Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góða mamma. Nú 18 des. er longu eitt ár, síðan tú andaðist. Tað er undarligt og tómligt at koma suður til Vágs á Toftaveg ella á Eldrasambýlið, har tú búði tíni seinastu ár, og tú ikki ert har meira. Tú hevði eitt gott og langt lív, og tað er ein uggi at vita, at tú nú hevur fingið frið og ert sloppin heim til Harran, sum tú í seinastuni ynskti tær. Tú komst suður til Vágs úr Vágunum saman við nógvum øðrum fiskagentum. Tað lá ikki í kortunum, at tú skuldi vera verandi, men so møtti tú pabba. Á føðingardegi hans­ ara 18. Jan. 1948 giftust tit og fingu okkum báðar, fyrst Jacob í 1949 og síðan Jørgen í 1951. Tú og pabba fingu nógv góð ár saman, og pabba doyði bert 6 mðr áðrenn tit kundu halda gullbrúdleyp. Ommubørnini elskaðu at koma suður at vitja teg og pabba. Har vóru tey for­ kelað við morgunmati uppá songina, te við sukur í, tú hitaði teimum dýnu og hosur á radiatorinum, áðrenn tey fóru til songar o.s.fr. Eisini vóru tit ofta í Havn og passaðu ommubørnini, um vit høvdu tørv á tí. At tit vóru so nógv um tey, viðførdi eitt tætt forhold tykkara millum, til gleði fyri báðar partar. Eisini var tær unt at fáa sjey langommubørn. Tú elskaði at fáa vitjan av teimum – og langommubørnini vistu, at tú altíð hevði bomm í skuffuni, sum tú bjóðaði teimum. Tú vart ein kend bygdar­ mynd í Vági, har tú var virkin í Meinigheitshúsinum í sam­ bandi við møtir og Dags­ glæmuna. Tú var ein gud­rø­k­ in kvinna, altíð klár at hjálpa, tá á stóð, vitjaði eldri fólk, einkjur og onnur, sum vóru einsamøll. Flestir vágbingar munnu eisini minnast tann flotta havan, sum tú trúliga røkti, heilt til tú flutti á Eldrasambýlið í 2008, 91 ára gomul. Tú var fegin um at vera komin har, hóast tú í fyrstani saknaði heim títt. Starvs­fólkini vóru hjálpsom og góð við teg og tóku sær væl av tær, og har var tú, til tú andaðist, glað fyri lívið men nú troytt av døgum. At enda vilja vit takka øll­ um teimum, sum vóru um mammu hennara seinastu tíð og hjálptu til í sambandi við jarðarferðini og ervið. Við hesum vilja vit lýsa frið yvir mammu. Jacob og Jørgen við familju Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verfaðir og abbi Steingrím Ranghamar f. 12.10.31 d. 28.07.14 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Martn Restorff Jacobsen, prest, sangarar, gravarar, kirkjutænarar og tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Sambýlið Gøtubrá. Serstøk tøkk til starvsfólkini á Gøtubrá fyri tíðina, hann var har. Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Familjunnar vegna Haldóra og Selma Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri Henry Alexander Hansen doyði og varð jarðaður. Familjunar vegna Emily Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Astrid Gerðalíð Klaksvík andaðist á Norðoya Røktarheimi leygarkvøldið 13. desember, 95 ára gomul. Farið verður úr kapellinum fríggjakvøldið klokkan18. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin klokkan 13. Familjunnar vegna Jens Christian, Øssur, Henny og Lena Minnisgáva kann latast til ommubørnini, ið virka sum trúboðarar. Konta í Norðoya Sparikassa. Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri beiggi og systirsonur Petur Mikkelsen andaðist og varð jarðaður. Ein hjartans tøkk til Berg Debes Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð úti á kapellinum. Takk til Havstein Klein, prest, fyri sera vøkur orð í kirkjuni. Takk til tykkum, sum hjálptu til jarðarferðina og ervið. Takk til øll, sum komu inn á gólvið, og takk fyri køkur o.a. Takk fyri peningagávur til JAVNA. Ein serstøk tøkk til tykkum øll á Sambýlinum við Grønlandsvegin fyri tykkara stóra kærleika og umsorgan øll hesi mongu árini, Petur búði hjá tykkum. Tað kann ikki virðismetast nokk. Takk til tykkum, sum fylgdu Petur til hansara seinasta hvíldarstað. Poul, Johannes og Hansina við familju Minningarorð um Atlantu Petersen, Vágur f. 19. sept. 1916, d. 18. des. 2013 Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, okkara góði pápi, verpápi og abbi Petur Jensen f. 11-07-1938 d. 18-08-2014 andaðist og varð jarðaður. Takk øll tit, sum hava hjálpt okkum, vitjað, ringt og sent okkum heilsanir. Takk fyri vakran sang í kapellinum og í kirkjuni. Takk fyri blómur og kransar. Hjartans takk til øll, sum vóru í kapellinum, sum tóku ímóti okkum á keiini og í kirkjuni. Og sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tykkum øllum, familju, vinum og kenningum okkara senda vit bestu ynskir um eini gleðilig jól eitt av Harranum signað nýggjár. Óluva Jákup Eli og Marjun við familju