Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146 undir fýra eygum – Nógvir makar og nógv børn stúra fyri jólum, og fleiri misnýtarar leggja plan­ ir fyri jólini, so teir hava nokk at drekka. Tað er ikki lætt at blanda seg upp í hetta og at hjálpa, tí hetta er í privat­lív­ inum hjá fólki, og tí er tað av­markað, hvat vit kunnu gera, men vit bjóða fólki eitt til­boð, sum tey kunnu taka av, sigur hann. Fyribyrging Blái Krossur Føroya mælir til fráhaldni frá rúsdrekka, og tey virka eisini fyri av­ mark­ingum í útboðnum av rús­drekka. – Tað hevur ávirkan á rús­ drekkanýtslu og mis­nýtslu, hvussu møguleikarnir eru at fáa fatur á rúsdrekka í sam­felag­num. Nakrir av týdn­ingar­mestu av­mark­ ing­unum, sigur WHO, eru í at­komilig­heit, prísi, aldurs­ marki og marknaðar­føring, og her eiga vit at verða aftur­hald­andi, sigur Frants Jensen. – Nógv fólk brúka rús­ drekka við máta, til dømis aftur við mati ella til serligar hugna­løtur. Men vit vita eis­ ini, at sjálvt hjá fólki, sum halda seg nýta rúsdrekka við máta, kann tað enda galið. Vit mæla til fráhaldni, men vit virða eisini, at onnur velja aðrar loysnir, sigur hann. – Øll kunnu vera við at forða fyri rúsdrekka­mis­ nýtslu. Sum einstaklingar hava vit ábyrgd og kunnu verða fyrimyndir, og sum sam­felag eiga vit eisini at fyri­byrgja og hjálpa. Frants Jensen heldur, at fyri­myndirnar í samfelag­ num hava serliga ábyrgd at avmarka nýtsluna av rús­ drekka. – Til dømis kunnu idolini í ítrótti og tónleiki veruliga gera mun, og tey hava eisini eina serliga skyldu at verða fyridømi í sambandi við rús­drekka. Fyrimyndirnar kunnu flyta mest, heldur hann. Arbeiðið at hjálpa fólki, ið hava trupulleikar av rús­ drekka, verður ongantíð lið­ ugt. Hóast Blái Krossur ger eitt miðvíst hjálpararbeiði og eis­ini hjálpir nógvum fólki at koma fyri seg aftur, eru tað altíð onnur, ið hava brúk fyri hjálp. – Tørvurin á hjálp er støð­ ugur, og ongar ábend­ingar eru um, at hann fer at minka. Tí kenna vit eina serliga ábyrgd á okkum at gera eitt so gott hjálpararbeiði sum gjør­lig millum føroyska fólk­ ið. Og ein týðandi partur av hesum er at fyri­byrgja, at fleiri koma út í rús­trupul­ leik­ar, sigur Frants Jensen. eydun@sosialurin.fo Hvat ger teg glaðan? – Tað gleðir meg at síggja ella hoyra, tá ið fólk, ið hava verið bundin at rúsdrekka ella rúsevnum, verða frí av hesum og kunnu byrja eitt nýtt lív. Tað gleðir meg eisini at kunna vera við at gera mun hjá tí einstaka. Hvat ger teg keddan? – Tað harmar meg, at tað materialistiska fyllir so nógv hjá okkum føroyingum. Tað pínir mítt hjarta, at tað ikki verður gjørt meira fyri at steðga tí miðvísu útruddingini av kristnum, ið fer fram í mongum londum í Miðeystri í hesum døgum. Aðalskrivarin í Bláa Krossi Føroya er sera vón­brotin av, hvussu nýggi flogvøllurin í Vág­ um hevur valt at seta rús­ drekka fram. – Brennivínið hevur fing­ið heiðurspláss á flog­vøll­inum, og øll, sum koma til landið – bæði børn og vaksin – skulu møta øllum handils­hyll­ unum við brennivíni, sigur Frants Jensen. – Tubbakið skal goym­ast fyri fólki, og skalt tú keypa ein pakka av sigarett­um á flogvøllinum mást tú aftur um eitt for­hang fyri at sleppa til pakk­ar­ nar. Soleiðis skuldi tað eisini verið við rús­drekk­ anum á flog­vøllinum. Vit hava av­mark­ingar gald­andi alla aðrastaðni í Føroyum, hvar loyvi er at seta rúsdrekka fram á handils­hyllarnar. Tí er tað ein andsøgn móti rús­ drekka­lógini at brenni­ víns­fløskurnar kunnu setast fram á besta plássi á flog­vøllinum sjónligt fyri børnum og ungum. – Vilja myndugleikar og politikarar taka atlit til fólkaheilsuna hjá van­ liga føroyinginum – og tað haldi eg eri ein sera týðandi uppgávu hjá politik­arum og myndug­ leik­um – so er tað av­gjørt ikki við at gera at­gongd­ ina til rúsdrekka lættari og sjónligari. Heldur hin­vegin, sigur Frants Jensen. Vónbrotin av flogvøllinum UM Frants Jensen Frants Jensen er 42 ára gamal og úr Fuglafirði. Hann hevur útbúgving sum journalistur av skúla í Noregi, og hann er í holt við at taka diplomútbúgving innan leiðslu á Handsilsskúlanum. Hann starvaðist á Trúboðanum, sum er blaðið hjá Heimamissiónini, frá 1993 til 1997 og aftur frá 2000 til 2012. Síðani 2012 hevur hann verið aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya. Frants hevur eisini starvast í styttri tíðarskeið á Sosilalinum og á Dimmalætting.