Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 15 VIKUSKIFTI ... Á ja, har standa tit, Føroya synir. Kátir ung­ ling­ar, ið ikki áður hava roynt, hvat ið havið ber í sínum skjøldri við ljósum hugsjónum og bjørt­um framtíðarvónum, royndir sjógarpar á besta aldri, ið væl eru vitandi um, hvat havið kann veita og krevja, tó standa teir fróðir og stinn­ir á bunkanum, ágrýtnir at fáa fongin, með­an løtan er, framkomnir dugnamenn, sum tey mongu og drúgvu arbeiðsár hava merkt við margháttaðum, bæði sjónligum og ósjónligum, merkjum. Allir hava teir ein fe­lags­huga: at gagna sínum heimi og fost­ ur­landi. Nú nærkast stundin seg, tá vit aftur stevna heim mót kæru fosturstrond okkara við teirri veiðu, Harrin unti okkum. Heim til fedrar og møð­ur, konur og børn og kærastuna, sum eg havi bygt mínar framtíðar vónir saman við, og fara vit tá øll at hittast aftur við gleði og gam­an. .. Dagar við vanligum hvønndagsyrki gingu - hvussu mangir er mær ókunnugt. Piltur trýnir inn um dyrnar og rópar: Tele­ fon til tygara! Slík boð eru ikki óvanlig nú um stund, so eg gav mær ikki meir far um hetta og fór. Halló! Hetta er Jóannes! Bróðir? Ja. Nú! Tíverri, eg havi eingi góð boð at geva tær. Hvat sigur.. Jógvan bróðir er deyður uppi í Íslandi. Jógvan!(?) Masturin á skipinum brotnaði og datt á hann. Tøgn Ein tøgn, ið talaði mangar ferðir meir enn mong, mong orð. Í fyrstuni barst hetta fyri mær, sum var tað ein dreymur. Men brátt var mær kunnugt, at hetta var hin reini og skæri, men beiski sannleiki. Jógvan bróðir deyður, masturin datt. Hesi orð ljóðaðu aftur og aftur og upp aft­ ur tvífalt harðari í oyrunum; eg kendi hina somu kensluna bilgjast í barminum, sum tá eg rann upp gjøgnum torvuna, niðan móti hin­um tronga stígnum í upsini. Alt for satt. Dagin eftir gav hitt altíð stutta og greiða og í hesum viðfanginum harðorðaða fjarritið mær sjón fyri søgn. Á brævlepa stóðu hesi orð: Jógvan Kallsoy, bestimaður við Ingrid, doyði í gjár 24. apríl av óhappi, masturin brotn­aði og datt á mannin, so hann andaðist alt fyri eitt. Á ja, soleiðis fór hann, rætt sum blóman, sum í sín­um fagrasta summarskreyti stendur á fold­ini, fellur fyri líggjanum, hann sum so mang­ir av hansara starvsbrøðrum. ---- Myndin, hin fríða, friðurin, fagurleikin og dýrd­in – og so hin bráða umskiftanin, rann nú aft­ur og fram fyri hugan, og hon tyktist mær so meinlíka tilveru einstaklingsins her í heimi. Eru vit ikki øll á eini tílíkari flatu? Tað kann vera nakað ymist, hvat hvørjum einstøkum viðurferst har uppi, fyri summum verð­ur myndin meira døpur enn øðrum - eitt er tó felags fyri øll: Hon máast og minkar fyri hvørja stund, ið rennur. Og hvør hevur borg­ an fyri, at tað ikki endar við einum bráðum om­an­lopi! Í hesum viðfangi renna tey mongu og ljósu barnaminnini fram fyri meg: Har heima í stovu, úti á leikvøllum, burtur á heiðum, niðri við strendur, úti á báti; sanniliga ein ljós og eydnurík tíð. Myndin skifti og sæst í samburði við mann­dómsins hugsjónir og lívsskoðan hans­ ara, sum er farin Harranum í hendi. Fróður og kát­ur sum fuglur á ljósum degi, altíð fúsur at inna sítt lívsverk, sínum heimi og føðilandi til gagns, Harranum til æru; samtíðar ein leitandi gransk­andi sál, ið ikki gavst á hálvari leið. Tíð­um steðgaði hugur hans í síðstu lívsárum á markinum millum tað kenda og ókenda á gátt­ini til hina stóru gátuna, lívsgátuna, og fyri honum var gátan gitt, so hann kundi av full­um huga gera skaldsins orð til síni: Gátuna hevur tú gitna um kærleikin verm­ ir títt hjarta. Gleð teg við blóming, við lívið og ljósið tað bjarta, Gleð teg, tí nakað tú eigur, gjørt til at vara um aldur og ævir! Gleð teg, tí ein er, sum lógina gjørdi og enn yvir lógini ræður. --- Hin 28. apríl 1923 – á 23 ára aldri – fór hann til hvíldar í fjarskotnum landi – í Vest­ manna­oyum – fjart frá heimlands vinum og frændum, faðir og móðir, systrum og brøðr­ um, ið syrgja hann sára. Verði henda mynd vígd hansara signaða minni, honum, ið tað ikki untist at hvíla í fost­ur­lands mold á heimlands strond. Av bróð­ur hans Jóhan Komandi partur: Í vikuni sum fór, frættust úr Íslandi tey sorg­ar­boð, at Jógvan Mørkøre av Eiði var deyður. Hann var besti­ mað­ur við sluppini ”Ingrid”. Vanlukkan barst so til, at stór­mast­ ur­in brotnaði, meðan skipið lá og fiskaði, og rakti hetta mastrabrotið Jógvan so meint, at hann doyði. (Tað mátti verið illa eftiransað, at eitt mastrartræ var so hátt­að, at tað skuldi detta av í fiskiveðri, ser­liga nú skipini skulu vera sýnaði.) Jógvan Mørkøre var ein evnagóður ung­lingi, vinsælur í samveru, álvarsamur í skap og ein góður felagsmaður, stutt og greitt, eitt av teimum ungmennum sum gav tær bestu og ljósastu vónir um fram­tíðina; men her kom deyðin sum so mangan, og kvetti lívstráðin av, áður enn vónirnar komu reiðiliga til royndar. --- Hetta er uttan iva skrivað av Rasmus á Há­skúlanum, sum eisini var blaðstjóri á FF-blaðnum. Hann kendi jú Jógvan. Dimmalætting skrivaði, at mast­ur­in brotnaði ein metur yvir dekkið. Ein ís­lendsk­ur trolari bugs­ eraði Ingrid inn í Vest­manna­oyggjarnar, og hað­ani varð hon sleipað til Reykja­vík­ar av Islands Falk. Skaðatilburður Ættin hjá Jógvani eigur framvegis pennasettið Gugga gav Jógvani við sama høvi Gugga saman við manninum Joen Heina Ættin hjá Guggu eigur framvegis ta bíbliu, sum Jógvan gav Guggu, tá ið tey vórðu forlovað. Sett inn er innskriftin hjá Jógvani HER HVÍLIR JOEN KALLSOY F. Á EIÐI Í FØROYUM 22-6-1899 D. 24-4-1923 AV ÓHAPPI UMBORÐ Á INGRID EG HAVI STRÍTT HITT GÓÐA STRÍÐIÐ FULLGJØRT SKEIÐIÐ OG VARÐVEITT TRÚNNA Í jólablaðnum mánadagin verður greitt frá inuittunum, sum umleið 1860 fóru til gongu úr Canada til Thule í Grønlandi og endaðu í Føroyum. FF-blaðið 10.mai 1923