Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 124 - 1. juli 2000 Nr. 124 - 1. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JÁKUP MØRK Millum mongu áskoða- rarnar, sum í hesum døg- um eru í Belgia og Hol- landi og hyggja at EM, eru sjálvsagt eisini nakrir føroyingar. Ein teirra er nólsoyingur- in, Tórálvur Poulsen, sum er í ferðalagi við fýra havnarmonnum, Áka Jo- ensen, Búa Dam, Boga Øster og Ragnar Ras- mussen. Mikukvøldið vóru teir staddir á King Baduin Stadion í Bruxelles, har hálvfinalan millum Frak- land og Portugal var á skránni, og einki er at tak- a seg aftur í, at talan varð um eina stóra uppliving hjá teimum fimm. - Tað kann als ikki greiðast frá, hvussu stór upplivingin er. Stem- ningurin runt vøllin var ó- trúligur, og tá talan sam- stundis er um nakrar av heimsins bestu leikarum, so er alt bara í topp, sigur Tór- álvur. Áður hevur hann ann- ars verið til dyst millum Ar- senal og Liverpool, men hetta er fyri einki at rokna afturímóti sigur hann. Tá vit hóskvøldið tosaðu við Tórálv, vóru teir júst á veg til fronsku venjingar- leguna, sum lá skamt frá bústaði teirra, og vónaðu teir sjálvsagt at hitta onkran av fronsku heimsmeistaru- num. Í morgin gongur so leiðin til Rotterdam, har teir við egnum eygum kunnu síggja, um tað nú eisini eyd- nast Fraklandi at vinna finaludystin. Friðarligt Ein kundi kanska verið bangin fyri, at talan fór at gerast um rok, tá eysturríski dómarin móti endanum av dystinum bríkslaði fyri brotssparkið til Frakland. Rok varð, men bert á vøll- inumm, greiður Tórálvur frá. - Einar tíggju minuttir eft- Mundu mist finaludystin Fimm ungir føroyingar vóru hepnir, tá teir varnaðust, at innbrot hevði verið í bili teirra ir dystin var leikvøllurin longu manntómur, og um kvøldið var so at siga ein- ki rokn, sigur hann. - Ein- asta, sum sást ella hoyr- dist nakað til, vórðu nak- rir glaðir fraklendingar, sum fegnaðust um, at tað var eydnast teimum at koma í finaluna. Mundu mist finaluna Teir fimm vóru nevnliga fyri eini skelkandi hend- ing mikukvøldið, sum teir tó koritni kundu flenna eitt sindur at hóskvøldið. Eftir at hava sæð hálv- finaluna, gjørdu teir av at fara á eina café, har teir so vórðu sitandi í einar tveir tímar. Afturkomnir til bilin só- u teir, at onkur hevði brot- ið rútin í bilinum. Stereo- annleggið varð stolið, eins og ein ryggsekkur, og hetta var sjálvandi at harmast um, men týd- ningarmestu lutirnir í bil- inum vóru tó eftir. Hevði tjóvurin nýtt eyg- uni eitt lítið sindur betri, hevði hann sæð, at fimm atgongumerki til finalu- dystin í Rotterdam eisini vóru í bilinum. Einki er at taka seg aftur í, at virði á hesum hevði verið na- kað væl størri enn virði á tónleikabúnaðinum, um hesi vórðu seld uttan fyri stadion á dystardegnum. Vanliga verða líknandi at- gongumerki seld fyri ein- ar 20.000 kr. fyri hvørt, tá svarti marknaðurin er í fullum blóma. Nú høvdu teir so fingið okkurt rútaskapilsi sett í bilin, og í morgin halda teir so leiðina til Rotter- dam, og ivaleyst verður ansað væl eftir, at eingin ókunnumaður fær hendur á atgongumerkjunum. Fjórði FM róðurin í hesum kappingarárinum er á skránni seinnapartin í dag. Tað verður kappast á sunda- lagsstevnuni, sum í ár er í Kollafirði. Um veðurtíðind- ini eru álítandi, so fara tað eisini hesa ferð at vera góð róðrarlíkindi – akkurát sum tey hava verið góð í teimum trimum kappingunum, sum longu hava verið. Sundalagsstevnan er í Kollafirði triðja hvørt ár. Tá kappróðurin var í Kollafirði í 1997 stóðst ikki so lítið av øsing og ósemju burturúr. Tá 10–mannaførini róðu vann Havnarbáturin í fyrstu syftu, men tað