Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 6 VIKUSKIFTI Tónleikur G!Festivalur G! Festivalurin hevur kunngjørt fyrstu bólkarnar til festivalin, ið verður hildin í juli mánaði. – Fyrstu nøvnini vit kunngera til G! 2015 eru einki minni enn heimsstjørnur í hvør síni grein. Vit leggja hart út og geva tykkum svensku At The Gates, føroysk-íslendsku Kiasmos og okkara egna Teitur, sigur G! Festivalurin. – G! hevur sett æru í at bjóða tað besta innan allar tónleikagreinar, og í ár verður einki undantak. At The Gates Málmsbólkurin At The Gates úr Gøteborg er slóðbrótari innan ser­ svenska melodeath stílin og hevur, síðan fyrstu útgávurnar í 90-árunum, verið taldur millum týdningarmiklastu málms­bólkar í heiminum. Meistara­ verkið ‘Slaugther Of The Soul’ frá 1995 stendur sum ein varði í tung­málms­ søguni og roknast sum ein tann mest umráðandi útgávan innan modernaðan málmstónleik. Bólkurin gavst at spæla árið eftir – limirnir fóru hvør til sítt, meðan bólkurin var í hæddini. Teir tríggir, Anders Bjørler, Jonas Bjørler og Adrian Erlandsson, stovnaðu bólkin The Haunted, ið spældi eina minniliga kon­sert á G! í 2009. Í 2008 byrjaði At The Gates aftur at framføra á palli. Síðani hevur bólkurin hildið seg aktuellan við framførslum kring knøttin, og nýggja samstarvið í bólkinum hevur gingið somikið væl, at teir í ár góvu út teirra fyrstu fløgu í 19 ár. Útgávan ‘At War With Reality’ hev­ur fingið sera góð ummæli og er á nógv­um topplistum fyri bestu metal­ út­gávur í 2014, m.a. á iTunes og í Rolling Stone. Harafturat er bólkurin á skránni á fleiri av teimum størstu tung­ málms­festivalunum í Evropa komandi summar, so sum Wacken Open Air, Hellfest Open Air og Copenhell. Ongin ivi er um, at At The Gates er millum mest umrøddu tung­málms­ bólkar í Evropa í 2014. Legendariskur málmur í heimsflokki! At The Gates á G! verður uttan iva ársins hæddarpunkt fyri føroysk málmshøvd! Kiasmos Kiasmos eru tónleikasnillingarnir Ólafur Arnalds úr Íslandi og okkara egni Janus Rasmussen. Saman ganga teir upp í eina hægri eind. Kiasmos ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, sum rúnabindur við leitandi techno, drag­andi synthum og fangandi bassi. Kiasmos vitjaðu í Syðrugøtu í 2012, og hóast Janus myndaði bólkin einsa­ mallur, var framførslan full í orku. Síðani tá hava teir gjørt nógv um seg – bæði saman og hvør sær. Ólafur Arnalds hevur leingi verið eitt altjóða navn. Hann hevur útgivið nógv og er eisini kendur fyri at hava gjørt tónleik til filmar. Hann varð í ár heiðraður við eini BAFTA-virðisløn fyri sín tónleik í ensku sendirøðini Broadchurch. Janus Rasmussen er ein av føroya fremstu tónleikarum og framleiðarum. Í Føroyum er hann best kendur úr elektro­poppbólkinum, BYRTA. Í um­ heiminum hevur Janus gjørt vart við seg sum bragdligi oddamaðurin í íslendska bólkinum Bloodgroup. Í ár kom onnur útgáva teirra, »Kiasmos«, sum hevur fingið sera góða mót­tøku. Komandi ár eru teir á ferð í Evropa – og koma tá eisini á G! Hesa ferð verða báðir við, klárir at yvirtaka G! fjøldina við teirra gandatechno. Teitur Teitur er tann føroyski tónleikarin, ið seinastu 15 árini hevur ferðast mest kring heimin við sínum tónleiki. So­ leiðis hevur eisini verið í ár, har Teitur eitt nú hevur verið á tónleikaferð við donsku songkvinnuni Tinu Dico. Nøkur ár eru liðin síðan Teitur seinast framførdi á G!, men hann hevur verið virkin. Í fjør kom fløgan »Story Music« út – ein fløga, ið Teitur hevur gjørt í heimlandinum, og sum hevur fingið sera góða umrøðu og móttøku. Eitt nú hevur sangurin »Rock And Roll Band« verið nógv at hoyrt. Eitt flims­lið fylgdi eisini Teiti undir tón­ leika­upptøkunum, og tað er vorðið til spennandi filmin ‘Story Music’, ið er ein interaktiv ferð gjøgnum søgu Teits. Komandi ár spælir Teitur eisini kring heimin, men í sambandi við G! verður Teitur heima í Føroyum og traðk­ar enn eina ferð á heimliga pallin, ið hann so ofta áður hevur bergtikið á. Tungmálur, techno og Teitur At The Gates Teitur Kiasmos Tungmálmur úr Svøríki, íslendskt-føroyskt techno og Teitur spæla á G! Festivalinum næsta summar