hósdagur 18. desember 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Orsøkin til misálitisuppskot
ið vóru fíggjartrupulleikar
nir hjá Strandferðsluni í fjør.
Tá ið tað nærkaðist ársenda
2013 kom fram, at Strand
ferðslan ikki fekk pengarnar
at røkka til.
Politiskt stríð tók seg upp,
tí andstøðan og onnur hildu,
at hetta var so álvarsligt,
at landsstýrismaðurin átti
at havt tikið um endan á
málinum og greitt Løgting
inum frá støðuni.
Landsstýrismaðurin
sjálvur hevur sagt ferð eftir
ferð, at tær upplýsingar, sum
hann fekk frá Strandferðsl
uni, ikki vóru álítandi. Hann
bað ferð eftir ferð Strand
ferðsluna koma við eftirfar
andi tølum, men sambært
honum komu tey ongantíð.
Endin var, at fyrst stjórin
og
síðani
fíggjarleiðarin
á Strandferðsluni fóru úr
teirra størvum. Ein grann
skoðarakanning varð gjørd,
men hóast tað, so endaði
málið
í
landsstýrismála
nevndini.
Vann í tinginum
Landsstýrismálanevndin
gjørdi eina niðurstøðu, sum
eisini heitt orðaskifti stóðst
av. Nevndin býtti seg í ein
meirluta og ein minniluta,
men semja var um, at málið
ikki var rætt handfarið.
Ósemjan var um, hvørt
landsstýrismaðurin
breyt
lógina um ábyrgd landsstýr
ismanna ella ei.
Tá ið niðurstøðan kom til
tingfólk, avgjørdi andstøð
an at leggja eitt uppskot um
misálit á Johan Dahl, lands
stýrismann. Uppskotið fall.
Andstøðan atkvøddi fyri,
og tað gjørdi formaðurin í
tingbólki Fólkafloksins, Ják
up Mikkelsen, eisini. Tveir
limir í Fólkaflokkinum, Rod
mund Nielsen og Brandur
Sandoy, atkvøddu ikki.
Úrslitið var, at 14 at
kvøddu fyri misálitinum,
meðan 17 vóru ímóti, og tvær
vóru blankar.
Misálitini
Tríggjar ferðir hevur and
støðan lagt uppskot fram um
misálit á løgmann og lands
stýrisfólk, og øll trý uppskot
ini eru fallin.
Fyrst var tað misálit á
løgmann, síðani landsstýr
ismannin við fíggjarmálum,
Jørgen Niclassen, og nú sein
ast á landsstýrismannin við
vinnumálum, Jóhan Dahl.
Álit ella misálit
Millum
tingfólk
verður
mangan tosað um, at verður
eitt uppskot um misálit felt,
so er tað tað sama, sum at
tingið gevur landsstýrisfólk
inum álit.
Hinvegin halda onnur
– og tað er helst tey flestu
– at sjálvt um eitt misálitis
uppskot fellur, so hevur tað
kortini stóran týdning.
Talan er tá sum oftast
um so álvarslig brot, at tað
er seinasta amboðið hjá
andstøðuni. Ella sum onkur
teirra sigur:
– Á tann hátt gera vit
vart við, at nú er málið farið
so langt av sporinum, at vit
noyðast at gera vart við okk
ara ónøgd á hendan hátt.
Valár
Val verður í seinasta lagi 29.
oktober næsta ár. Áðrenn tað
hendir, so hevur leiðslan fyri
teimum trimum flokkunum
í samgonguni boðað frá, at
ein nýskipan verður gjørd
av fiskivinnuni.
Hetta kann sjálvandi fáa
ávirkan á politikkin og tí
ber heldur ikki til at síggja
burtur frá, at eitt val kann
koma longu í vár.
Løgtingið
hevur
síðani
ólavsøkudag havt 65 van
lig tingmál á borðinum,
umframt 28 skrivligar fyri
spurningar
og
40
grein
52-spurningar.
Harumframt er ein hópur
av munnligum fyrispurning
um viðgjørdir.
