Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Ein fiskimanna­ lagna og ein søga um trúfesti Jógvan doyði av vanlukku umborð á sluppini Ingrid í 1923, einans 23 ára gamal. Men hann er kortini ikki gloymdur. Hansara kærleikssøga er ein hugtakandi søga um trúfesti T að var fróðarmaðurin Símun Johan Wolles á Eiði, sum fyrstu ferð greiddi mær frá Jógvani. Hetta gav hugskotið at fara at práta við ta tá 99 ára gomlu systir hansara, Ingi­bjørg. Hon var yngst av teimum 6 systkjunum og var tann seinasta, sum livdi eftir tá. Hetta var eitt gott hugskot, tí Ingibjørg doyði stutt eftir. Tað vóru bert 2-3 ár millum Ingibjørg og Jógvan, og tað tók henni dygt at missa beiggj­ an. Hon fortaldi, at beiggi hennara, Johan Kalls­oy, skrivaði minningarorð um Jógvan í FF-blaðnum, sum tá var. Ingibjørg greiddi eisini frá, at Jógvan var so sera evnagóður. Hann hevði júst verið á skip­ara­skúla í Havn, og her fekk hann til próv­tøkuna 63 stig av 63 møguligum. Hann var so næmur, at tá ein floks- og kamarsfelagi hjá honum las uppá, bað Jógvan hann lesa hart, meðan hann lurtaði. Meira skuldi ikki til, at hann dugdi alt uttanat. Jógvan dugdi eisini at spæla ljóðføri. Hetta hevði hann lært, meðan hann gekk á há­skúla. Hann hevði um kvøldarnar gingið til tón­leika­undirvísing hjá Bakar Hansen, sum var grundstuðulin fyri føroyskum tónleikalívi fyrst í hini øldini. Jógvan var blivin forlovaður við havn­ar­ gent­uni Gugga, meðan hann gekk uppá skúla. Tey høvdu júst tikið ring uppá og stóðu fyri at gift­ast. Ingibjørg var stødd í Mikladali hjá systir síni Elisabeth, Betta, tá hon fekk deyðsboðini. Í Kals­oynni var tá bert telefon, á Syðradali, so tey høvdu ringt hagar við boðunum, og so var onkur komin til gongu við hesum ringu boð­un­um. Samband og trúfesti Gugga giftist í 1931 vestur í Vágarnar við Johan Heina Joensen, bónda í Bø, beiggi Emil Joen­sen, prest og Hjalmar Hátún, lærara. Tey fingu børnini Margrethu, Jón og Elinborg. Gugga doyði bert 54 ára gomul í 1959. Alla sína tíð hevði hon samband við ættina hjá Jógvan og serliga Ingibjørg. Børnini hjá Guggu plagdu eisini at vera norðuri á Eiði og ferð­ast sum børn. Eftir at mamman var deyð, hildu børnini hjá Guggu sambandið viðlíka. Hetta sigur nakað um trúfesti. Johan Kallsoy, seinni kendur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, skrivaði í 1923 til Georg Gislason í Vestmannaoyggjum í 1923 at fáa sett ein gravstein á leiðið hjá Jógvan, og hann biður Georg um at røkja gravstaðið sum frægast. Gravsteinurin kom eisini upp. Men í 1972 kom hann at liggja undir øskuna av gosinum, sum tá var í Oyggjunum. Steinurin var kom­ in undan aftur, men sum frá leið gjørdist áskriftin ólesilig. Unn í Bø, ommudóttir Elisabeth, Bettu, systir Jógvan, fann grøvina hjá ommu­ beiggjanum í kirkjugarðinum í Vest­manna- oyggj­um. Steinurin varð tikin til Reykjavíkar, har hann varð reinsaður og skriftin gjørd av nýggj­um. Nú er hann eitt minni um ein av teim­um mongu føroyingunum, sum lótu lív und­ir Íslandi. Serstakur unglingi Jógvan var á háskúlanum í 1919, og til skjals er eitt av brøvunum, hann hevur skrivað til syst­ir sína Bettu í Mikladali. Jógvan hevði ein vakra hondskrift, og skriv­ar nærum feilfrítt føroyskt í eini tíð, tá fólk flest skriva á donskum. Her skal endurgevast brot úr brævinum við smávegis rættingum: Vit eru 23 næmingar á skúlanum. Vit eru tveir av Eiði, Jákup í Búrstovu