hósdagur 18. desember 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føðingar
1. desember fekk Ida hendan fitta lítla beiggjan.
Hann vigaði 2650g og var 48 cm langur Foreldrini
eita Elin Kathrina og Jens Sofus Thomsen, Argir.
28. november fekk Rún hendan fitta beiggjan. Hann var
56 cm langur og vigaði 4250 gr. Stoltu foreldur teirra eru
Joan Waag Høgnesen og Bárður Viberg Dam, Argir.
28. novembur fekk Tinna eina lítlasystir.
Hon vigaði 4100 gram og var 54 cm long.
Foreldrini eru Jóna og Tróndur Dalsgarð.
Tøkk
Hin 15. apríl 2014 varð eg konfirmeraður
í Havnar kirkju.
Eg vil saman við foreldrum mínum takka
tykkum øllum hjartaliga, sum gjørdu mær
dagin ógloymandi saman við familju, vinum
og kenningum.
Eg og foreldrini vilja somuleiðis ynskja
tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Við heilsan
Hans Pauli
20. novembur fingu Heidi og Aila eina lítla systir. Hon
var 55 cm long og vigaði 4690 gr. Foreldrini eru Anna
Elisabeth, Miðvágur og Benjámin Lydersen, Skálavík.
27. november fingu Sonja Thomassen og Ingi Heinesen
Højsted, eina dóttir á Ríkissjúkrahúsinum. Hon var 54 cm
long og vigaði 3882 gr. Diddan eitur Ása Ingadóttir Højsted.
1. desember fekk Ida hendan fitta lítla beiggjan, sum eitur
Jósef. Hann vigaði 2650 gr og var 48 cm langur. Foreldrini
eita Elin Kathrina Og Jens Sofus Thomsen, Argir
Tøkk
Takk til tykkum øll, sum komu at heilsa
uppá meg á mínum 90 ára føðingardegi
tann 5. desembur og gjørdu mær dagin so
hugnaligan. Takk fyri gávur, blómur og
heilsanir og ikki minnst takk til tykkum
starvsfólkini á Suðuroyar Ellis- &
Røktarheimið.
Gleðilig jól og Harrans signing í nýggja
árinum.
Heilsan
Jessy Midjord