Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 7 VIKUSKIFTI R uby Tuesday var eingin jólagenta í vættra­húgvu. Men kanska dámdi henni jólini. Annars flagsaði hon frá degi til dags, Yesterday dont´n matter, if it´s gone. Júst tað. Og hví stúra fyri morgindegnum eisini? Hann er hvørki komin ella farin. Ruby Tuesday er ein hin skær­ asta perlan í longu, longu perlu­ røðini hjá Rolling Stones. Ruby Tuesday er trýssini hjá okkum, sum tá vóru tannáringar og høvdu skil fyri musikki. Trýssini í trimum minuttum og 16 sekundum. Serliga væl dámar mær hesa regluna í sanginum hjá Keith Richards, sum kom út á single­ plátu í januar 1967: Catch your dreams before they slip away. Eg veit, eg veit, øgiliga banalt sum hasi støðugt afturvendandi góðu ráðini Carpe diem, lofta deg­num, liv her og nú, í morgin erft tú kanska farin hiðani. Ella sum John Lennion segði – mær býður annars nógv ímóti at endur­geva John Lennon, men ókey, popparin segði sum so, at lívið er tað, sum fer aftur við borð­inum, meðan tú høsnast við at gera alt annað enn at liva. Og tað er avgjørt skil í teimum orð­ unum, banal ella ei. John Lennon ella Storm P. Sambært Keith Richards sjálv­um var Ruby Tuesday genta hansara Linda Keith. Hon fór at fjasast við Jimi Hendrix og tvætla við rúsevnum. Keith royndi at bjarga henni og fekk pápa henn­ ara við í bjargingarroyndina. Og Linda tosaði ikki við Keith í nógv ár eftir tað. Hon kendi tað sum, at hann sveik hana við at fara til pápan, sum noyddi hana úr rús­ evnis­sæluni. Ruby Tuesday var eingin jólaeingil. Don't question why she needs to be so free. Óvanlig kvinna, hon Ruby Tuesday. Hon ræddist ikki frælsið. Men kanska helt hon jól, dýr­andi skeiv. Meðan Norrøna fer søkklaðin til Danmarkar við føroyingum, sum ikki finna røttu jólagávurnar í Føroyum, og kemur aftur nøkur tons tyngri, savna onnur pengar til svøltandi børn og for­ eldur teirra – ikki bara í Langt­ burturistan, men eisini her í Føroyum. Onnur lond enn Danmark áttu at latið okkum menningarhjálp. Jólatrø verða tendrað á hvørjum torgi og torglíki, røður, í Tórshavnar kommunu eru fleiri jóla­trø enn býráðslimir, og Heðin klárar bara fimm, so onnur verða biðin um at siga nøkur jólaorð. Og sjálv­andi prestar við undir hvørjum innfluttum grønum træi. Kirkjan hevur krøkt sær jólini. Hoyrdi unga kvinnu siga í út­ varps­sending, at hon ætlar ikki at fáa sær børn, fyrr enn hon er vís í, at hon klárar at geva teimum at eta. Skilagóð støða, helst eindømi. At fáa sær børn er tann mest ego­istiska gerðin av øllum. Men øll, sum fáa sær børn, ikki bara vóna ella vænta, men krevja, at sam­felagið loftar teimum og er um tey dag og nátt. Ansar eftir, at tey ikki keða seg til dømis, tí so gera tey seg inn á samfelagið, og tá hevur samfelagið sjálvandi sjálvt skyldina, tí tað ikki hevði tilboð. Fleiri áttu at tikið sær Mariu og Josef sum fyrimyndir, nú hasi jólini langt síðani eru komin, aftur í ár. Tey fingu barn, ein son, sum var ringur at stýra. Pápin hevði annars fast arbeiði, smíðaði fyri fólk, bæði tollarar, syndarar og farisearar. Men tey góvu ikki sam­felagnum skyldina fyri, at sonurin kom sær út í óføri. Í Svøríki eru tey komin í neyð av fólkaræðinum, tey, sum hava tann rætta politikkin. Tað kemur illa við, at onnur, sum ikki hugsa rætt, eisini vilja brúka, skulu vit kanska siga misbrúka, demo­kratiið. Einastu ráðini eru nýval, og Svøríkisdemokratarnir fáa nøkur prosentstig afturat og hertaka fleiri stólar í ríkis­ degnum. Hvat so? Aftur nýval og fleiri atkvøður til SD. Catch your dreams before they slip away. