Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. desember 2014 · Nr. 145 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Helgi Abrahamsen ”Verður pensjónsætlanin hjá sitandi samgongu veruleiki, so er vælferðarsamfelagið gott á veg at fara í søguna,” skriv­ar Frank Davidsen, fyrr­ ver­andi løgtingsmaður fyri Javn­að­ar­flokkin, í einum les­ara­brævi nú um dagarnar. Tað er týðiligt, at endamálið við lesarabrævinum er at fáa fólk at halda, at tað er sit­ andi samgonga, sum hevur upp­funn­ið skipanina, har fólk skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Men hetta er ein villeiðandi pástandur. Javnaðarflokkurin leiddi arbeiðið Eg var sjálvur partur av ein­ um pensjónsbólki í seinasta val­skeiði, sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, for­ manni Javnaðarfloksins, ar­beiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fak­ feløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt, at ein partur av lønunum skal fara til eftirlønir. Umleið 70 pro­ sent av øllum løntakarum í Før­oy­um høvdu eina tílíka upp­sparing longu áðrenn henda samgongan tók við. Pensjónsnýskipanin sum arbeitt varð við í farna val­ skeiði kom so langt, at hon varð løgd fyri løgtingið. Tá var Jóannes Eidesgaard far­ in úr landsstýrinum og tí var tað eftirmaður hansara, Aksel V. Johannesen, sum sjálv­ur ann­ar legði pen­ sjóns­ný­skipanina fyri tingið. Hetta var í mars 2011. Í viðmerkingunum til uppskotið um pen­sjóns­ ný­skip­an skrivaði Aksel V. Jo­hanne­sen millum annað so­leiðis: • Øll, sum eru knýtt til arb­eiðs­markn­að­in skulu gjalda 15 % til eina bundna • eftirlønarsamansparing • Samansparingin er persónlig • Bundna eft­ir­løn­ar­sam­ an­spar­ing­in ger tað møgu­ligt at minka um út­reiðsl­ur­nar til fólka­ pen­sjón • Í framtíðini verður mót­ rokn­að í allari fólka­ pensjónini. • Uppskotið til pen­sjóns­ ný­skip­an, sum við hesum verður lagt fyri Løg­ting­ið, fer at minka um vøkst­urin í eldra­út­ reiðsl­un­um við umleið 50%. Vøksturin verður fram­vegis stórur og neyð­ugt verður at gera fleiri tiltøk í komandi ár­um. Eisini varð boðað frá í við­ merk­ing­un­um, at fylgi­bólk­ ur­in fór seinni at arbeiða víð­ari við spurninginum um pen­sjónsaldurin. Javnaðarflokkurin eigur eis­ini pensjónirnar hjá lands­stýr­is­fólkum Eitt annað evni, sum Frank Dav­id­sen kemur inná í sín­ um lesarabrævi, eru pen­ sjóns­við­urskiftini hjá løg­ manni og lands­stýr­is­fólk­um. Hann skrivar: ”Hinvegin kunnu høv­ uðs­arki­tektarnir aftanfyri pen­sjóns­ránið og tvungnu upp­spar­ing­ina, Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin, næsta heyst seta seg afturá við eini feitari pensjón uppá kr. 30.000,00 um mánaðin, so leingi sum teimum er lív lag­ að. Hetta uttan at teir hava goldið eitt tað einasta pro­ sent til pensjón.” Men eisini hetta upp­ skot­ið er komið frá Javn­ að­ar­flokk­inum. Tann 2. febru­ar 2006 legði Jóannes Eid­es­gaard, løgmaður, upp­ skot fyri tingið um sam­sýn­ ing og eftirløn hjá lands­stýr­ is­fólkum, og tað er eftir hesi lógini, løgmaður og fíggj­ar­ mála­ráð­harr­in fáa sína løn og seinni eft­ir­løn. Eg haldi at tað er í fínasta lagið, at Frank Dav­id­sen skriv­ar krit­isk les­ara­brøv, vend ímóti sam­gong­uni, men eg vil tó mæla til, at hann kannar málið áðrenn hann skrivar, tí so sleppur hann kanska undan at raka síni egnu. orð fyri, hvussu ótrúliga dugna­lig tey vóru. Hugsaði við mær sjálv­ um hvussu eina­stand­andi