Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 11 VIKUSKIFTI tað var altíð sama. Men vit hildu ong­an­ tíð, at nak­að vant­aði; tvørt­ur­ímóti var tað hvørji ein­astu jól líka hugna­ligt og lekk­urt, tá íð hon tók stóru køkudósina fram. Bert pápi segði á hvørjum ári við ein­um smíli, at omma hevði brúkt eina ov tunga kaku­rullu at rulla deiggið, tí hon­um dámdi betur, um smákøkurnar vóru eitt sind­ur tjúkk­ari.” Jólasiðir Jólasiðir eru ymiskir frá landi til land. Í Sveis kenna tey lítið og einki til rís á jól­um, og fyrstu ferð Monia fekk rís á la mande var til eitt jólahald í Leir­ víkar skúla.” – Tað var ein góðan mánaða eftir, at eg var komin til Føroya. Tá skilti eg ikki eitt orð av føroyskum, og eg skilti held­ur ikki, at fólk gjørdust í so góðum lagi av at eta eina skál av rísi. Tá íð eg fann eina heila mandlu í mínari skál, helt eg tað vera upp­aftur løgn­ari, men tá íð eg fekk pakk­an, skilti eg betur. Síð­ani tá havi eg sjálv­andi vit­að, hvat tað snýr seg um, men eg haldi ikki, at eg havi fingið mandluna síðani. Monika ynskir at enda hesa síðstu samrøðuna “Úr lívinum” við einum jólasangi, sum hon sigur rørir hjartað hvørja ferð, hon hoyrir ella syngur hann. – Tónleikur er jú nakað heilt serligt og hoyrir hesi myrku tíðini av árinum til. Nógvir vakrir sangir verða spældir og framførdir, serliga til jóla, sum vit ong­an­tíð verða móð av at hoyra. Sang­ ur­in, sum eg hugsi um, er “Kvirra um fjøll og fløtur”, og Øssur Berghamar hev­ur gjørt orð og lag. Eg ynski øllum les­ar­un­um eina hugnaliga advent og gleði­lig jól: Kvirra um fjøll og fløtur Kvirra um fjøll og fløtur, og náttin døpur, myrk og svørt. Lýsir av fjallatindi stjørnan so blonk og bjørt. Rekur burt nátt og niða vill dýr um teigar tiga, stjørnan so spakuliga seg otar fram í náttini. Niðurlag: Føddur er konga Kongur til eina falna verð. Hoyr hvussu einglasongur boðini sælu ber. Ja, hoyr teir syngja um frið á foldum, tí Frelsarin nú føddur er. Rekur í nátt og niðu so mong ein friðleys sál í dag ljósið tó bjart úr erva skínur við sama lag, boðar á lívsins vegi sálunum frið og gleði. Leita á hesum degi til Hann sum kom at frelsa teg. Myndir: Kristfríð Tyril, momo og privatmyndir Gritibänz 1 kg av hveiti 1 tsk av salti 50 g av sukri 180 g av smøri ella margarini 30 g av pressuger 2 egg 5-6 dl av kaldari mjólk Soleiðis gert tú: Koyr mjøl, salt og sukur í eitt ílat, blanda alt saman og ger eitt hol mitt í Smelta smør við lágum hita Rør pressuger í eitt sindur av mjólk og brót eggini í ein kopp Lat smør, mjólk, pressuger og egg í mjølið Elt nú alt væl saman í uml. 15 min., og lat so deiggið hvíla á flógvum stað undir einum viskustykki. Lat tað ganga, til tað er dupult so stórt Elt deiggið eina ferð afturat væl ígjøgnum og být tað nú í so nógv petti, sum tú vilt forma til ‘Gritibänz’ Soleiðis formar tú ein kakumann: Forma deiggj til eitt ovalt skap og goym eitt sindur av deiggi til at prýða kakumannin við Markera frá báðum síðum til hálsin. Vilt tú gera ein ordiligan háls, kanst tú snara ‘andlitið’ aftureftir. Sker við einum spískum knívi á høgru og vinstru síðu armarnar inn: til beinini skert tú niðri frá og upp. Rulla armar og bein til tann formin, tú vilt hava. Við restini av deigginum prýðir tú deiggjmannin við hatti, slipsi, belti og hálsturriklæði. Brúka nøtir ella rosinur til nøs, eygu og munn. Vilt tú geva honum ein kust undir armin, kanst tú finna nakrar tunnar, smáar greinar í garðinum. Greinarnar skulu ikki bakast við. Tá ið tú ert liðug at prýða og forma, setur tú hann í 20 min. í køliskáp ella uttandura undir einum viskustykki, so hann heldur formin í hitanum. Hita ovnin til 225 stig (200 stig í luftovni), smyr kakumannin við eggjareyða og baka mitt í ovninum. Baka eftir stødd, teir smáu í 15 til 20 min., teir stóru í 45-60 min.