varð kæt um róðurin, og í umróðrinum var Vestmenningur bestur. Havnarbáturin vann næsta róðurin, sum var á vestan- stevnu í Sørvági, men vest- menningar vóru fremstir á ólavsøku og vunnu FM. Í 1998 og í 1999 vann Eyst- uroyingurin allar róðrarnar, og í ár hevur Nólsoyingurin Fleiri FM vinnarar eru um at koma undir land vunnið tvær ferðir og Vestmenningurin eina ferð. Einki er at ivast í, at tað er mest spenningur um 10– mannafararóðurin seinna- partin í dag. Í Vági síðsta leygardag var so at siga ein- gin munur millum tríggjar teir fremstu bátarnar, og sjálvt um Eysturoyingur endaði á fjórða plássinum, so eigur at verða lagt til merkis, at tað vóru bara tvey sekund frá fremstu bátunum og aftur til FM vinnararnar tey bæði seinastu árini. Í Vági róðu 10–manna- førini eitt túsund metrar. Á Kollafirði er málið hjá 10– mannaførunum tvey túsund metrar, og tað ger kapping- ina ikki minni spennandi. Áminningin Í fýra kappingum verður FM kappingin næstan av- gjørd, um somu bátarnir vinna í dag, sum hava vunn- ið higartil í ár. Talan er um um genturnar umborð á Frúnni, kvinnurnar umborð á Jarnbardi, dreingirnar á Tjaldrinum og Argjabátin. Tað er ilt at fáa eyga á nakra hóttan til hesar bát- arnar, men tað er meiri enn so komið fyri áður, at ein manning, sum hevur verið sera sannførandi, hevur kiksað í einum róðri. 1991 er eitt gott dømi um hetta. Tað árið vóru kvinn- urnar umborð á Jarnbardi so sannførandi, sum tær hava verið higartil í ár. Tær vunn- u FM, men tær snávaðu í einum róðri, og tað var júst á Kollafirði, tá tær vórðu næstfremstar. Kvinnuróðurin tað árið vann Norðurstovudánjal, sum var úr Sørvági. Vit hava skilt, at tann báturin er ikki til longur. Hann varð keyp- tur til Esbjerg, og sigst nú vera fyribeindur. Dreingirnir á Tjaldrinum vóru so sannførandi í 1991, sum teir hava verið higartil í ár. Teir vunnu fimm róðrar og gjørdust meistarar, men teir kiksaðu í einum róðri. Á varmakeldu í Fuglafirði endaðu teir a fjórða plássi. Munurin millum gentur- nar umborð á Frúnni og hin- ar bátarnar er ikki øktur tær seinastu ferðirnar, og seinnapartin í dag fæst at síggja, um Ørnin, Hav- frúgvin, Drekin ella Tjald- rið fer at megna at gera na- kað við bátin hjá miðving- um. At nakar skal skala Argja- bátin tykist rættuliga óhugs- andi. Matrikulsstovan hevur mált upp Eftir róðurin í Vági hava fleiri havt á orði, at tað kennist trupult at fylgja við í kappróðrinum, tá málið – sæð frá har sum áskoðarar- nir standa og fylgja við – vísir so skeivt. Í hentu kapp- róðrarskránni, sum RSF undan norðoyarstevnu gav út, er yvirlit yvir allar róð- rarteinarnar. Sambært tí yvirlitinum vísir málið í Kollafirði meiri skeivt hjá teimum, sum standa á havnarlagnum og fylgja við, enn tað ger í Vági. – Vit hava hoyrt, at tað verður tosað um handa spurningin, men hatta er ikki nakað, sum vit hava so nógv við at gera. Matrikul- stovan hevur mált málini upp. Teir eru trygdin hjá okkum fyri, at alt gongur rætt fyri seg hasum viðvíkj- andi, og vit síggja onga or- søk til at ivast í teirra ar- beiði, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF. Í Vági tóktist vísningurin at vera soleiðis, at norðastu bátarnir, sum vóru næstir áskoðarunum, sóust at vera aftari, enn teir í veruleik- anum vóru. Í Kollafirði er málið mált soleiðis upp, at hjá teimum, sum fara at fylgja við á havnarlagnum, fer tað at tykjast sum at norðastu bátarnir verða fremri, enn teir í veruleik- anum fara at vera. Hannis Joensen vísir á ein trupulleika, ið bátarnir, sum liggja norðast á Kollafirði aftur og aftur hava givið sær sjálvum: – Royndirnar siga okkum, at