hósdagur 18. desember 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014
12
VIKUSKIFTI
Ert tú ein av teimum, ið er troytt/ur í gerandisdegnum? Orsøkin kann
møguliga vera, at tær tørvar D-vitamin. Tann mest gevandi keldan til
D-vitamin er sólarljós, harnæst kostur og kostískoyti. Í Føroyum hava
vit ein langan, myrkan vetur og eitt minni sólríkt summar. Tá sólarljósið
er so umráðandi, eru vit tí í sera stórum vanda fyri D-vitamintroti
Manglar TÆR
D-vitamin?
Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein innan heilsufremjan og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini.
Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Komandi vikurnar prentar Vikuskifti nakrar av hesum greinum
E
rt tú í undirskoti, kanst
tú kenna teg troytta/n og
tunga/n, og kanst hava ójavnt
sinnalag. Tó eru nógv fólk, ið
mangla D-vitamin uttan at merkja
nakra stórvegis broyting í livimátanum.
Onnur eyðkenni, ið kunnu vísa seg,
eru eitt nú, at tenninar og beinagrindin
avkálkast. Tá beinagrindin avkálkast,
gerst hon veikari og tískil er størri
vandi fyri, at tú brýtur teg sundur, um
tú dettur. Eisini vikna vøddarnir og tú
kann hava pínu, serliga í lær-, herða-
og nakkavøddunum. Harumframt kann
tú merkja pínu í liðunum og í beina
grindini. Kroppurin viknar, tað kann
verða trupult at halda javnvágini, og
alt hetta ávirkar gongulagið.
Tey meira álvarsligu eyðkennini
koma til sjóndar, tá tú hevur manglað
D-vitamin í longri tíð.
Trot upp á D-vitamin hevur møgu
liga ávirkan á sálarligar og nevro
logiskar sjúkur, so sum tunglyndi,
skizofreni, sklerosu og alzheimersjúku.
Hetta vísir nýggj gransking sambært
danska Sundhedsstyrelsen.
Verða troytt og ikki væl uppløgd er
eitt eyðkenni. Tó skal viðmerkjast, at
tað at vera troytt/ur og ikki væl upp
lagdur/løgd, ikki altíð er orsakað av
D-vitamintroti. Tað kann hava aðrar
orsøkir.
Hvat er D-vitamin?
D-vitamin er eitt evni, ið kroppurin
ikki sjálvur megnar at framleiða uttan
sólarljós, kost og kostískoyti. Kroppurin
upptekur D-vitamin frá hesum trimum
keldum, og fer síðan ígjøgnum eina
prosess í livrini og nýrunum. Hendan
prosessin ger D-vitamin virkið og
hjálpir upp á upptøkuna av kálki frá
tarmunum.
D-vitamin og kálk eru tætt saman
knýtt, kálk verður ikki upptikið uttan
D-vitamin er til staðar. Kálk er við til at
styrkja um beinagrindina og tenninar.
D-vitamin heldur immunverjuna í javn
vág og er knýtt at orkuni, sinnalagnum
og blóðsukurstýringini hjá okkum.
Tá tú ert í sólarljósi, verður
D-vitamin framleitt í kroppinum. Um
ráðandi er at vera úti, ímeðan sólin er
frammi. Brúkar tú ov høgan faktor,
koma sólstrálurnar ikki til húðina og
tá verður D-vitaminframleiðslan forða.
Viðmælt er at vera úti í 5-30 minuttir
serliga millum kl. 12-15. Tá stendur
sólin hægst, so tá er besti møguleiki
hjá kroppinum at framleiða D-vitamin.
Um tú hevur viðkvæma húð, kanst tú í
hesum tíðarskeiðinum brúka sólkrem,
ið inniheldur faktor 15, so tú ikki brenn
ur teg. Eftir 5-30 minuttir er tørvurin
á D-vitamin nøktaður og tí kanst tú
brúka hægri faktor eftir hetta.
Kostur og kostískoyti
Kostur er ein av keldunum til D-vita
min. Stórar mongdir eru í eggi og fiski,
serliga í feitum fiski, so sum laksi, sild
og makreli. Rátt verður til at eta 350 g
av fiski um vikuna. Um tú ikki megnar
Heilsuframi og fyribyrging
Kostur, ið inniheldur D-vitamin: Fiskur, feittevnir
(margarin, smør, oljur), kjøt, egg, mjólk og ost.
Livralýsi er ein góð kelda, tí hon inniheldur
stórar mongdir av D-vitamin.
Almenn tilráðing av D-vitamin ískoytið
fyri at fyribyrgja D-vitamin troti
Dagligt ískoyti à 10 mikrogram av D-vitamin er viðmælt til:
Børn 0-2 ár
Barnakonur
Børn og vaksin við myrkari húð
Børn og vaksin, ið eru væl ílatin um summarið
Fólk, ið sjáldan eru úti í sólarljósið
Dagligt ískoyti á 20 μg av D-vitamin og
eisini 800-1000 mg av kálki er viðmælt til:
Fólk yvir 70 ár
Búfólk á røktarheimi
Fólk sum eru í øktum vanda fyri avkálking (Osteoporose)
Markið fyri samlaðu inntøkuni er sett til 25 g fyri børn upp til 10 ár, og 50 g
fyri vaksin og børn frá 11 ár og uppeftir. Hægri skamtur enn hetta kann verða
nýttur í styttri tíðarskeið, og bert um tað er viðmælt av læknanum, fyri at
viðgera D-vitamintrot.