Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 13 VIKUSKIFTI at fáa hesa mongdina gjøgnum kostin, kanst tú taka kostískoyti fyri at nøkta tørvin av D-vitamin. D-vitamin er feitt­ upp­loysligt og tí skal ískoytið verða tikið saman við einari feittríkari máltíð. Her heima mugu vit verða tilvitað um kostin og kostískoyti, av tí at vit ikki fáa nóg mikið av sól. Vandabólkar Jú eldri tú verður, jú minni mongdir av D-vitamin verður framleitt í húðini av sólarljósinum. Hetta kemst av, at húð­in gerst tynri við árinum. Tað eru nógv eldri, sum ikki fáa so nógv sólar­ ljós sum tey áttu at fingið, hetta tí um­ støðurnar ikki altíð eru til tað. Við aldr­ inum verður upptøkan av D-vitamin í tarmunum eisini niðursett. Tí eru eldri ein meira útsettur bólkur. Pinkubørn eru ofta væl ílatin og fáa tí ikki nøktandi mongdir av D-vitamin frá sólini. Hetta er eisini galdandi fyri øll onnur, sum eru væl ílatin, tá sólin er frammi. Tey sum hava myrkan húðarlit, hava trupult við at upptaka D-vitamin, og skulu vera longur í sólarljósinum enn fólk við ljósum húðarliti. Tey, ið nýta sólkrem, kunnu eisini vera í vanda. Jú hægri faktor tú brúkar, jú minni D-vitamin verður framleitt í húð­ini. Sólstrálurnar sleppa ikki ígjøgn­ um húðina sum hjá einum uttan sól­ krem. Hevur tú vánaliga sodning, ella niður­setta livra- og nýrafunktión, ert tú eis­ini útsett/ur. D-vitamin upptøkan og umsetingin í kroppinum, er tá ikki heilt optimal, og tú kann koma at mangla D-vitamin. Ein annar útsettur bólkur er vege­ tarar, tí tey fáa ikki nóg mikið av D-vitamin gjøgnum kostin. Onnur, sum eta kost, ið er fátækur av D-vitamin, eru somu­leiðis í vanda. Kvinnur, ið eru komnar um skiftisárini eru eisini í vanda­bólki. Hetta skyldast tað kvinnu­ liga kynshormoni, østrogen, sum lækk­ ar. Hjá teimum gerst tað tí trupl­ari at upptaka D-vitamin. At enda eru tað tey, ið hava kroniskar maga-tarm sjúkur og tey, ið eru í viðgerð við heili­vági fyri epilepsi. Skriva greinina hava: Frá vinstru: Angelique Punzul, Manja Johansen, Siri V. Rasmussen og Lisa Lamhauge (manglar á myndini) At verða troytt og ikki væl uppløgd er eitt eyðkenni um D-vitamintrot Tað TÚ kanst gera!  Vera nógv úti í sólarljósinum.  Vera tilvitað/ur um nýtslu av sólkremi og faktorinnihaldi. Ráðini eru 5-30 minuttir uttan sólkrem ella faktor 15 um tú hevur viðkvæma húð. Eftir 5-30 minuttir er umráðandi, at tú verjir húðina við hægri faktor, so tú ikki brennir teg.  Eta sunt og fjølbroytt. Serliga kost, ið inniheldur nógvar D-vitaminir.  Taka kostískoyti, ið inniheldur D-vitamin, hvønn dag.  Taka ískoytið saman við eina máltíð.  Ert tú í iva, hvat kostískoyti tú skalt hava, kann tú spyrja teg fyri hjá egnum lækna ella á apotekinum.  Hevur tú eyðkenni upp á D-vitamintrot, tosa so við læknan um støðuna. Til ber at taka eina blóðroynd fyri at síggja, hvat títt tal er. Skuldi tað verið so, at talið er á lágmarkinum, leggur læknin tær eina viðgerð til rættis. Tað merkja virðini í blóðroyndini: Minni enn 12 nmol/l: Høgt trot 12-25 nmol/l: Trot 25-50 nmol/l: Ikki nøktandi Yvir 50 nmol/l: Nøktandi 75-110/150 nmol/l: Optimalt Yvir 200 nmol/l: Vandi fyri eitran Um so er, at tær tørvar D-vitamin, kunnu hesi ráðini koma tær til góðar. Við at tú ert tilvitað/ur um tær tríggjar keldurnar, sólarljós, kost og kostískoyti, kann tað økja um vælveruna og fáa teg at megna tín gerandisdag betur. Tú kann eisini betra um tína heilsustøðu, og fyribyrgja møguligum framtíðarsjúkum. Keldur: Brot, C (overlæge) og Darsø, P (assisterende læge) (2010). Forebyggelse, diagnostic og behandling af D-vitaminmangel: sundhedsstyrelsen.dk Ovesen, L., Allingstrup, L., Poulsen, I (2011). Ernæring og diætetik. 11. Udgave. Nyt Nordisk Forlag Busck 2011