heppin okk­ara skúla­ung­ dóm­ur er, at vaksa upp sum ein nát­ur­lig­ur partur av hesi sið­venju, at kunna lut­taka í yms­um akti­vi­tet­ um, uttan at foreldur ella av­varð­andi skulu gjalda nógv­an pening fyri tað. So­ statt kunna vit verða samd um, at vit hava kanska ein av heimsins best­u, um ikki tí bestu mus­ik­skúla­skip­an­ ina­, har sam­halds­festi og soli­dari­tetur er lykla­orð­ið. Í fleiri lond­um eru tað fíggj­ ar­ligu viðurskiftini hjá for­ eldr­um og avvarðandi, sum eru avgerandi fyri, um teirra børn fáa henda gylta møgu­ leik­an. Viðmerking til lesarabræv hjá Frank Davidsen Aftursvar til Helga Abrahamsen Kastar við gróti, men rakar síni egnu Frank Davidsen Hevði ikki væntað, at sjálv­ ur sjefideologur Sam­bands­ floks­ins soleiðis sprakk upp úr stólinum, tí eg gav hans­ ara samgongu heiðurin fyri nýggju pensjónslógini, ið skal koma í gildið eftir árs­ lok. Sjálvsagt var undirritaði greið­ur yvir, at fyrrverandi for­mað­ur Javnaðarfloksins í samgongu við Sam­bands­ flokk­in og Fólkaflokkin legði upp­skot fyri tingið um eina líkn­andi pensjónsskipan, sum tí­bet­ur ong­an­tíð gjørd­ ist veru­leiki, tí upp­skot­ið fall burt­ur. Eisini legði fiski­ mála­ráð­harri Sam­bands­ floks­ins í somu samgongu upp­skot fyri Løg­ting­ið, og um tað upp­skot­ið ikki varð broytt í evstu løtu, so hevði tað givið tá­ver­andi eig­ar­um av fiski­flot­an­um og teirra eft­ir­kom­ar­um einkarrætt til fiski­rætt­ind­ini í allar ævir. Líka so væl sum táverandi fiski­mála­ráð­harri gjørdi eitt mistak, so gjørdi fyrr­verandi for­mað­ur Javnaðar­floks­ins eis­ini álvarslig mistøk. Ímill­ um ann­að í nevnda máli, sum beinleiðis gekk ímóti pol­it­isku grundsjónarmiðum floks­ins, har samhaldsfesti hevði verið berandi súlan und­ir tí stóra framburði bæði fíggjarliga og sosialt sein­astu hálvu øldina. Avleiðingarnar av hesi avgerð eins og privati­ser­ ing­ar av táverandi Før­oya Banka og partvís priva­ti­ser­ ing­in av At­lan­tic Airways vóru ein so álv­ars­lig høgra­ snar­ing, at Javn­að­ar­flokk­ ur­in aftaná hetta í eini velj­ara­kanning fór niður á 14 prosent. Tað vil siga, at flokk­urin hevði mist útvið helvtina av sínum kjarnu­ velj­ar­um. Sum Helgi Abramsen er vit­andi um, so er Javn­að­ar­ flokk­urin  komin víðari við nýggjum formanni. Og við honum sum  leiðara verð­ur ikki fokuserað uppá for­tíð­ ina, men í staðin verður hugt fram­eft­ir. Og tað er helst or­ søk­in til, at Helgi Abra­ham­ sen er úti á øllum portalum og face­book og viðger eitt les­ara­bræv frá undirritaða. Við Aksel V. Jo­hanne­sen hevur Javn­að­ar­flokk­ur­in   fing­ið sín politiska iden­ti­tet aft­ur. At hann tók av til­boð­ num frá flokkinum um at ger­ast formaður, tá flokk­ur­ in hevði mist und­ir­tøk­una frá nærum helvt­ini av velj­ ara­fjøldini, tað er tek­in um ein djarvan politik­ara.   Og hóast tað er so stutt síð­ani, hann kom upp í poli­tikk, so tyk­ist veljarin at hava fingið tokka til for­mann Javn­að­ar­ floks­ins sam­bært sein­astu velj­ara­kann­ing­un­um. Ein orsøk er kanska, at hann ikki er bangin fyri at gera upp við eina gamla pol­ it­iska siðvenju, har teir ym­ isku politikararnir siga eitt til veljaran áðrenn løg­tings­ val­ið, men brúka so at­kvøð­ ur­nar til nakað heilt annað eft­ir valið. Tí hevur Aksel V. Jo­hanne­sen tvey ár áðrenn løg­tings­val­ið alment boðað frá, at eitt samstarv við Fólka­flokk­in, sum er vorðin meira og meira høgravendur, ikki kann