Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Eyðun Klakstein Frants Jensen í Fuglafirði hevur í næstan 20 ár verið virkin í arbeiðnum hjá Heima­missiónini og Bláa Krossi. Í nógv ár starvaðist hann á blaðnum Trúboðanum, har hann eisini var blaðstjóri stóran part av tíðini, og nú hevur hann verið aðal­skriv­ ari hjá Bláa Krossi Føroya í tvey eitt hálvt ár. – Kristna lívsáskoðanin og kristnu lívsvirðini hava stóran týdning fyri meg, og tey hava altíð fylt nógv í mín­ um lívi. Við at arbeiða fyri Heima­missiónina og Bláa Kross havi eg fingið veruligt innihald í mítt arbeiðslív og havi ikki bara eitt arbeiði fyri at fáa løn. Arbeiðið hevur nógv størri týdning enn tað, sigur Frants Jensen. – Eg kenni meg priviliger­ aðan at sleppa at arbeiða við tí, sum eg brenni fyri. Eg kundi eisini havt eitt meira vanligt arbeiði, og síð­ani brúkt frítíðina til hetta, men brúk er eisini fyri fólki, ið arbeiða við hes­um í gerandisdegnum fyri at røkka so langt út sum gjør­ ligt og veruliga gera mun, sigur hann. Øll fáa hjálp Blái Krossur er kristin hjálpar­felagsskapur, sum ser­liga ger arbeiði millum fólk, ið hava trupulleikar av mis­nýtslu av rúsandi løgi og evnum. Arbeiðið um­fatar eis­ ini familju og onnur av­varð­ andi hjá mis­nýt­arunum. – Altjóða gransking vís­ur, at mistnýtsla av rús­drekka og rúsandi evnum er sera skaðilig. Heims­heilsu­stovn­ urin WHO skrivar í frá­greið­ ingini Global status report on alcohol and helth report 2014, at í 2012 doyðu 3,3 milliónir fólk kring heimin orsaka av rúsdrekkamisnýtslu. WHO skrivar eisini, at rúsdrekka kann viðføra yvir 200 ymiskar sjúkur. Í Evropa er rús­drekka triðovast á list­ anum yvir vandabólkar, ið kunnu viðføra sjúku ella deyða. Og fyri hvønn mis­ nýt­ara eru tað í miðal fýra fólk, ið verða ávirkað av mis­ nýtsluni – tey verða passivir misnýtarar, sigur Frants Jensen. – Alt hetta kenna vit aftur í føroyska samfelagnum, og tað er millum hesi fólk – mis­ nýtarar og teirra av­varð­andi – at vit royna at gera eitt hjálpararbeiði, sigur Frants Jensen. Í virðisgrundarlagnum hjá Bláa Krossi verður sagt: »Vit royna, við Guds og hans­ ara orðs hjálp, at hjálpa og veg­leiða menniskju í viður­ skift­unum við Gud, seg sjálvan og næstan.« – Blái Krossur virkar á ein­um kristnum grundarlagi, men vit taka ikki atlit til bakgrundina hjá fólki, ið hava brúk fyri hjálp. Øll eru skapt í Guds mynd, og vit vilja hjálpa fólki, líkamikið hvussu teirra lívsáskoðan ella lívsførsla er. Vit fjala ikki út yvir kristnu virðini í okkara arbeiði, men vit trútta ikki nakað niður yvir fólk. Valið er teirra, sigur Frants Jensen. Rúsdrekka stýrir Blái Krossur bjóðar døgn­við­ gerðar, umframt ambulant tilboð, á Blákrossheiminum á Nesi, til fólk, ið eru bundin at rúsdrekka ella rúsevnum. Blái Krossur hevur eisini Umsorganarheimið í Havn, ið er tilboð til teirra, ið ikki sjálvi megna at fasthalda varandi bústað. Blái Krossur bjóðar eisini aðrar tænastur og ger annað arbeiði, og tey eru farin at leggja størri orku i fyribyrgjandi arbeiði. – Vit møta nógvum fólk­ um, sum hava fingið álvar­ sligar trupulleikar av rús­ drekka ella rúsevnum, og sam­stundis sum vit vilja hjálpa hesum fólkum, ynskja vit eis­ini at gera eitt fyri­ byrgj­andi arbeiði, so at færri fólk koma í rúsdrekka­fell­ una, sigur Frants Jensen. – Vit vilja hjálpa við at kunna og upplýsa um av­ leið­ingarnar av rúdrekka, og vit vilja vísa á, at tað er ein annar vegur – eisini hjá børn­ um og ungum, sum vaksa upp í einum umhvørvi við mis­nýtslu av rúdrekka. Blái Krossur hevur eitt nýggjari átak við heit­ inum »Øll hava rætt til góð barnaár«, og hetta tilboð er til børn og ung, sum í ger­ andis­deg­num kenna av­leið­ ingarnar av rúsdrekka­mis­ nýtslu. – Nógv fólk liva í heimum, har rúsdrekka myndar ein sera stóran part av ger­ andis­degnum. Fólk, sum eru rundan um ein mis­ nýtara, gerast passivir misnýtarar, tí tey royna at hjálpa og bera í bøtu­flaka fyri misnýtaran. Tað er púra vanligt, at ger­andis­ dagurin og til dømis jóla­høgtíðin verða løgd til rættis eftir mis­nýt­ aranum. – Vit vilja gjarna hjálpa børn­um og ungum, sum liva við hesum í ger­andis­deg­ num. Vit vilja gjarna vísa teimum á, at tað er ein annar vegur, og at tey kunnu bróta út úr einari ónd­ari ringrás við mis­nýtslu, sigur Frants Jensen. Færri fólk skulu í felluna Hvat er tað besta við jólum? – Eitt av tí stóra við jólunum er, at familjan kemur saman, og at hon kann hugna sær. Tað størsta er tó, at Jesus kom og broytti heimin. Hann gevur vón – eisini hjá tí, ið hevur rústrupulleikar. Hvør bók hevur havt serliga ávirkan á teg? – Nakrar av teimum mongu bókunum, eg havi lisið, hava havt stóra ávirkan. Men tann, ið hevur havt og framvegis hevur størst ávirkan á meg, er Bíblian. Eg verði ikki liðugur at lesa hana. – Nógv fólk liva í heimum, har rúsdrekka stýrir stórum parti av gerandisdegnum, sigur Frants Jensen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Felagsskapurin hjálpir misnýtarum, men ger alt meira við fyribyrgjandi arbeiði, so at færri fólk enda í rúsdrekkafelluni Myndir: Sigmar Mørkøre