mánadagur 22. desember 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
V
it elska Pál Joensen og hini ítróttarfólkini,
sum geva alt fyri at umboða Føroyar í
altjóða kapping. Vit elska Pál Joensen, sum
er uppvaksin í einum alt for lítlum hyli við
ongum hentleikum, men sum í dag bjóðar
heimselituni í svimjing av. Uttan nakrar tøkniligar
serfrøðingar og heimskendar venjarar, so hava hann
og lokali venjarin, Jón Bjarnason, burturúr úr ráðari
styrki gjørt Pál Joensen til ein olympiskan svimjara.
Søgan er so góð, at hon verður endurgivin
hvørja ferð Pál hevur fram eitt bragd. Seinast var
tað Politikken við yvirskriftini; »Pál blev færøsk
nationalhelt med lidt vægte i en betonkælder«.
Vit halda eisini øll, at hatta er tann besta søgan,
sum finst. Vit kenna søguna aftur frá kendu films
røðini um boksara Rocky Balboa (Sylvester Stallone).
Fyrst vinnur hann seg á toppin í einum gomlum
og slitnum venjingarhøli. Tað hann hevur er ein vilji
av stál og ein passioneraður venjari. Tá hevur hevur
vunnið seg á toppin í Rocky 1 og Rocky 2, so má hann
aftur til røturnar í Rocky 3 og Rocky 4, tí flottar um
støður vinna jú einki. Tað er hesin jarnharði vilji, sum
vinnur á øllum.
Hvør minnist ikki, tá Rocky Balboa ferðast
til Russlands at boksast móti Ivan Drago (Dolph
Lundgren). Meðan russiski Ivan Drago verður vandur
av serfrøðinum við nýggjastu tøknini, so rennur
Rocky runt í kavanum í fjøllinum og venur við
primitivar útgerð sum øks og steinum.
Eg elski eisini filmin og søguna, men vit mugu
eisini minnast at tað er tað tað er. Ein filmur. Ein søga.
Ikki veruleiki.
Tá føroysku politikkararnir brúka Pál Joensen
sum ein møguleika at koma fram í ljósið, so haldi eg
heldur at teir skuldu hjálpt til, so føroysk ítróttarfólk,
sum hava ætlan um at røkka heimseltinum, skulu fáa
betri sømdir. Fleiri fyritøkur hava givið Pál Joensen
tummilin upp og stuðla honum. Tað er alt avgerandi
fyri at hann kann kempa móti heimselituni. Tað er í
ordan, at Pál er komin úr einum dunnuhyli í Vági, har
hann má venda fleiri enn tvífalt so nógvar ferðir, sum
hinir fyri at koma á mál, men við tíðini mugu vit hava
betri umstøður til at menna ítróttarfólk.
Tí er alneyðugt við rannsóknarstovuni til
gransking innan human-fysiologi, sum verður á
iNOVA. At grannskingarráði og førandi fysiologar
sum Magni Mohr kunnu gera kanning við okkara
fremstu ítróttarfólkum, so at venjarar sum eitt nú Jón
Bjarnason vita hvat teir skulu arbeiða við.
Tað er tann umvenda verð, men tað skal also
verða meiri Drago(Venjingar og kanningar á høgum
tekniskum stigi við serfrøðingum) og minni Rocky
(venjing undir primitivum og niðurslitnum umstøð
um). Tá tað er sagt, so elski eisini søguna um Pál, tí
hon passar – men Pál er gott nokk eisini nakað fyri
seg!
Meiri Drago
minni Rocky
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Jákup
Mørk
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Tilmeldaðu liðini eru AA-liðini hjá VÍF, Neistin, StÍF, Kyndil og H71. Afturat
teimum eru tvey onnur lið, ÍF Føroyar og førosyka U21-landsliðið
Jólahondbóltur
í Hoyvík
ítróttur
Jákup Mørk
Umframt at vitna dagsfor
min hjá okkara fremstu
liðum í manshondbólti í
intensari kapping, er hetta
eisini partur av fyrireiking
unum hjá U21-landsliðnum,
sum hevur altjóða avbjóð
ingar á skránni í januar.
Framsýningarhondbóltur
verður eisini á skránni mitt í
skránni. Her sleppa kvinn
urnar framat, og eru tað
greipuvinnarnir úr Kyndli,
sum skulu royna seg ímóti
kvinnunum úr ÍF Føroyum.
Hesin dystur verður leygar
dagin 27. desember seinna
partin.
A-dómarir
døma
allar
dystir, og allir dystir, undan
tikið
kvinnudysturin
og
finalan
sunnudagin,
eru
2 x 20 minuttir til longd
ar. Kvinnudysturin millum ÍF
Føroyar og Kyndil er á tvær
ferðir 25 minuttir. Finalan
sjálv fær vanliga leiktíð, tað
vil siga 2 x 30 minuttir.
Skráin fyri kappingina
verður løgd út á heimasíðuna
hjá H71, www.h71.fo
jakup@sosialurin.fo
Mynd: Sigmar Mørkøre