bátarnir stýra ov nogv í bakborð, tá teir rógva ði Kollafirði. Tað tykist sum um teir eru so fokuseraðir upp á at koma inn undir havnarlagið. Málið er mitt úti á fjørðinum, tá tað verð- ur róð eitt túsund og 1500 metrar. Tá 10–mannaførini rógva, er startmálið undir syðra landinum.. Um bát- arnir stýrra í bakborð í stað- in fyri at halda seg til sín geira, so rógva teir ein long- ri tein, enn tann, sum teir skulu rógva, minnir Hannis Joensen á. JH Kappróður: Men onkuntíð hevur tað gingið heilt øðrvísi í Kollafirði, enn tað varð roknað við Tað tykist als ikki vera sannlíkt, at nakar megnar at gera nakað við Argjabátin, sum hevur verið einaráðandi higartil í ár. Tað er tó fleiri ferð komið fyri, at favorittarnir hava kiskað, og møguliga hendir okkurt óvæntað í Kollafirði Tórálvur Poulsen var ein teirra, sum var um reppið at missa atgongumerkini til EM-finaluna JÁKUP MØRK Spurningur: Hvat hava Før- oyar og Holland til felags? Svar: Hvørgin dugur at gera nýtslu av brotsspørkum! Freistandi er at seta oman- fyristandandi samanbering, eftir at Holland hóskvøldið mátti lúta fyri Italu eftir 120 harðar minuttir og eftir- fylgjandi brotssparks- kapping. Vunnu og taptu Spátt varð undan dystinum, at avgerandi fyri dystin varð, hvussu italska verjan fór at standa seg móti hol- lendska álopinum. Á ein hátt kann sigast, at hendan dystin vann hollendska á- lopið, men teir megnaðu bara ikki at gera arbeiðið liðugt. Tvær ferðir vórðu italumenn nevnliga noyddir at nýta ólóglig vápn í brots- teiginum, og báðu ferðirnar varð hetta sektað við brots- sparki, men fyrru ferðina vardi Toldo fyri skotinum hjá Frank de Boer, meðan Patrick Kluivert skeyt á stongina seinnu ferð. Í so máta høvdu hollend- ingar allar møguleikar at av- gera dystin, og harumframt spældu teir í nærum 90 min- uttir við einum manni í yvir- tali, eftir at Zambrotta varð rikin av vølli í 33. minutti. Høvdu italiumenn verið verjukendir undan útvísing- ini, so vóru teir tað ikki minni eftir hetta. Fyrstu 90 minuttirnir vóru eitt langt hollendskt álop, meðan italiumenn bert høvdu eitt skot umframt eina frísparks- roynd móti málinum hjá heimaliðnum. Stríddust So at siga allan fyrra hálv- leik tóktist greitt, at tað fyrr ella seinni skuldi eydnast hollendingum at skora, men málið kom bara ongantíð. Sum dysturin fráleið, gjør- dist tó alt meira spennandi. Italska verjan fekk nógv betri fatur á, tá seinni hálv- leikur byrjaði, og eftir at Delvecchio kom á vøllin fyri Inzaghi, vóru brádliga eisini nøkur italsk mótálop at síggja. Einki av hesum gav tó úr- slit, og tá heimaliðið heldur ikki megnaði at skora, mátti úrslitið gerast brotssparks- kapping. Søguligt fyri hesa var, at hvørgin parturin na- krantíð áður hevði vunnið eina brotssparkskapping. Holland hevði roynt hetta tríggjar ferðir, meðan Italia hevði sagt farvæl á henda hátt fýra ferðir. Í brotssparkskappingini helt ónda ringrásin hjá Hol- landi fram. Tey bæði fyrstu brotsspørkini vórðu mis- nýtt, og tá Totti, eins og Pa- nenka gjørdi tað í 1976, lobbaði sítt brotsspark í málið, var líkt til, at Holland var úti. Van der Saar bjarg- aði tó næsta skotinum frá Maldini, men Toldo gjørdi honum kynstrið eftir, tá Bo- sveit skeyt, og so var leyst og liðugt. Fegnir tustu italsku leik- ararnir yvir móti størstu hetju teirra, Toldo, meðan hollendingarnir vónbrotnir máttu ásanna, at teir ikki høvdu gjørt sær dælt av sín- um møguleikum. Onkur vildi kanska sagt, at fótbólturin við hesum tapti, og kanska er hetta eisini rætt. Í øllum førum tá tosað verður um álopsfót- bóltinum, sum Holland stendur fyri. Vælkendi ver- jufótbólturin