Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 124 - 1. juli 2000 Nr. 124 - 1. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Kaupthing gevur tær møguleikan at gerast virkin partur av altjóða virðisbræva- marknaðinum. Við íløgum í parta- ella lánsbrøv hevur tú møguleikan at fáa ein hægri vinning enn við vanligum uppsparingum. Tosa við okkum, og vit finna í felag eina loysn, ið hóskar til júst tín tørv. S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5 Tinghúsvegur 14 • Tórshavn Tel 351500 • Fax 351501 www.kaupthing.com ALDARINNAR GONGUTÚRUR: Edvard Nyholm Debess og Teitur Lassen framføra um eina viku Aldarinnar Gongutúr. Teir báðir tónleikararnir hava eina ætlan, ið m.a. fevnir um Tey av Kamarinum og Simma. Teir hava malið alt í kvørnini hjá Edvardi, teir hava edvardskað og lassenskað tónleikin og burturúr er komin nýhálmur. Eitt verk, ið verður frumframført komandi vikuskiftið Edvardskur og lassenskur nýhálmur DAGFINN OLSEN Komandi vikuskiftið verður forvitnislig tónleikaætlan framførd á Meiarínum. Júst hvat hon snýr seg um, vilja upphavsmenninir ikki siga, men tó er greitt, at tað er nakað minniligt og at tað ber við Tey av Kamarinum, Simma, Birna Dam og so framvegis. Edvard Nyholm Debess vendi sær til Tórshavnar Býráð, fyri at vita um áhugi var fyri at gera eitthvørt í samband við ár 2000, ið hevði við Havnina at gera og var fyri Havnina. Áhugin var har og Aldarinnar Gongutúrur er eitt verk, ið er úrslit av hesum. Undir- heitið er Ein minnilig tón- leikamynd. Smáttan Sum Edvard tekur til, so segði William Heinesen, at Havnin er heimsins nalvi. Og hetta sigur Edvard, með- an hann væl nøgdur situr í sínum úthúsi í aldingarði- num í Tvørgøtu. Her her tónleikaliga verkstaðið hjá Edvardi. Eins og William hevði sína kreativu smáttu, hevur Edvard sína. Og tað er júst í hesi smátt- uni, at vit prátað við Teit Lassen og Edvard Nyholm Debess um forvitnisligu ætlan teirra. Nýhálmur Teitur og Edvard funnu saman í samstarv fyri mongum árum síðani við ein jazzfestival. Og síðani aftur við 100 ára føðingar- dag William Heinesens. Tá rann saman aftur teirra millum og Teitur kom uppí ætlanir Edvards, tá hann greiddi frá um sín treyta- leysa kærleika fyri gomlum tónleki, Teimum av Kam- arinum, Simma og Birna Dam. Um at finna út av hes- um, sum fyri stóran part hevur við minnir at gera. Um at geva hesum lív, so eisini tey yngru finna út av hesum og koma at kenna hetta. Hetta, sum fyri stóran part livir í minninum hjá mongum. Í smáttuni fær prátið rættiligt flog, meðan vit sita millum kontrabassar, el- bassar, teldu og fløgur. Og orðini og frágreiðingarnar eru flákrandi og veingjaðar, men tó ikki ov avdúkandi, tí tað vilja teir báðir ikki. Alt hetta, hugskotini, rann so saman í hægri eind. Varð edvardskað, lassenskað, koyrt í Edvardsa kvørn og kom út aftur sum nýhálmur, er endin á samanumtøkuni av upprunanum og arbeiðs- gongdini til Aldarinnar Gongutúr – Ein minnilig tónleikamynd. Edvard hevði hugskotið um Aldarinnar Gongutúr. Lyklaorð í upprunaætlanini hjá teimum báðum eru øldir, minnir og uppruni. Ein kann so freistast at trúgva, at tað er tí, at Teitur og Edvard kendu seg bundnar at gera eitthvørt fyri gamla