hetta
skeiðið.
Hugburðurin, at vit skulu
hava ta nýggjastu vitanina
og verða dagførd, liggur tí
verri ikki frammarlaga í
fólkaskúlanum, leggur hann
afturat.
– Vit kunnu hugsa okkum nógvar støður, har lærari
er einsamallur við nógvum næmingum, eitt nú á
eini ferð í haganum ella aðra staðni, sigur Herálvur
Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum
Eyðun Klakstein
Posta hevur stovnað felagið
Posta Logistics aps í Dan
mark. Felagið skal taka sær
av øllum flutningi
hjá Posta í Danmark mill
um Føroyar og útheimin.
Posta Logistics hevur heim
stað í Kolding, og liggur tí
sentralt í landinum viðvíkj
andi heintan og levering.
Við
nýggja
felagnum
ætlar Posta at bjóða við
skiftafólki eina enn sterkari,
effektivari og kappingar
førari veiting. Fyri viðskifta
fólk hjá Posta merkir hetta,
at tey fáa betri kunning, at
sendingar verða avgreiddar
fyrr, og tað eru færri millum
lið í handfaringini av øllum
sendingum.
– Hetta er liður í strategi
ini, støðugt at menna Posta.
Posta tekur enn nøkur lið í
virðisketuni í flutningi av
vørum millum lond. At Posta
tekur við vøruni fyrr í flutn
ingsketuni tryggjar góðsku
og kappingarføri, sigur Joel
undir Leitinum, stjóri á
Posta.
Hann heldur, at við um
boðan í Danmark er Posta í
einari serstøðu, sum gevur
Posta fyrimunir og fleksibili
tet við handfaring og lever
ing av vøru.
Posta Logistics heldur
til í Kolding, og í løtuni eru
trý fulltíðarsett starvsfólk á
Posta Logistics.
Deildarstjóri
á
Posta
Logistics í Danmark er Ole
R. Martensen. Ole kemur úr
einum starvi innan sølu á
Post Danmark har hann m.a.
hevði ábyrgd av Føroyum,
Grønlandi og Íslandi. Hann
hevur áður havt leiðandi
størv innan handil og tæn
astu í Norðurlondum.
aki@sosialurin.fo
Posta til
Danmarkar
Posta letur upp deild í
Danmark, sum skal betra um
tænastuna til føroyingar
700 børn fáa
nú jólahjálp
Áki Bertholdsen
Tey, sum standa fyri
átakinum Í menniskjum
góður tokki, eru nú farin
undir at senda jólahjálp
til barnafamiljur.
Tað vóru einar 400
familjur, sum søktu um
jólahjálp í ár, og av teim
um vórðu 360 umsóknir
játtaðar, og 40 vórðu
havnaðar.
Orsøkin til, at summar
umsóknir
ikki
vórðu
gingnar á møti, var, at
antin tí, at talan var ikki
um barnafamiljur, ella tí
at inntøkan varð mett at
vera ov høg til at koma
undir markið.
Annlis
Bjarkhamar,
stigtakari,
sigur,
at
í
teimum 360 familjunum,
sum hava fingið jólahjálp,
eru eini 700 børn.
Jólahjálpin er ikki reið
ur peningur, men gávu
kort í ávísum handlum.
Gávukortini
eru
til
handlarnar Berglon, SMS,
FK og BR.
Hetta eru handlar, sum
eru víða um í landinum og
har tað ber til at fáa mat,
klæði og leikur, sum er
tað, ið størstur tørvur er á
um jólini.
– Handlarnir hava ver
ið ógvuliga beinasamir at
lata avsláttur til Í menn
iskjum góður tokki og
tilsamans táttar virðið
á gávurkortunum, sum
verða latin, í eina millión.
Nógv úr
Norðoyggjum
Hvussu stór gávukortini
til hvørja familju eru,
veldst um, hvussu nógv
børnini eru, og, hvussu
familjan annars er fyri.
Men familjurnar við
teimum smærru børn
unum fingu eisini eina
fløgu við Trøllapæturi við
í gávukortinum.
Tað eru fløgur, Steintór
Rasmussen
í
Klaksvík
hevur latið.
Hann hevur verið íðin
at stuðla tiltakinum og
fyri tað, handaði Í menn
iskjum góður tokki, hon
um ein glaseingil frá
Mikkalinuglasu.
Tað hevur átakið gjørt
í nøkur ár fyri at takka
onkrum, sum hevur gjørt
eitt serligt arbeiði fyri
jólahjálpina.
Tað vísir seg, at eftir
fólkatalinum, hevur átak
ið fingið serliga nógvar
umsóknir frá fólki í Norð
oyggjum, men tey Í menn
iskjum góður tokki hava
onga hóming av, hvussu
tað ber til.
Nógvir umsøkjarar eru
eisini stakir uppihaldarar
og frá familjum, har uppi
haldarin ikki eru á ar
beiðsmarknaðinum, eitt
nú lesandi, fólk á forsorg,
ella fólk, sum hava sjúku
at dragast við.
aki@sosialurin.fo
Reyði Krossur
hjálpir í Føroyum
Fyri at stuðla og menna
sosiala og psyko-sosiala
arbeiði í Føroyum, fáa fýra
føroyskir felagsskapir og
stovnar nú samanlagt
40.000 krónur frá Reyða
Krossi Føroya.
Í ár hevur Reyði Kross
ur Føroya eisini latið
300.000 krónur til at
hjálpa arabiskum flótta
fólkum og 100.000 til stríð
ið ímóti ebola-farsóttini,
og tær 40.000 krónur til
arbeiði í Føroyum koma
frá landsinnsavningini.
Fountainhúsið,
Kris,
Kvinnuhúsið og Berin fáa
10.000 krónur hvør frá
Reyða Krossi Føroya til
sítt arbeiði.
aki@sosialurin.fo
Ole R. Martensen skal leiða donsku deildina hjá Posta