Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 Í ranga strúpan Jólasangløta í Kelduni Aftur í ár verður jólasangløta í Kelduni í Skálafirði tollaksmessukvøld 23 des kl 21. Hetta er blivin fastur táttur og sum undanfarin ár fara tey at syngja góðar kendar jólasangir saman við góðum tónleiki, og eisini vera framførslur. Kvøldið endar við einum góðum drekkamunni og holukøkum. Sangløtan er ókeypis, men tey hava eina innsavning til misjónsarbeiði, sum Keldan hevur. Jól við Løkin Í fleiri ár hava ætlanir verið at skipa fyri einari stórari jólakonsert við Løkin, og hetta verður veruleiki í ár! 20. desembur kl 20 verður stór gospel jólakonsert í Løkshøll, har ið millum annað Heini Lutzen, Systrar, HIGH5 og fleiri onnur luttaka! Eitt stórt orkestur fer at spæla undir til allar sangirnar! Talan er um eitt sera breitt úrval av ljóðførum. Trompet, trombon, saksofon og annað. Høgni í Pæsastovu Við Bringsnagøtu, sum er ein av góðu gomlu havnargøtunum, stendur Pætursastova – í dagligari talu bert nevnd Pæsastova – beint yvir av handlinum hjá Katrinu Christiansen.  Í Pæsastovu, ið verður roknað sum eitt av elstu sethúsum í Tórshavn, búði millum annað Jens Christian Svabo, tá hann var komin heim úr Keypmannahavn.  Í dag verður Pæsastova nýtt til ymisk mentanar- og tónleikatiltøk, og   20. Desember ber til at uppliva konsert við Høgna Reistrup  Konsertirnar eru ókeypis. Jens Marni og vinir Jens Marni gav herfyri út fløguna “Føroyskir Klasikkarar”, og nú verður útgávukonsert, har Jens Marni eisini hevur gestarøddirnar Robert McBirnie og Ólavur Højgaard við sær. Væl dámda fløgan hevur fingið góða móttøku, og tulkingarnar av klassikarum, ið Jens Marni hevur gjørt, falla væl í oyra hjá fólki. Á hesi konsertinini verður fyrstuferð høvi at uppliva hetta tilfarið á hendan hátt á konsert. Sum vant hevur Jens Marni ein vælspælandi bólk við sær. Konsertin er á Reinsarínum 22. desember kl. 20.00. baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Ongar ætlanir eru um at lækka streymprísin – Hetta er ein ræðuherferð, sum byggir á lygnir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum sparir 20- 30 milliónir í oljukeypi næsta ár Serlæknin Jóan Petur Davidsen um kanningar fyri krabbamein í prostata – Eg fái nógva øði og frusteratiónir út við at spæla sjónleik – tað er góð terapi Diane Kruger, sjónleikari Okay? Børnini verða grøn, gul og reyð in.fo Alt er ikki altíð, sum tað sær út... »Skúlarnir í Klaksvík virka sum tveir skúlar hóast samanlegging« Norðlýsið Javel! Vakin ungdómur í Perluni NPortal.fo Sjálvandi! Almenningurin skal verjast ímóti sær sjálvum Kvf Hvussu hongur tað saman? Hevði hassj men einki koyrikort in.fo Nógv koks Koks nummar 32 í norðurlondum Portal.fo Kunnu illa vera fleiri staðni... »Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni á jørð« Kringvarpið