hjá Italia vann, og hóast talan ikki er um undirhald á sama støði støði, so er tó eisini talan um fótbólt um fótbólt. At enda kann viðmerk- jast, at tá Noreg í seinastu minuttunum av bólkaspæli- num mátti siga farvæl til EM-endaspælið, skrivaði ein blaðmaður í danska Tipsblaðnum, at slík kvøld trýr man uppá, at ein fót- bóltsgudur veruliga er til. Nú skal eg ikki siga, um hetta er rætt ella skeivt, men um so er, kann ein allarhelst staðfesta, at talan er um ein italiumann! Franska vónin livir Tá fraklendingar komu til EM-endaspælið, var tað við einum dreymi um, at teir skuldu gerast fyrsta landið, sum megnaði at verða bæði heims- og europameistari í senn, og henda vón livir framvegis. Mikukvøldið leiktu teir móti Portugal, sum má sig- ast at hava verið positiva yvirraskilsi i endaspæli- num. Talan var um eina endurtøku av hálvfinaluni frá 1984, og umframt at mótstøðuliðini vóru tey somu, so vóru eisini fleiri aðrir samanfallandi lutir í dystinum. Mangt er løgið Ta ferðina varð talan eisini um franskan eitt máls sigur, 3-2, og eins og mikukvøld- ið, varð talan um 1-1 eftir fyrstu 90 minuttirnar. Sigursmálið í 1984 varð skotið av Platini, sum á rygginum bar 10-talið, og sigursmálið mikukvøldið varð skotið av Zidane, sum á rygginum hevur prentað nr. 10. Annars kann til stuttleikar nevnast, at í 1984 var fyrsti dysturin hjá fraklendingum móti Danmark, og í ár varð fyrsti dysturin móti, ja gita – Danmark. Tað stendur eisini stað- fest, at Frakland tað ferðina gjørdist europameistari, eft- ir at Týskland hevði átt heiðurin í fýra ár. Sum er, hava týskararnir, sum eisini vóru eitt vónbrot í 1984, verið europameistarar í fýra ár, men um Frakland ger søguna fullgjørda fæst ikki at vita fyrr enn sunnudagin. At enda kann nevnast, at Týskland í 1980 vann EM, eftir at kekkia púra óvæntað hevði vunnið kappingina fýra ár frammanundan eftir sigur á Týsklandi, og í 1996 vann Týskland EM, eftir at Danmark fullkomuliga ó- væntað hevði vunnið heitið fýra ár frammanundan – við finalusigri á Týsklandi. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so vunnu bæði Kekkia í 1976 og Danmark í 1992 seg fram til finaluna, við at basa Hollandi í hálvfinal- uni. Heilt eins vóru vegirnir hjá Dønum og kekkum tó ikki, tí meðan Kekkia vann við tveimum málum á Hol- landi og við brotsspørkum á Týsklandi, so vann Dan- mark brotssparkskapping móti Hollendingum, fyri síðani at vinna á Týsklandi við tveimum málum. Frálík hálvfinala Um dystin millum Frakland og Portugal hesu ferð er annars at siga, at talan var um eitt fótbóltsupplivilsi av teimum heilt stóru. Frammanunand var nógv skrivað um, at hetta var ein dystur millum Zidane og Fi- go, men teir báðir vóru so avgjørt ikki einastu fótbólt- súrmælingarnir á vøllinum. Snøgt sagt var talan um dyst, sum hevði alt. Høga leikferð, hugflogsríkt álops- spæl og spenning so tað for- slær. Portugisar løgdu seg á odda við einum máli, sum Gomes skeyt, men Henry javnaði fyri heimsmeista- rarnar. 90 minuttir gingu, uttan at nøkur avgerð fall, og líkt varð til, at dysturin skuldi avgerast við brotsspørkum, og tað varð hann kanska á ein hátt. Longda leiktíðin var nevnliga um at vera liðug, tá Xavier nýtti hondina, í eini desperatari roynd at verja fyri einum skoti frá Wiltord. Dómarin varnaðist einki, men linjuverjin hevði sæð hendingina, og sostatt endaði alt við, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Portugisar mótmæltu bæði væl og leingi, men einki fekk dómaran at broy- ta avgerðina, og tá Zidane so endiliga slapp at skjóta, var hann ósvikaliga tryggur. Ein brotssparksdómur er altíð ein