gerast veruleiki við honum sum formanni. Or­søk­in er heilt einfalt hon, at báðir flokkarnir liggja so langt frá hvørjum øðrum pol­it­iskt, at tað gevur onga mein­ing. Men vil veljarin hava eitt am­er­ik­ani­serað samfelag, har gjógvin millum rík og fá­tæk er so ógvuslig, at tað støðugt meira minnir um støðuna, sum hon var har í 17. og 18. øld, so er bara at velja ein sterkan Fólka­ flokk á ting aftur. Tá var tað ein ovurhonds ríkur yv­ir­klassi, sum gjørdi sær dælt av næstan ókeypis arb­eiðs­megi – trælum – úr Afr­ika. Sambært fíggjar- og økonomifrøðingum so er støðan í dag neyvt tann sama. Tímalønin ið Amerika í dag er á leið 40 krónur. Sam­stundis er Amerika tað lov­aða land­ið hjá teim­um høgra­vendu, ið stjórna okk­ ara sam­fe­lag í dag. Er tað veruliga eitt sovorðið sam­ fe­lag, ið føroyski veljarin ynsk­ir sær? Argumentið hjá ser­liga Fólkaflokkinum er, at skatt­ur­in skal niður ájavnt tí hjá idealsamfelagnum hjá flokkinum, nevniliga USA. Men hvat er eftir hjá Am­er­ ik­anska skatta­borg­ar­an­um, tá 30-35 prosent eru tikin av teimun 40 krónunum? Ein­ar 25-30 krónur hevur skatta­borgarin eftir til húsa­lán, tryggingar, fastar út­reiðsl­ur og alt annað. Sam­stund­is gjalda tey, sum eiga all­an fíggjargeiran, milli­on­er­ar og milliarderar, 15 prosent í skatti. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so gjalda mest sum allar tær ovurríku fyritøkurnar í Am­erika 0 krónur í skatti, tí peningurin verður kan­ al­i­ser­aður til skattaskjól í skattaparadísum í lond­um sum Sveits, Lux­en­burg og øðrum. Her fyri hevði fyrr­ ver­andi fólka­floks­um­boðið Óli Breckmann ein heitan kapi­tal­ist­isk­an dreym um, at Føroyar skuldu ger­ast eitt norð­ur­lendskt skatta­ par­dís (les skatta­skjól). Før­ oy­ar skuldu nevni­liga liva av at umsita pen­ing­in hjá millióningum og milli­ard­er­ um, sum samstundis skuldu snýta teirra egna samfelag fyri skattin.   Jú sanniliga, hetta eru hugsjónirnar hjá tí føroyska Fólkaflokkinum. Meginpartin av seinastu øld komu øll Norðurlond und­ir javnaðarleiðslu bæði fíggj­ar­liga og sosialt fram í odd­in á teimum sonevndu fram­komnu londunum. Tey eru framvegis á odda, og mong eru tey, ið misunna okk­um okkara samhaldsfesti og stýrislag. Samhaldsfastar pen­sjóns­skip­an­ir eru ein týð­andi partur av grund­ar­ lag­num undir einum væl­ ferð­ar­sam­fe­lag. Hetta haldi eg vera meira vert at halda fast um og eina betri íløgu í framtíðina enn høgra­venda ynskið um at breiðka gjónna millum rík og fátæk og harvið taka stig aft­ur í farnar øldir. PS. Í gjárskvøldi vóru konan og eg av dóttur okkara boðin, at vera við til Luciakonsert í Norð­urlandahúsinum, har ein abba- og ommudóttur okk­ara tók lut. Tað var ein sonn fragd at lurta eftir skúla­næm­ing­un­um, eins og  ein hevur ilt við at finna orð fyri, hvussu ótrúliga dugna­lig tey vóru. Hugsaði við mær sjálvum hvussu eina­stand­andi heppin okk­ ara skúlaungdómur er, at vaksa upp sum ein nát­ur­lig­ ur partur av hesi sið­venju, at kunna luttaka í yms­um akti­ vi­tetum, uttan at foreldur ella avvarðandi skulu gjalda nógv­an pening fyri tað. So­ statt kunna vit verða samd um, at vit hava kanska ein av heimsins best­u, um ikki tí bestu mus­ik­skúla­skip­an­ ina­, har sam­halds­festi og solidaritetur er lykla­orð­ið. Í fleiri londum eru tað fíggj­ arligu viðurskiftini hjá for­ eldr­um og avvarðandi, sum eru avgerandi fyri, um teirra børn fáa henda gylta møgu­ leik­an.