Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo 3 samskiparar og 1 vaskifólk til Fjølsmiðjuna Á timburbreytini verður bygt, smíðað og umvælt. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur yrkisliga útbúgving at arbeiða við timbri, hamara og tummastokki. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú dugir væl við fólki. At tú dugir at finna uppá, læra frá tær og er góð/ur í ráðum. Les meira um starvið á als.fo. Fjølsmiðjan er eitt umhvørvi hjá ALS, har arbeiðstøk koma at vera saman við øðrum – at vera virkin saman við øðrum og hava møguleika at menna sínar førleikar – bæði teir sosialu, teir menniskjaligu og teir fakligu førleikarnar. Tey, ið koma í Fjølsmiðjuna, fáa eitt tættari samband við ALS, og tí kunnu starvsfólkini hjá ALS betri stuðla fólki at finna júst teirra dreymastarv og at koma skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin. Í Fjølsmiðjuni ber til at velja seg inn á eina av teimun fýra breytunum: Timburbreytin, Køks- og tænastubreytin, Miðla- og sølu - breytin og Kreativa breytin. Starvið sum samskipari til Kreativu breytina er sett, vit sóknast eftir samskiparum til hinar tríggjar breytinar. Harumframt skal tað sjálvandi vera reint og nossligt í Fjølsmiðjuni, tí hava vit tørv á einum røskum og fyrikomandi reingerðarfólki. Hóast nógva tøkni og hópin av maskinum av ymsum sløgum, so er tað fyrst og fremst 37° flógv menniskju, sum eru í miðdeplinum, og sum virksemið í Fjølsmiðjuni snarar um. Tí er sera umráðandi, at øll starvsfólkini í Fjølsmiðjuni brenna fyri og duga at fáast við fólk. At tey umframt at vera yrkisliga væl fyri eisini hava flógvar lógvar, eru tolin og duga at fara við fólki. Duga og geva sær stundir at lurta. Megna at geva íblástur, læra frá sær og vegleiða, tá tørvur er á tí. Kreativa breytin er eitt skapandi umhvørvi, sum er við til at tryggja hugnan í Fjølsmiðjuni og sum skapar rúm og anda og sum stimbrar menning og nýhugsan. Marita er samskipari á kreativu breytini, og tí leita vit ikki eftir samskipara til ta breytina. Starvið er sett. Samskiparin á miðla- og sølu breyt- ini má hava gott innlit í miðling og hava nøs fyri sølu. Tú ert von/vanur at brúka teldu og er trygg/ur at royna ymsa nýggja tøkni. Tú dugir eisini væl við fólki og at læra frá tær. Les meira um starvið á als.fo. Fremsta uppgávan hjá køksbreytini er at vera tænastueind hjá fólk un- um í Fjølsmiðjuni. Tað er týdningarmikið, at tú er fakliga dugnalig/ur, dugir væl við fólki, dugir at læra frá tær og megnar at halda høvdið kalt og grýtirnar í kók. Les meira um starvið á als.fo. Vaskifólkið vaskar í Fjølsmiðjuni. Starvið er eitt fulltíðarstarv og er í vanligari arbeiðstíð. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at gera reint og at keypa inn til reingerð. Dugir tú at læra fólk at vaska, er tað eisini ein fyrimunur. Les meira um starvið á als.fo. Samskipari til timburbreytina Samskipari til kreativu breytina Samskipari til miðla- og sølubreytina Samskipari til køks- og tænastubreytina Vaskifólk til Fjølsmiðjuna ER SETT Umsóknarfreistin til størvini er fríggjadagin 9. januar 2015 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til birita@als.fo. Hevur tú spurningar kanst tú ringja til 299 537 ella senda teldupost til sam@als.fo Byrjað verður í starvinum skjótast gjørligt. www.sansir.fo