Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 4 VIKUSKIFTI Samrøða Annika Kunoy Im annikak@sosialurin.fo Oluffa Joensen hevur á hvørjum ári í 56 ár hildið jól saman við mammu síni. Tey jólini eru siðbundin og hugnalig – júst sum flestu okkara kenna tey. Men Oluffa og maður hennara Martin hava í fleiri ár tosað um at fara niður til Danmarkar til dóttur teirra Maritu at halda jól. Dótturin hevur tó ikki viljað, tí hon hevur sjálv ynskt at verið heima í Føroyum á jólum. Í ár varð annarleiðis, og tí fara tey bæði av landinum á jólum fyri allar fyrstu ferð. Tó taka tey ikki gamlan sið og mentan við sær niður – ikki soleiðis sum ein vanliga skilur tað. Ístaðin finna tey kjarnuna í jólaboðskapinum í ár, og veita teimum minstu í samfelagnum eini gleðilig jól. Hesi sum fá vilja kennast við – misnýtararnir og narkomanarnir. Trýstið er ov stórt Oluffa Joensen, sum dagliga starvast sum skrivari hjá Javnaðarflokkinum, sig­ur, at henni dámar stak væl jóla­høg­ tíð­ina, men er vorðin móð av jóla­gávu­ trýst­in­um, sum liggur á okkum øllum. Hetta við at fólk sum ikki hava ráð til at keypa hesar dýru jólagávurnar verða kedd og enntá strongd av trýstinum, sam­fe­lag­ið leggur á okkum øll. – Eg haldi hetta er púra hol í høvd­ ið, sigur hon. Hon greiðir frá, at hon altíð hevur sæð upp til tey fólkini, sum eru við í hjálp­ar­felagsskapum kring landið. Nú eru børnini hjá Oluffu og Martin vaksin, og parið hevur tí stórri frælsi til at gera tað tey hava hug til. Tí kom avgerðin at halda jólini í ár í Keypmannahavn nátt­úr­liga. Tá avgerðin varð tikin at fara til dóttr­ina á jólum, spurdi Oluffa hana um onkur hjálparfelagsskaður var í granna­lag­num, sum manglaði nakrar hjálp­andi hendur á jólum. Marita sig­ur við hana, at heimið Mændenes Hjem, har sum sjeikur hennara Pauli Høj­gaard starvast, ofta manglar fólk jóla­aftan. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn avgjørt varð, at har skuldu tey øll vera á jólum. Jólaaftan skulu tey møta klokk­ an 15 at gera klárt til dagin og kvøldið. Her verður stákast sum vanligt við at dekka borð og skera mat niður. Heimið hjá narkomanunum Mændenes Hjem er eitt fleirtáttað til­ Jólaaftan saman við narkomanum Oluffa og Magnus Joensen taka ikki gamlan sið við sær niður til Danmarkar á jólum. Í staðin fara tey at gera sjálvboðið arbeiði millum narkomanar í harðasta umhvørvinum í Keypmannahavn. Grundin fyri at Oluffa ynskir hetta, er tí hon kennir tey ringu jólini við alkoholi frá fyrr av. – Eg hataði jólini fyrr, og hetta liggur okkum nær, sigur hon