Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 10 VIKUSKIFTI lívinum... Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Um nakrar dagar halda vit aftur jól, og í hesum døgum eru tey eisini mong, ið líta aftur á og hugleiða um jólahald fyrr. Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis, og í hesi samrøður greiðir hon frá um vetur og jól í Sveis, tá ið hon var barn og ung. – Hugsi eg um veturin í Sveis, síggi eg fyri mær eitt vakurt landslag við kava og sól. Kuldastigini kunnu vera fleiri, og vetrarluftin køld og klár. Eg minnist aftur á vetrarfrítíð uppi í fjøllunum, har pápi lærdi okkum at standa á skíðum. Hvít jól høvdu vit á hvørjum ári, meðan eg var barn, men hetta er nógv broytt tey síðstu árini, har kuldin og kavin mangan ikki koma fyrr enn eftir jólini, sigur hon. – Tá ið ein lítur aftur í tíðina, er kanska ein vissur vandi fyri, at alt sær gott og mest sum ljósareytt út. Men eg minnist eisini enn væl, hvussu eg mang­an græt sum smágenta, tí føtur og hendur vóru frystar av kulda, og ringt var at fáa hitan aftur. Eisini kundu vetr­ ar­kvøldini tykjast langlig, tá vit skuldu koma til hús, aðrenn tað var vorðið myrkt, so mamma ikki gjørdist bangin. Langligt Vit kenna desember sum ein skund­ mikl­an mánað, har vit skulu náa nógv og renna aftaná okkum sjálvi, men hesa kenslu hevði Monika ikki sum barn. – Eg minnist, at tíðin í december kundi virka rættiliga langlig til jólaftan. Adventskalendarin, sum vit høvdu, var eitt breitt silkiband har 24 pyntaðar sváv­ul­dósir vóru límaðar á, við tølum frá 1 til 24. Hvønn morgun var okkurt í. – Tað sigur seg sjálvt, at tað var ikki stórt ella nógv, um tað skuldi rúmast í eini svávuldós, men Andrea, systur mín og eg vóru meira enn nøgdar og glaðar. Skuldi pakkin summar dagar allíkavæl vera størri, varð lagt eitt lítið bræv inní dós­ina frá jólamanninum, har hann gav okk­um eitt hint um, hvar vit kundu leita eftir pakkanum. Kanska stóð, at pakk­in var goymdur aftanfyri eina pútu, í einum skógvi ella líknandi. Eg minn­ist enn, hvussu hugaliga vit fóru at leita og hvussu spennandi tað var, greið­ir Monika frá. Myrka tíðin kann verða spennandi, tí summi fólk verða kreativ, og nógv óvæntað kann henda. – Bert hugflogið setur mørk, og tað skal ofta so lítið til fyri at seta eitt sind­ur av liti á gerandisdagin. Summi ár havi eg gjørt 24 lítlar pakkar klárar við øllum møguligum í. Hvønn dag tók eg ein í lumman og gav onkrum hann, sum eg tilvildarliga møtti tann dag­in. Tann, sum óvæntað fær eina lítla heilsan, verður heilt vist bilsin og glað­ur, men gleðin at geva eina gávu er minst líka stór hvørja ferð, fyri tann sum gevur, sigur Monika. Gávumild fyrimynd Dagurin 6. desembur eitur eftir kat­ ólska biskupinum Santa Nikolaus, sum doyði umleið ár 340 og sum enn summa staðni verður heiðraður sum ein stór fyri­mynd. – Santa Nikolaus var kendur fyri sítt gávu­milda sinnið, og hetta minnast vit í Sveis á hvørjum ári, 6. desembur, tá ið hann kemur við gávum til børnini, og kaku­maðurin, sum vit kalla “Gritibánz” verð­ur bakaður. Sankt Nikolaus er í reyð­um jakka og hevur hvítt skegg og sær faktist líka út, sum jólamaðurin í Før­oy­um. – Sum barn ræddist eg altíð løtuna, tá íð vit hoyrdu Santa Nikolaus koma við tung­um fet­um og banka harð­liga á dyrnar. Um­framt stóran posa við mandar­in­um, súr­epl­um, app­el­sin­um, nøtum, skjoko­látu­pett­um og ein­ari bleyt­ari inn­pakk­að­ari gávu og køku­ mann­in­um, sum ongantíð manglaði, hevði hann eisini eina stóra bók við sær. Í bókini stóð alt skriv­að, sum hann hevði eygleitt í farna ári. – Eg skilti ongantíð, hvussu hann kundi vita so nógv um meg og serliga ikki, hví hann á hvørjum ári aftur og aft­ur minti meg á, at eg ikki skuldi dølla mær so nógv á veg heim úr skúlanum. Eg helt ikki, at tað gjørdi nakað, um eg tók ein langan gongutúr heim, spældi við nakrar kettlingar á vegnum ella fór inn á gólvið hjá einari vinkonu eina løtu. Áðrenn Santa Nikolaus stoytti úr tí stóra posanum skuldu Monika og syst­ ur­in siga yrkingar, sum tær høvdu lært, utt­an­at, og tær skulu spæla okkurt á klav­er og violin. – Ja, og ikki fyrr enn seinni skilti eg, hví hann visti so nógv um meg. Í somu løtu Santa Nikolaus kom inn, gav mamma honum ein lepa, har hon hevði skrivað ymiskt á. Køkumannin hevði mamma bakað, meðan vit vóru í skúlanum. Tíbetur tók hann ongantíð rískustin fram, sum hann gjørdi, um ein hevði skikkað sær heilt illa. Ommurnar Í bókini “Edelweiss og sólarkaffi” sigur Monika Stauss Joensen rættuliga nógv frá um omma sína frá mammusíðuni. Hon nevnir fleiri staðni, at hon var ein sonn listakvinna, og at hon dugdi serstakliga væl tað húsliga. – Til jóla á hvørjum ári fingu øll í familjuni ein tallerk við ymiskum sløg­um av smákøkum; tallerkurin var vak­urt prýddur. Hon minntist enntá, hvørji sløg av smákøkum øllum dámdu best, og hon fylti talerkin til hvønn eftir tí. Omma, mamma pápa mín, dámdi hin­veg­in ikki líka so væl at baka. Hon bakaði eitt slag av smákøkum til jóla, og Vetur og jól Monica Stauss Joensen greiðir frá um vetur og jól í Sveis, tá ið hon var barn og ung Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina »Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á.