hósdagur 18. desember 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20 5
20 5
Kom og legg av!
Ein fimtingur av føroyingum roykja
Fólkaheilsuráðið hevur í nøkur ár biðið Gallup spurt
umleið 500 tilvildarligar valdar føroyingar, um teir
roykja dagliga. Úrslitini vísa, at umleið ein fimtingur av
vaksnum føroyingum roykja hvønn dag.
Børnini roykja nærum eins illa og foreldrini
Okkara børn roykja tíverri nærum líka illa sum
foreldrini. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur
gjørt kanningar í mong ár - og tær vísa, at út við ein
fimtingur av teimum 15 ára gomlu í Føroyum siga seg
roykja dagliga.
Ver ein góð fyrimynd
Vit vita ikki, hví so nógvir av okkara tannáringum eru
farnir at roykja, men fyrimyndir hava heilt víst týdning -
teirra millum eisini vit foreldur.
Fá stuðul, tá tú leggur av
Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi
hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta
fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir
fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú
meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært
javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at
halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur
uttanlands við góðum úrslitum.
Ókeypis átak
Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekst-
inum „gevst“ til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir
teir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis og
tú kanst melda teg til alt árið.
Les meira á www.fólkaheilsa.fo
Melda til 5 dagar áðrenn tú ætlar
at gevast við at roykja
Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til
at stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.