og eg. Tað má sig­ast, at tað eru ógvuliga fáir unglingar av Eiði, sum hava verið á háskúlanum, og tað hev­ur hareftir verið vorðið. Tað hevur so at siga eingin har norðuri havt nakran ans fyri móð­ur­málinum sum so nógva staðni. Tað sæst hvussu aftarlaga vit føroyingar eru, tí Før­oy­ar eru vist einasta landið í verðini, har tað er sovorðið stríð u,m at móðurmálið skal hava fyrsta rætt. Men nú verður tað kanska ikki leingi, at allir Føroyingar fáa eyguni upp fyri sínum dýra skatti, sum so leingi hevur lig­ið í órøkt. Hvørt leygarkvøld kemur eitt blað út, sum nevnist "Tjaldrið" og ymsir av okk­um næmingum eru blaðstjórar, og so plaga vit at hava "diskussión" aftan á. Lær­ara­skúla­ næm­ing­ar plaga at verða bodnir við. Tað er ógvu­liga stuttligt tí talarar tvørra ikki, og har kemur nógv fram, líkt og ólíkt, og har verður mang­ur láturin. Eg gangi til bakar Hansen at læra meg at spæla uppá fiól, og tú trýrt ikki, hvussu stutt­ ligt tað er. Fyrst havi eg góðan hug til musikk, og so er lærarin uppaftur stuttligari. Hann for­tel­ur mær alt møguligt. Tíðin er stutt, so tað kann ikki koma rættiliga nógv burtur úr, men eg vóni, at eg fái so mikið lag á, at eg kann fortseta sjálvur. Íslendskt mál havi eg altíð havt hug til at lis­ið og forstaðið, og vit eru nakrir sum hava bið­ið Símun (av Skarði) lært okkum, og vit hava nú 3 tímar um vikuna hjá honum. Tað gongst væl at forstanda tað, men úttalan er tað verra. Men eg vænti, at eg fái so mikið burt­ur úr tí, at eg kann koma at lesa íslendskt, og tað hevði verið nokkso stuttligt. Hetta kann so geva eina mynd av einum evna­lig­um ungum fiskimanni, sum uttan iva meira hevði verið frætt frá, um honum varð lív lagað. "Tjaldrið" var eitt hondskrivað blað hjá næm­ ing­un­um. Slík bløð vóru ikki heilt óvan­lig tá í tíðini. Seinasti sangur hjá Jógvani Símun Johan hevði hesa frásøgn frá Johan í Djóna­stovu á Eiði : Tað var um várið, um ta tíðina teir plagdu at fara at rigga til at fara á Suðurlandið. Vit vóru fleiri mans inni hjá Hermann mor­bróð­ir. Sum so mangan, var nærum fullur bonkur í køkinum. Tá kom Jógvan Kallsoy nið­ur av loftinum við eini mandolin. Jógvan stemm­aði mandolinina og fór at syngja sang­ in: “Tú talar, tú talar um veður og vind, men í eini verð, sum í synd gongur blind, har tørvar at tala um Jesus.” Serliga tók Johan ofta til vers­ið, sum sigur: “Og minst til, at tungan, ið Harrin tær gav, hon einaferð skal leggja rokn­skap av, hvat hon hevur talað um Jesus”. Eg minnist til, at lítið prát var eftir sangin, so stóra ávirkan hevði sangurin á okkum allar. Jógvan visti ikki heldur enn vit, at hetta var hans­ara seinasti vitnisburður á Eiði. Jógvan var ein trúgvandi maður og hartil ein sera gløgg­ur og vitandi unglingi. Hví skuldi hann fara oman í le, tá ið vantið var slitnað? Hvønn ann­an veg skuldi hon detta! Men á sjónum er so mangur tilburður farin fram, sum eingin kann forklára, segði Johan at enda. ................ Brot úr FF-blaðið 17. mai 1923 Var tað ein dreymur? ella hvat ! Hvat er hatta? Ja, nú skilji eg tað týðiliga. Hatta eru skip, fiskiskip við tveimum segl­ um uppi hvørt. Hatta er Føroyalands floti, Før­oya­lands ogn, har liggur. Og alt gjørdist mynd­in meira og meira týðilig. Skilliga hoyrd­ist gellið frá seglunum, hvørja ferð skút­ ur­nar vaggandi hevja seg á aldunum. Jógvan Mørkøre: Jógvan Mørkøre fekk stutta ævi. Men gloymdur er hann ikki.