mánadagur 22. desember 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú nærkast jólum og at vit
glað og lukkulig kunna gleð
ast saman við okkara kæru
felags um okkara vin Jesus,
ið varð føddur jólanátt og
sum gekk leiðina út á Golgata
og lat har sítt lív fyri okkum,
soleiðis, at hvør tann sum
trýr á hann, ikki skal glatast,
men eiga tað æviga lívið. Men
fyri nøkur blivu hesi jól ikki
tey somu sum seinastu jól.
Ein, ið man elskaði, var farin
um sýnuna til annan stað.
Fyri familjuna hjá Ewaldi
Sørensen varð hetta soleiðis:
Tann triðja juli 2014 flutti
Ewald heim til Harran, sum
hann hevði tænað alt sítt lív
við sínari stillu gongd, talu
og sangi.
Frá ungum árum kom eg
at kenna henda stilla mann.
Eg møtti hesum unga og sera
vakra manni í míni heimbygd
Skála. Tað, sum hugtók meg
mest, var, tá ið eg møtti
honum, so hugdi hann róliga
og við sínum vakra smíli
uppá meg og kundi syngja
eitt vers av sanginum: Àh
signaða framtíð tað gott er
at vita at ævigur bústaður er
fyri stavn skjótt kemur vár
frelsari okkum at flyta frá
foldini inn í ta himmalsku
havn.
Eisini minnist eg, at eg
sum ungur plagdi at fara í
handilin hjá Kjølbro, eisini
kallað stóra hús á Skála. Har
plagdi eg at møta Ewaldi og
bað eg hann syngja fyri mær.
So tók hann meg til síðis og
so minnist eg, sum var tað í
gjár, at hann við síni stillu og
góðu rødd sang fyri mær. Enn
stendur hetta livandi fyri
mær og syngi eg ofta sjálvur
hendan sangin: Eg elski Guðs
fólk og eg elski Guðs borð eg
elski Guðs sannleik at hoyra
eg eigi Guðs lyftir eg eigi
Guðs orð og hvat skal eg
ynskja mær meira.
Tá eg fyri uml. trimum
árum síðani helt mín 75 ára
føðingardag, og vit vóru
uml. 250 fólk samlað, bað
eg hann koma út og syngja
fyri okkum. Eisini heitti eg á
hann, tá eg skuldi siga nøkur
orð á rás 2. Sangurin, ið hann
sang, var eg eigi hirðan ein
mær kærur er.
Eg kann ikki siga, at eg
minnist Ewald á talarastóli;
men meira á gøtuni og har
hann ofta kom yvir til ein
og sang eitt ørindi, ið fylti
hansara lív.
Tann dagin Ewald fór til
gravar, kom ein trúgvandi
vinur til mín í gongini í Ebe
nezer og hann segði:,, Nú er
ein av tínum bestu vinum
farin.” Eisini fevndi familja
hansara um meg og gjørdi
hetta mær gott.
Mín høgt elskaði vinur,
Ewald. Nú ert tú farin um
sýnina, farin inn í ta tryggu
havn, sum Harrin Jesus vann
tær á Golgata. Til tykkum,
konu Ewald og familju má
Jesus fylla hansara pláss á
jólum og í framtíðini. Ewald
takk fyri alt tú vart fyri meg,
Hjalgrim Davidsen.
Bert tey vera við í tí
syngjandi skara
Sum her funnu frið við sín
Guð
Í trúnni á Jesus vár frelsara
kæra
Bert teimum skal falla hin
lukka í lut.
Áh songur sum tónar um
Guðs paradís
Tá einglar og frelst syngja
lambinum prís.
Hjalgrim Davidsen
Minningarorð um mín góða vin
Ewald Sørensen
Richard Poulsen
f. 25.11.1949 d. 22.10.2014
Tøkk til Emil Olsen prest fyri góð og vøkur orð.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar og tøkk fyri
alt hjálpsemi í sambandi við jarðarferðina og
ervið.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Familjunnar vegna
Poula og Hans Jákup
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymsan hátt gleddu okkum á
gullbrúdleypsdegi okkara, sum vit hildu
6. desember 2014.
Við ynski um eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Blíðar heilsanir
Hjørdis og Jacob Ludvig
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá góða kona, mamma, vermamma,
omma, langomma og olduromma okkara
Dania Josefine Olsen
f. 25.06.1928 - d. 24.10.2014
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til heimahjálpirnar, sum passaðu hana,
meðan hon var heima. Tøkk til Eysturoyar røktar-
og ellisheim fyri góða røkt og vælvild, meðan hon
búði har.
Ein serstøk tøkk til leiðslu og starvsfólk á
Røktarheiminum í sambandi við ervið.
Tøkk til Súna fyri góð og troystarrík orð á
Røktarheiminum, og Meinhard Bjartalíð prest í
kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænara, sangara og gravara.
Tøkk fyri gávur til Rituvíkar missiónshús.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Arnholt