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Samfelagsins børn LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyun Klakstein 48.599 fólk búðu í Føroyum tann 1. oktober Uni við triðju fløguni »Meðan vindurin strýkur« eitur triðja fløgan, sum Uni Arge júst hevur givið út. Á fløguni eru 10 sangir. Á » Mitt í sjónum« frá 2007 og »Meldurtíð« frá 2009 vóru tilsamans 24 sangir, sum Uni hevði sett orð og løg til. Hansara sangkatalog er tí vorðið rættiliga stórt, og á nýggjastu fløguni eru fleiri sangir, sum ivaleyst verða líka nógv at hoyra sum til dømis »Býarmynd,« »Mitt í sjónum,« »Enn ein dagur fór,« »Ganga vit saman« og »Morgunin komin.« Geniali Espedal Norski rithøvundin Tomas Espedal er ein tann sterkasta røddin í norður­lendskum skald­skapi. Persónligu skaldsøgurnar, har hann blandar upplivingar og skaldskap í frá­ søgn­unum, eru framúr. Espedal skrivar einfalt, men fram­úr­skar­andi, og setningarnir sita so væl, at tú stundum mást steðga á og njóta teir. Sein­asta útgávan hjá Espedal, Bergeners, snýr seg um fólk í heimstaðnum, og Espedal brúkar sum vant seg sjálvan og sínar upplivingar í ser­ merkta mátanum at skriva og siga søgur. Skemtifilmur í yvirgangsvanda Onkur er so misnøgdur við filmin The Inter­ view, sum skal frum­ sýnast í USA og Kanada jóladag, at bólk­urin av teldusníkum, sum kallast Guardians of Peace, hava hótt við einum álopi á fólk, sum fara í biograf at hyggja at filminum. Hetta hevur fingið biografketuna Landmark at avlýsa filmin í øllum sínum biografum. Sony, sum hevur framleitt filmin, og aðrir biografar tvíhalda um, at filmurin skal sýnast, og myndugleikarnir siga seg ikki vita um ítøkiligar ætlanir um yvirgang í sambandi við filmin, sum snýr seg um eina morðroynd á norður­koreanska leiðaran Kim Jong-Un. The Simpsons 25 ár Mikudagin vóru liðin júst 25 ár, síðani sjónvarps­ familjan The Simpsons var at síggja fyrstu ferð. Teknirøðini hevur síðani verið framleidd á hvørjum ári og telist millum kendastu og bestu sjón­varps­ røðir í heiminum. The Simpsons er viðkomandi við sínum skemti, ið fangar tíðarandan og ger gjøldur við honum. Tað eru gjørdir 550 partar við The Simpsons, og nýggjastu partarnir verða í hesum døgum vísti í amerikanskum sjónvarpi. AC/DC útselt eftir tveimum tímum Tá ið framførsla hjá australska rockbólkinum AC/DC í Roskilde næsta summar varð sett til sølu mikudagin, gingu bert tveir tímar, so var útselt. Tá vóru tey 55.000 atgongumerki, ið vórðu sett til sølu, seld. Fleiri føroyingar nýtt sum vera man høvið at keypa sær pláss á konsertini við bólkinum, sum í fleiri áratíggju hevur spælt eirindaleysan rocktónleik. Bólkurin hevur givið nýggja fløgu út, men hevur eisini eina langa røð av rockklassikarum at tríva í. Ungur gittarspælari í kirkju Hendan tíðin upp undir jól er stundum órólig og óruddilig, og tí kundi tað verið eitt gott høvi at leita sær í kirkju seinnapartin leygardagin. 23 ára gamli Alvi Joensen, sum gongur á tónleikaskúla í Svøríki, hevur konsert í Havnar kirkju. Alvi er sera evnaríkur tónleikari, og hann fer at spæla ymisk stykki á gittar. Konsertin verður leygardagin kl. 17.00. LURTA! LES! UPPLIV!