tónleikin, Sum eina skyldu, men so er ikki. Tað er bert spennadi og stuttligt, siga teir báðir. Upprunagesturin Edvard og Teitur leggja dent á, at konseptið, ella ætlanin, er sera greið og hevur stóran týdning. Teir hava nýtt tíð til at finna júst røttu fólkini. Ikki nógv fólk, men tey røttu. Og hóast Ed- vard og Teitur vita hvat teir vilja, so sleppa hesi fólk at gera sum tey vilja, so at skilja, at hevur onkur hug at leika okkurt ávíst, ið ger stykkið betri og er neyðugt hjá tí einstaka, so er frælsi til tess. – Tónleikararnir hava fríar teymar, so tónleikurin fær lív, siga Edvard og Teitur. Tónleikararnir eru valdir út, tí teir verða mettir at hóska til ætlanina, og sum Edvard skemtandi sigur, so eru teir havnarmenn! Tey luttakandi í Aldarinn- ar Gongutúri eru guitarleik- arin Leivur Thomsen, Trygvi í Brekkunum, trummur, sjónleikarin Páll Danielsen, Teitur og Edvard og so Upprunagesturin. Henda seinasta vilja teir ikki avdúka nógv um, men teir leggja dent á, at hann er grundleggjandi og av alstór- um týdningi fyri verkið. Mála við tónum At tað svingar millum teir báðar tónleikararnar í smáttuni í Tvørgøtu, er ikki at taka seg aftur í. Spyr ein, hví verkið hevur heitið tón- leikamynd, so svara teir við snildisligum orðavavstri, at ikki er talan um sjónleik. Kanska um at ímynda sær nakað. Kanska um mynd. Ja, eina minni tónleika- mynd, eina minniliga tón- leikamynd… (og her gavst tygara útsendi at skriva sær meira í blokkin). Men rámandi hugleiða teir, at um ein mynd nú er svørt og hvít, so er bert at seta litir á við tónleiki. Og ætlanin er sera greið og jarðbundin. Ikki tey stóru armsveiggini og hjálpitólini. Tað er hetta við at skapa eitt umhvørvi, fáa fólk at ímynda sær nakað. Skapa stemning , huglag, millum áhoyrarar. Talan er um at skapa eit intimt upp- livilsi, eru Edvard og Teitur samdir um. Postkort Eingin plakat er gjørd í samband við tiltakið, men eitt forvitnisligt postkort. – Hetta er eisini fyri at senda út tekin um, at her er nakað øðrvísi. Ikki bert ein Komandi vikuskiftið framføra Edvard og Teitur Aldarinnar Gongutúr. Eingin plakat er gjørd, men forvitnisligt post- kort, fyri at leggja dent á, at her er nakað øðrvísi Teitur Lassen og Edvard Nyholm Debess uttan fyri smáttuna í aldin- garðinum hjá Edvardi. Eins og William Heine- sen, hevur Edvard sína kreativu smáttu, har Aldarinnar Gongutúrur hevur sín uppruna Mynd: Jens Kr. Vang Sum Edvard tekur til, so segði William Heinesen, at Havnin er heimsins nalvi. Og hetta sigur Edvard, meðan hann væl nøgdur situr í sínum úthúsi í aldingarðinum í Tvørgøtu. Her her tónleikaliga verkstaðið hjá Edvardi. Eins og William hevði sína kreativu smáttu, hevur Edvard sína » « Um ein mynd nú er svørt og hvít, so er bert at seta litir á við tónleiki » « konsert, har Edvard og Teit- ur leika, siga teir báðir. Framførslurnar eru fyri- bils tvær í tali og tær verða tann 8. og 9. juli á Meiarí- num í Havn. Leygardagin klokkan 21.30 og sunnu- dagin klokkan 20.00. Atgongumerkini til verk- ið Aldarinnar Gongutúrur, sum Edvard stendur skriv- aður fyri at hava skrivað, sett saman og eiga hugskot til, fáast á Kunningarstov- uni í Havn og tey kosta 75 krónur. Myndviðgerð: Álvur Haraldsen