hósdagur 18. desember 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014
5
VIKUSKIFTI
boð fyri heimleysar og sosialt útsettar
menn á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.
Mændenes Hjem varð sett á stovn fyri
105 árum síðani, og av fyrstani tíð var
heimið opið fyri alkoholikarum og
sprittarum. Seinastu 30 árini er heimið
alsamt vaksið við nógvum ymiskum
tilboðum. Felags fyri øll, sum koma
á Mændenes Hjem, er, at tey eru mis
brúkarar av onkrum slag, tað verði seg
hassj, alkohol ella harðari evni, greiðir
Pauli frá.
Á Mændenes Hjem verður ikki stíla
ímóti at fáa mennirnar turrlagdar, av
rúsaðar ella at flyta í egnan bústað,
men heldur at gera tilveru teirra minni
strongda, enn hon hevði verið úti á
gøtuni. Eisini eru tilboð til gamlar
og slitnar misnýtarar, sum ferð
eftir ferð hava verið í viðgerð, men
hvørja ferð eru endaðir aftur í djúpari
misnýtslu. Her fylgir ofta ein sálarlig
sjúkraavgerð við, sum paranoid
skisofreni ella líknandi.
– Hesir missnýtararnir skulu sleppa
at liva teirra seinastu ár so frægt sum
til ber. Vit gera døgurða til teir, vaska
og hjálpa teimum at passa heilvág sín.
Tað kann samanlíknast við ein røkting
arstovn, ella "hospice", har fólk koma at
doyggja, sigur Pauli.
Sproyta seg í húsunum
Jólaaftans kvøld á Mændenes Hjem
verður eitt jólatiltak. Tey fara at pynta
jólatræ, fáa góðan døgurða við dunnu,
fleskasteik og øllum tí sum har hoyrir
til, og eisini verða pakkar býttir út.
Uppgávan hjá Oluffu, Martin og Maritu
jólaaftan á Mændenes Hjem verður at
dekka borðið, borðreiða, taka av borð
inum og vaska upp. Hetta er fyri tað
mesta praktiskar og fyrifallandi upp
gávur. Tey fáa eisini høvi til at eta sam
an ið teimum heimleysu og uppliva jóla
stemningin í húsinum.
Ímeðan tey trý arbeiða við praktisk
um jólafyrireikingum verður Pauli
sjálvur til arbeiðis. Tá hann er til
arbeiðis í Mændenes Hjem, veitir
hann tænastu til teir heimleysu
rúsevnismisnýtararnar. Fólk geva nógv
til felagsskapin, og tey hava klæðir,
sproytur, nálir og hítir á goymslu til
mennirnar har. Annars arbeiðir hann í
rúminum sum kallast "stofindtagelses
rummet", har fólk koma at taka rúsevni
undir góðum umstøðum. Pláss er til
misnýtarar sum roykja og sproyta.
Her er gott ljós og útsúgving, og eisini
er rúmið reint, nossligt og sterilt, sigur
Pauli.
– Her sita sjúkrarøktafrøðingar og
pedagogar og eygleida narkomanarnir,
meðan teir sproyta seg, og vit eru klár
til at hjálpa, um tey fáa ov nógv ella
blíva illa fyri. Deyðstíttleikin millum
rúsevnismissnýtarar í Keypmannahavn
er minkaður við meir enn 50 prosentum,
síðani hesi rúmini opnaðu, so ein kann
staðfesta at hetta roynist væl, sigur
hann
Oluffa Joensen sigur at hetta er tað
harðasta umhvørvi í Keypmannahavn,
og hon verður eitt sindur órólig, tá
hon hugsar um hetta, men gleðir seg
alíkavæl at fara avstað. Martin, maður
hennara, er turrlagdur alkoholikari og
hevur verið tað í 22 ár. Hann er einaferð
um mánaðin á Velbastað á fund við aðr
ar alkoholikarar.
– Ein grund til at eg ynski hetta, er
tí eg kenni tey ringu jólini við alkoholi
frá fyrr av. Eg hataði jólini fyrr, og hetta
liggur okkum nær, sigur hon.
Pauli Højgaard heldur, at arbeiðið,
sum Oluffa og Magnus fara til á Mæn
denes Hjem, er av alstórum týdningi.
– Jólini snúgva seg um, at vit eru
góð við næsta okkara og taka okkum av
teimum, sum hava fyri neyðini. Hetta
er kjarnin í jólaboðskapinum. Hend
an tíðin er vanliga tann ringasta hjá
heimleysum og sosialt útsettum fólki,
heldur Pauli.
– Tey hata snøgt sagt jólini, tí tey
minnast aftur á tíðina, tá alt var so gott
og hugnaligt, og tey høvdu fólk rund
anum seg, sum vóru góð við tey. Men
nú hava tey einki netverk, onga familju
og eru øgiliga einsamøll. Tí er tað eyka
týdningarmikið at gera hetta fyri tey,
so tey eisini kunnu hava tað hugnaligt
og merkja, at onkur er góður við tey,
sigur Pauli.
Góðar upplivingar
Síðani Magnus varð turrlagdur fyri 22
árum síðani, hevur familjan havt góðar
upplivingar saman um jólini. Tó leggur
Oluffa dent á, at jólini í Føroyum eru
vorðin ov kostnaðarmikil, og við tí
verður rætti jólaandin burtur. Tað er ov
dýrt hjá flest familjum at keypa bæði
fartelefonir og teldlar til børnini. Hon
sigur til endans, at tá er hetta møguliga
ein betri máti at halda jól uppá.
– Tað er ein torfør støða. Serliga
um ein hevur børn, tí vit kunnu ikki
melda okkum úr samfelagnum, sum
fylgir hesum rákinum. Vit mugu hvør
í sínum lagi finna útav, hvussu vit skipa
okkum, men vit kunnu øll gera okkurt
sum gevur eitt sindur av meining við
at bjóða okkum fram at hjálpa øðrum,
sigur Oluffa Joensen.
myndir: Annika Kunoy Im
Oluffa og Martin fara at halda jól saman við narkomanum í harðasta umhvørvinum í Keypmannahavn