keðiligur endi á einum slíkum dysti, men í hesum førinum kundi tað tó ikki verið øðrvísi. Tað hevði tó verið munandi stuttligari, um dysturin varð avgjørdur einar tveir minuttir undan hesum. Tá hevði Zidane fintað einar fýra mótstøðu- menn, men tá seinasta av- leveringin skuldi gerast, fekk portugisiska verjan kortini fatur á bóltinum. Søgulig finala Sostatt verður talan um ein finaludyst millum Frakland og Italia, og bæði fara helst at gera sítt til at skriva ein part av fótbóltssøgu. Italia hevur ikki vunnið nakað heitið, síðani teir í 1982 vunnu HM, og tá italiumenn sjálvir halda seg vera eitt sjálvsagt stórveldi innan fótbóltin. Harafturat hevur italski venjarin, Dino Zoff, møguleikan at gerast fyrsti maður, sum hevur ver- ið europameistari bæði sum leikari og venjari. Zoff vardi nevnliga italska málið, tá Italia í 1968 vann EM. Frakland kann tó eisini skriva søgu, um teir vinna. Teir gerast tá fyrsta land, sum samstundis kann kalla seg heims- og europa- meistara. Finaluluttakararnir funnir Talan verður undir øllum umstøðum um eina søguliga finalu sunnudagin, men skal søgan fylgjast, er eingin ivi um, at tað verða fraklendingar, sum fáa gullmerkini hongd um hálsin. Higartil hava í øllum førum veri nógvar endurtøkur í mun til EM-endaspælið í 1984 Sostatt verður undir øll- um umstøðum søguskriving sunnukvøldið, men hvat lið verður meistari, er ilt at sig- a. Fraklendingar hava sýnt betra spælið higartil, og teir mugu helst metast sum fa- vorittar at vinna dystin. Hinvegin hevur Italia ver- ið sera sterkt, og hóast teir kanska ikki hava sýnt so va- kurt spæl, so hava teir í øll- um førum eina sterka verju, og tað er í øllum førum ein góð fortreyt at hava. Undir øllum umstøðúm er líkt til, at talan verður um eina sera spennandi finalu, tá skíggin verður tendraður sunnukvøldið. Tvey farvæl Eftir taptu hálvfinalurnar søgdu bæði hollendski og portugisiski venjarin farvæl JÁKUP MØRK Teir báðir venjararnir hjá Portugal og Hollandi, ha- va báðir lagt frá sær, nú tað ikki eydnaðist landi teirra at vinna seg frram til finauldystin í EM- endaspælinum. Óvæntað Hósdagin kom tað sum ein skelkur, tá væl lýddi portugisin, Humberto Cu- elhos, legði frá sær. Síðani hann tók við róðrinum hjá artugal, hev- ur tjóðin ment seg frá at hava nakrar evnaríkar leikarar, sum kortini ikki eru nóg góðir tá á stendur, til at verða eitt lið, sum roknast kann við í altjóða kappingum. Sum leikari hevði Cuel- hos eina glæsiliga yvrk- isleið, har hann við fe- lagið sínum, Benfica, vann portugisiska meist- araheitið fleiri ferð. Farvæl til ein legenda Hevði Cuelhos eina glæsiliga yrkisleiðsum leikari, so var hon tað ikki minni hjá Hollendska Frank Rijkaard. Sum leikari var hann við til at vinna alt tað, sum ein leikari kann hugsa sær, við undantaki av sjálvum heimsmeista- raheitinum. Eftir taptu hálvfinaluna móti Italia segði Rijkaard, at hann hevði bert eittans mál, at gerast europa- meistari, og nú hetta ikki gekk, helt hann tað vera tíð til, at aðrar kreftir kunnu sleppa at royna seg. Hóast Holland hevur staðið seg væl í endaspæl- inum, so hevur Rijkaard ikki altið verið væl við- farin í bløðunum. Holland spæli illa í nógvum ven- jingardystum, og ikki fyrr enn eftir 6-1 sigurin á Ju- goslavia, fekk hann ve- ruligan stuðul frá fólk- inum. Frøin var sjálvsagt ovurstór, tá tað varð greitt, at Italia hevði vunnið seg fram til finaludystin Toldo bjargar her fyrra brotssparkið í dystinum. Holland tapti, tí teir bert fingu mál upp á 1 av seks brotsspørkum Portugisar vóru alt annað enn nøgdur um brotssparkið, sum Frakland fekk í fyrru hálvfinaluni