Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tryggingarfelagið Føroyar søkir eftir starvsfólki til hagtøl og greining – talan er um fast fulltíðarstarv. Hevur tú áhuga og royndir við umsiting av ”big data” og dámar tær at granska og greina dátur, so er tað tær, vit leita eftir! Í tínum dagliga arbeiði kemur tú at sameina tín áhuga innan tøl og KT við at greina og tulka dátur. Tú kemur at vera við til at menna okkara ”data-warehouse”, ið TF-starvsfólk hava forritað frá grundini av. Harumframt kemur tú m.a. at gera ad-hoc analysur og menna Business Intelligence úrrit. Vit leggja dent á, at tú ert framsøkin og kanst taka ábyrgd av at skapa bæði tína egna framtíð, eins og framtíðina hjá felagnum. Vit kunnu bjóða tær: Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnu- virðum, har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað. Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálv- støðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning. Førleikakrøv: Vit vænta, at tú hevur holla vitan innan menning av dátugrunnunum MS-SQL og Oracle PL/SQL. Harumframt er tað ynskiligt, at tú hevur royndir innan BI-amboð, so sum Excel, Tableau, SSRS ella líkandi. Kunnleiki til TIA-skipanina er eisini ein fyrimunur. Mest týðandi er tó, at tú ert søkjandi, greinandi og hevur áhuga innan hesi øki. Lønar-og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelag teirra, ið starvast innan tryggingar-, fíggjar-, KT. o.l. fyritøkum og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Regin Mittún Petersen, deildar stjóra, á rp@trygging.fo ella telefon 28 57 04. Umsóknarfreistin er 9. januar 2015 kl. 12:00 Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum kann sendast umvegis heimasíðuna www.trygging.fo, umvegis teldupost til starvsfolkadeild@trygging.fo ella við posti til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Talknúsari søkist! STARVSLÝSING Sosialurin Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 380,- um ársfjórðingin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: teldupost: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64