Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TUNGMÁLMUR Fróði Løkságarð Metalhugaðir føroyingar fáa í summar forkunnuga vitj an. Hetta verður, tá bólkurin U.D.O. hjá fyrr- verandi Accept høvuðs- manninum, Udo Dirk- schneider, vitjar Voxbotn. Tað er ikki ov nógv sagt, at tal an er um ein stavnamann inn an metalsjangruna. Um vit hugsa um fagnaðar metal sang ar ar frá átta ti ár- unum, er trupult at koma uttan um menn sum Rob Hal ford úr Judas Priest, Bruce Dickinson úr Iron Maid en, Ronnie James Dio úr Rain bow, Black Sabbath og Dio, og so sjálvandi Udo Dirck schneider úr Accept og seinni U.D.O. Tung byrjan Udo Dirkschnieder hevur ver ið virkin innan tónleik síð an einaferð seinast í seksti árunum. Tíðliga í sjeyti árun um setti hann á stovn bólkin Accept. Um hetta mundið var hann bú- sit andi í Solingen í Týsk- landi. Tað gekst ikki bólkinum nak að serligt tey fyrstu árini, men í 1979 eydnaðist bólki num at fáa ein plátu- sátt mála, og seinni sama ár gjørdist fyrsta og sjálv- nevnda útgávan hjá bólki- num veruleiki. Ikki er talan um serliga minni liga fyrstu útgávu. Fram leiðslan var vánalig, og sang skrivingin ikki nógv mæta ri. Tað var lítið sum bendi á at bólkurin skuldi gerast ein av týðandi metalbólkunum í áttatiárunum. Men við trið ju útgávuni, Breaker, sum varð givin út í 1981 byrj aði veruliga at ganga rætt an veg. Næstu fýra ár ini gjørdust gyltu árini hjá Accept. Og útgávurnar Rest less And Wild frá 1982, Balls To The Wall frá 1983 og Metal Heart frá 1985 staðfestu støðuna hjá Accept, sum eitt av týð andi nøvn un um á metal palli- num. Á egnum beinum Tað var í 1987, at Udo Dirk- schneider tók seg úr Accept og setti á stovn nýggj an bólk, U.D.O. sum er upp kall- aður eftir høvuðs manni- num. Tónleikaliga var nýggi bólk urin ikki ólíkur Accept. Kanska heldur ikki so løgið, um hugsað verður um, at tað eru limirnir í Accept, sum hava skrivað tónleikin til fyrstu útgávuna hjá U.D.O. – í stuttum er talan um týskt powermetal við fang andi løgum og eyð- kendu røddini hjá Udo fremst í ljóðmyndini. Animal House var heitið á fyrstu útgávuni frá 1987, sum serliga gamlir Accept fjepp arar fegnaðust um. Millum væl eydnaðu løgini kunnu vit nevna heitislagið Animal House, They Want War og Run For Cover. Eftir út gávuna var bólkurin á kon ser ferð saman við eitt nú Guns N’ Roses, Lita Ford og Zodidac Mindwarp. Longu árið eftir vóru U.D.O. klárir við einum upp- fylgjara. Mean Machine var heit ið á aðru útgávuni. Í mun til fyrstu útgávuna vóru tað limirnir í U.D.O. sum sjálvir høvdu skrivað tón leikin á útgávuni. Nakað av út skifting var eisini farin fram í bólkinum. Nýggju limirnir í U.D.O. vóru eisini kendir úr øðrum týskum metal bólk um, so sum Running Wild og Sinner. Eins og fyrsta útgávan, varð Mean Machine eisini væl mót tikin av ummælarum og fjepp ar um. Næstu árini eydnaðist U.D.O at hugtaka fjepparar og ummælarar við útgávum sum Faceless World frá 1990 og Timebomb frá 1991. Hen- da seinasta gjørdist sein- asta útgávan hjá U.D.O., áðr- enn bólkurin helt ein longri steðg. Aftur í Accept Í 1992 avgjørdi Udo at tíðin var búgvin at leita aftur til gamla bólkin Accept, hvørs uppruna manning, hevði gjørt av at fara aftur í upptøkuhølini. Úrslitið gjørd ist útgávan Objection Over ruled, sum tónleikaliga var ógvuliga lík Accept í mið áttatiárunum. Sjálvur hev- ur Udo sagt at henda út- gávan var ein fragd at festa á band, og hann metti hana sum eina hina bestu hjá Accept. Hvussu var og ikki, so komu gomlu ósemjurnar í bólkinum undan kavi aft ur longu stutt eftir, at upptøkurnar vóru lid nar. Kortini megnaði upp runa- mann ingin at lata tvær útgávur afturat úr hond- um. Death Row í 1994 og Predator í 1996. Eftir tað seinnu valdi Udo enn eina- ferð at taka seg úr Accept. Solid, sum var send í búð ir nar í mars mánaða í 1995, er fimta útgávan hjá U.D.O. og somuleiðis tann fyrsta, síðan bólkurin gavst at spæla saman í 1992. Ikki var so øðiliga nógv nýtt undir sólini. Udo var trúgvur mótvegis fjepp ar- unum, og hvat teir vænt- aðu av honum. Til stutt- leikar kann nevnast, at trummu sláar in úr Accept, Stefan Kaufmann, royndi seg sum guitarleikara á hesi útgávuni. U.D.O. hava ver ið virknir út í eitt líka síðan hesa útgávuna, og ein javnur streymur av út gáv- um, bæði konsert útgávur, og studio útgávur, eru send- ar á marknaðin síðani. Úr Vágsbotni til Wacken Tískil er talan um ein virkn- an bólk sum vitjar Voxbotn í summar, so seint sum fyri einari viku síðan var nýtt stak lag sent á marknaðin. Gongur sum ætlað, so verður nýggj útgáva, sum væntandi far heitið Deca- dent tøk tíðliga næsta ár. Sambært heimasíðuni hjá bólkinum fer bólkurin á konsertferð í Týsklandi í mars mánaða, og fram ímóti sumri er ætlanin at bólk ur in skal á konsertferð í norður londum. 27. juni verður bólkurin at hoyra í Vágsbotni, tá teir verða høvuðusnavn á Vox- botn 2015. Bara tvær vikur seinni verður bólkurin at hoyra á heimsins stórsta metal festivali, Wacken í Týsk landi. Sambært fyri skipar un- um, kunnu føroyskir metal fjepparar vænta sær eina skrá, har bólkurin bæði spæl ir tilfar hjá sær sjálvum og nøkur av kendastu løg- unum hjá Accept. TUNGIR DREINGIR ÚR TÝSKLANDI Týska rocklegendan U.D.O. kemur næsta summar til Føroya at syngja Balls To The Wall og Metal Heart fara óivað at ljóma oman yvir Nólsoyar Páll, tá týsku U.D.O. verða eitt av høvuðsnønvnunum á Voxbotn 2015