mánadagur 22. desember 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Varðin Pelagic hevur gjørt stuðulssáttmálar við
bæði Pál Joensen og TB fyri komandi tíðin
Norðoya Sparikassi
høvuðssponsor
hjá Ægir 2015-2017
Venjari hjá Gilla gevst
Varðin Pelagic
stuðlar Pál og TB
hondbóltur
Tróndur Arge
– Pál Joensen er eitt av okk
ara størstu ítróttarnøvnum
og hevur Pál heilt greið
mál at verða nummar eitt
í heiminum, verður sagt úr
Varðanum Pelagic. Avtalan,
sum er gjørd við Pál, gongur
heilt fram til OL í Rio í 2016.
– Stóra tøkk til Varðan
Pelagic fyri at stuðla mær
í mínum yrki fram til OL
í 2016, sigur Pál Joensen á
Facebook, haðani myndin er
frá.
Varðin Pelagic kennir á
sær, at tey nú stuðla nærum
hvørvinum, har Pál Joensen
er frá, og Føroyum, tí tað er
okara land hann umboðar, tá
hann er úti í heimi og svimur.
Umframt at gjørt stuðuls
sáttmála við Pál, so hevur
Varðin Pelagic eisini gjørt
stuðulssáttmála við TB, sum
í ár er aftur í fremstu deildini
í Føroyum. Avtalan er gjørd
fyri komandi kappingarár,
men kann leingjast við ein
um ári.
trondur@sosialurin.fo
Í kavaveðrinum hósdagin
tann 18. desember skriv
aðu stjórin í Norðoya
Sparikassa
Marner
Mortensen og formaðurin
í Ægir Símun á Høvdanum
undir ein nýggjan trý ára
sponsoravtalu. Við í sam
komuni vóru eisini besti
svimjarnir í Ægir og aftaná
bleiv bjóða lagkaka, frugt
dessert og kaffi á loftinum
í Sparikassanum.
Norðoya
Sparikassi
hevur verið høvuðsspon
sor hjá Ægir í mong ár og
hevur verið við til, at Ægir
telist ímillum bestu svimji
feløgunum í Føroyum. Ì ár
hevur gingist væl hjá Ægir
og tann svimjarin, sum
hevur klára seg eina best,
var Alvi Hjelm, sum kom
heimaftur frá Nordiskt
Mesterskab í desember við
trimum heiðursmerkum.
Sjálvandi
hevði
hann
heiðursmerkini við í Spari
kassan hósdagin.
Aðrir svimjarar, sum
hava klára seg væl í
ár eru: Cecilia Wigant
Eysturdal, sum luttók í
heimsmeistaraskapinum
í Doha. Signhild Joensen,
Victoria Wigant Eysturdal
og Ásbjørg Hjelm, sum
luttóku í NJM og Alvi
Hjelm sum luttók í NM.
Fleiri met eru sett og ung
dómsarbeiðið hjá Ægir, við
Karsten Wigant Andersen
á odda, er við at menna seg
aftur.
Í 2015 verður eitt stórt
ár fyri Ægir, tá ið felagið
fyllir 40 ár í januar og í
febuar verður stór veitsla
í Skálanum. Í Januar ferð
okkara 1. lið og 2. lið til
Ísland í svimjikapping og
so vera eisini Oyggjaleik
irnir hildnir í Jersey og har
skulu vit royna, at fáa so
nógvar svimjarar við sum
møguligt.
Formaðurin í Ægir er
stak væl nøgdir við sátt
málan og heitti hann á
allar svimjarnar í Ægir,
nú høvuðssponsorurin er
Norðoya Sparikassin, at
teir fóru at brúka NS sum
teirra banka og vónaði, at
samstarvið fór at vera gott,
bæði fyri Sparikassan og
Ægir.
trondur@sosialurin.fo
Venjarin hjá danska Super
liga felagnum, AaB, sum
hevur Gilla Sørensen í hóp
inum, hevur valt at gevast
í felagnum, tá sáttmálin í
summar gongur út. AaB
hevur bjóðað 52 ára gamla
venjaranum nýggjan sátt
mála, men Kent Nielsen
ynskir at royna nýggjar av
bjóðingar.
– Vit vildu fegin hildið upp
á Kent Nielsen, sum hevur
gjørt eitt framúr arbeiði í
felagnum, ið eisini sæst aftur
á at vit vunnu greipuna í fjør,
sigur Allan Gaarde, ítróttar
stjóri í AaB við heimasíðuna
hjá felagnum.
–
Samráðingarnar
um
ein nýggjan sáttmála hava
verið
ódramatiskar,
men
eftir staðfestingina frá Kent
Nielsen, so eru vit sjálvandi
farnir í gongd við at finna ein
nýggjan venjara, sigur Allan
Gaarde við heimasíðuna hjá
felagnum.
– Tá vit koma til í summ
arið, so havi eg verið í felag
num í fimm ár. Sjálvt um eg
havi verið glaður fyri tíðina
í felagnum og eisini hava
umhugsa at leingja, so meti
eg, at hetta er rætta tíðina at
gevast, sigur Kent Nielsen,
sigur heimasíðuna hjá AaB.
Í løtuni spælir føroyski
Gilli
Sørensen
við
AaB.
Eisini Hallur Hansson og Pól
Jóhannus Justinussen hava
verið í felagnum undir Kent
Nielsen.
trondur@sosialurin.fo