Tilsamans er 52 munnligir
fyrispurningar svaraðir.
Ójavnt
er,
hvør
setir
munnligar
fyrispurnignar.
Av teimum 55 spurningunum
eigur Tjóðveldi 35, meðan
Javnaðarflokkurin
eigur
átta, Framsókn eigur tveir
og Sjálvstýrisflokkurin eigur
tveir munnligar fyrispurn
ingar síðani ólavsøku.
Samgongan hevur eis
ini havt nakrar munnligar
fyrispurnignar. Sambands
flokkurin hevur spurt fýra
ferðir og Miðflokkurin eina
ferð.
Munnligir fyrispurning
arnir fáa ikki serliga langa
viðgerð í tinginum, men
tingfólk hava møguleika at
spyrja
landsstýrisfólkini
um ávís mál, so landsstýr
isfólkini kunnu svara skjótt
og stutt, men ikki altíð fara
djúpt inn í málini. Til tess
skulu spurningarnir vera
skrivligir ella grein 52-spurn
ingar.
Einaferð um mánaðin ber
eisini til at seta landsstýr
isfólkunum
ófráboðaðar
fyrispurningar.
Tá
skulu
landsstýrisfólkini
svara,
men tey kunnu eisini heita á
spyrjaran um at seta spurn
ingin skrivliga.
Endamálið við spurning
unum er at upplýsa mál fyri
Løgtinginum, men ofta seta
tingfólk spurningar fram, so
ljós verður varpað á ávís mál
og harvið verður trýst lagt á,
so málini verða loyst.
Hendan tingsetan byrjaði
ólavsøkudag, og longu tá
vistu tingfólk, at val skal
verða í seinasta lagi 29. okt
ober næsta ár.
Hóast tað, so hevur ting
setan verið serliga friðarlig.
– Løgtingið hevur ikki
havt serliga nógv at gera
síðani á ólavsøku, sigur
Jógvan á Lakjuni, tingfor
maður.
– 65 mál hava fingið
viðgerð, men havast skal í
huga, at summi hanga sam
an í størri pakkum, sum so
eru viðgjørd undir einum.
Tí virkar tað ikki, sum ein
av teimum tingsetum, har
mest hevur verið at gera,
sigur formaðurin.
65 tingmál eru fá, men
tingið hevur sjálvandi við
gjørt onnur mál.
– Fiskivinnan er eitt
mál, sum altíð upptekur
tingfólk, men í hesi tingset
uni hevur fiskivinnan ikki
merkt tingarbeiðið nakað
serligt. Tað er meira flokkar
og einstøk tingfólk, sum
uttanfyri
tinggátt
hava
viðgjørt nýskipanina av
fiskivinnuni, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Løgtingsformaðurin
sigur, at tá ið tingið kemur
samanaftur í januar, roknar
hann við, at tað fer at vera
meira at gera. Andstøðan
fer helst at koma við nógv
um
uppskotum,
meðan
samgongan fer at royna
at fáa tað frá hondini, sum
hon hevur sett sær fyri.
– Nú nærkast valið við
fullari ferð, og tá vita vit, at
ferð eisini kemur á í tingin
um, sigur Jógvan á Lakjuni.
Løgtingið fór í jólafrí
mikukvøldið, eftir at fíggj
arlógin fyri 2015 var enda
liga samtykt.
Tingið kemur samanaft
ur eftir hálvan januar 2015.
Misálitisuppskotið frá andstøðuni á landsstýrismannin við vinnumálum, Jóhan
Dahl, Sambandsflokkurin, fylti nógv í politiska umhvørvinum í heyst.
Ein stórur partur av arbeiðnum í tingsalinum
er at svara spurningum og luttaka í
kjakinum í sambandi við svarini
Jóhan slapp
undan misáliti
Spurningar fylla
nógv í tingarbeiðnum
Sera friðarlig
tingseta
úr tinginum
Úrslitið var, at 14 atkvøddu fyri misálitinum, meðan 17 vóru ímóti, og tvær vóru blankar