hósdagur 18. desember 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Í hesum døgum verður ein
yvirvaksin bonkur bygdur til
Barnabata. Arbeiðið verður
gjørt á Tekniska skúla í
Havn.
Bonkur skal setast upp
við Perluna í Havn, og har
skal bonkurin verða eitt
metafor fyri barnasjónar
miðið.
- Bonkurin skal við stutt
leika og forvitni lýsa kjarnu
na í grein 3 og 12 í ST barna
rættindasáttmálanum.
Hesar greinar snúgva seg
millum annað um barnasjón
armið.
Barnasjónarmiðið
snýr seg um, at tey vaksnu,
ið taka avgerðir, ið hava við
børn at gera, skulu gera tað
við støði í barnsins tørvi.
Hetta merkir, at tey vaks
nu altíð skulu hugsa um,
hvat er gott fyri barnið og
hvussu teirra avgerðir koma
at ávirka barnið, sigur Barna
bati.
- Barnasjónarmiðið frá
bonkinum skal vera við til, at
øll vaksin, og øll tey ið hava
ávirkan á umstøðurnar hjá
børnum, geva sær far um,
hvat ið børn sjálvi hugsa og
kenna um ávís viðurskifti, og
sostatt hava betri møguleika
at virka við støði í hesum.
Kunngjørt verður, tá ið
bonkurin verður settur upp.
Áki Bertholdsen
Stýrið fyri Kringvarpið
staðfestir nú, at í ár
verður avlopið hjá Kring
varpinum seks milliónir
krónur.
Rúni Heinesen, for
maður í stýrinum fyri
Kringvarpið, sigur, at inn
tøkurnar av lýsingum eru
lækkaðar.
Hinvegin eru inntøkur
nar av kringvarpsgjaldi
hækkaðar, men serliga
eru tað inntøkurnar av
spølum, sum eru nógv
hækkaðar í ár.
Gekkurin
man
eiga
sín stóra lut í hesum, tí
eitt langt skifti var vinn
ingurin
væl
omanfyri
milliónina.
Stýrið fyri Kringvarpið
hevur samtykt, at helvtin
av avlopinum skal brúk
ast til at standa ímóti
víkjandi inntøkum næstu
árini.
Av
hinari
helvtini
skulu 60 prosent brúkast
til sendingar og í hesum
sambandi verður serliga
hugsað um sendingar til
børn og ung.
Restin skal brúkast til
átrokandi íløgur í tøkni og
KT-skipanir , so at Kring
varpið kann fylgja tøkni
ligu
menningini,
sigur
Rúni Heinesen.
Áki Bertholdsen
Tað verða ongar broyt
ingar í ALS skipanini á
hesum sinni.
Tað kann staðfestast
eftir tingfundin fyrradag
in, sum var tann seinasti í
hesum árinum.
Tann 4 november legði
Johan Dahl, landsstýris
maður
í
vinnumálum,
uppskot fyri løgtingið
um umfatandi broytingar
í ALS.
Í
hesum
sambandi
er
ætlanin
at
broyta
skipanina við bíðidøgum,
karensdagøgu, inngjaldið
o.s.fr.
Serligan ans vakti tað
eisini, at ætlanin er eisini
at avtaka skipanina við
farloyvi, har tað skal bera
til hjá starvsfólki at fara
í faaarloyvi í starvinum
fyri at lata ein arbeiðs
leysan røkja tað í eina tíð.
Málið var til umrøðu í
løgtinginum hálvan nov
ember og tá reistu løg
tingslimir fleiri spurning
ar.
Eitt,
løgtingsmenn
staðfestu, var, at tey vildu
ikki bara vera eitt blátt
stempul hjá AlS skipanina
og bara samtykkja alt,
stýrið fyri skipanina kom
við.
Fleiri tinglimir halda,
at tingið eigur sjálvt at
hava ein virknari leiklut
og gera av, hvussu skipan
in skal vera.
Men á løgtingsfundi
num í gjár boðaði Johan
Dahl frá, at hann tekur
uppskotið aftur.
Samstundis var tað
ongi annar í løgtinginum,
sum boðaði frá at tey tóku
málið uppaftur og tískil er
tað fallið burtur aftur.
Danjal av Rana
Enn eitt lið av dugnaligum
klædnastylistum vóru til
próvtøku í vikuskiftinum.
Talan er um sjey kreativar
og ágrýtnar kvinnur í aldri
num 22 til 63 ár, sum nú í
fýra mánaðir hava flutt seg
inn í annan heim at kannað
kropskap, litir, tilfar og til
skering í arbeiðinum at læra
at finna tað besta fram í ein
støku kvinnuni.
Tær hava flutt seg frá
tí kenda til tað eksperi
menterandi,
bjóða
sær
sjálvari og modellunum av
í eini støðugari menning
av, hvat ber til. Bikini til
Guðrun & Guðrun kjólar,
litir til tær svartklæddu
kvinnurnar, mynsturkrasj
og klassisk-boheme styl
ingar
við
myndatøku
í
heimastudio ella on loca
tion, Garderobucheck og
Personal Shopping er bert
nakað av tí, tær hava arbeitt
seg ígjøgnum.
Bæði verkliga og skrivliga
eru tær væl grundaðar og
bjóða støðugt sær sjálvari
av í arbeiðinum at finna
nýggjar loysnir at menna
bæði seg sjálva og modell
ina. Ein fantastisk uppliving
at fylgja við í arbeiðinum og
menningini, sigur Katrina í
Geil, sum er lærari.
Næsta útbúgvingin er
ætlað at byrja í februar.
Kringvarpið
skoraði kassan
upp á Gekkin
Kringvarpið hevur seks
milliónir í avlopi í ár
Ongar broyt
ingar í ALS á
hesum sinni
Nýggir stylistar
fingið útbúgving
Sjey kreativar kvinnur
hava tikið stylistútbúgving
Handarbeiðslærarin og bloggarin Elin Lindenskov, Hervør Dam Samuelsen, Harda Emma
Skoradal, designari og stylistur Katrina í Geil, Barbara Jónsdóttir, Gunnleyg Durhuus,
Ria Bøgesvang og Sigrun Johannesen, sum hevur handilin Insito á Toftum
Byggja bonk til Barnabata
Ein yvirvaksin bonkur skal um høgtíðina minna fólk á barnasjónarmiðið
TÍÐINDI