Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 4 blaðið Samrøða Danjal av Rana danjal@sosialurin.fo Tíðliga hósmorgunin 4. januar 1990 átti Sarita Andreassen úr Vestmanna trí­bur­ ar, trý vælskapt børn, tvær gentur og ein drong, hóast tey vóru fødd sjey vik­ ur ov tíðliga. Bjørt, mittasta barnið, vig­ aði einans 1700 gram, tá hon var fødd. Tað gingu einans 20 minuttir frá, at Sar­ita átti fyrsta tríburin til tann sein­ asti kom í verðina. Sum vera man, vóru fjøl­miðlarnir á staðnum. Tað gingu einans 10 mánaðir, so vóru tríburarnir aftur í bløðunum. 15. oktobur 1990 vunnu tríburarnir í Happa­dráttinum. Vinningurin kom væl við hjá familjuni, ið brádliga var vorðin nak­að størri enn væntað. Nú fylla tríburarnir 25 ár í næstum. Anna, tann elsta, arbeiðir hjá Luna í Sør­vági. Bjørt arbeiðir í vaskarínum á Lands­sjúkrahúsinum, meðan All­an nýliga er farin at sigla sum mask­in­ meist­ari hjá Maersk. Øll trý búgva enn í Vest­manna. – At vera tríburi er heilt fantastiskt, ser­liga sum børn, tí ein hevur altíð onkr­an at vera saman við, sigur Bjørt Andre­as­sen. Øll trý fylgdust nógv sum smá, og høvdu allar vinir í felag. Allan hev­ur tí brúkt nógvar tímar saman við systr­ un­um og Barbie-dukkum teirra. Hann let­ur tó væl at. – Tað kom sera væl við, at eg altíð hevði onkran at fylgjast við. Húsini vóru ongantíð tóm, tá ein kom heim, og vit hava ongantíð havt nakra orsøk at føla okkum einsamøll, sigur hann. Sum systkin flest, so hava tey arga hvønn annan, men tó ongantíð so illa, at tað er vorðin nakar trupulleiki, sam­ bært Allani. – Tað var í lagi at arga hvønn annan, men vit hava altíð vart hvønn annan fyri happing frá øðrum, sigur Bjørt. Í 6. flokki vóru tríburarnir fyri fyrstu ferð atskiltir á onkran hátt. Bjørt endaði í einum øðrum flokki enn systkini. – Tað var ótrúliga keðiligt at ganga í einum øðrum flokki. Brádliga mátti eg gera skúlating einsamøll, meðan hini bæði sótu saman, sigur Bjørt. Tað hóvaði eisini mammuni illa, ið nú mátti nýta nærum tvífalt so langa tíð at hjálpa teimum við skúlatingunum Tríburar, men ólík Tríburar eru tey kanska, men ólík til skinns eru tey. Og í sinni, siga tey øll trý, og mamman, nærum við ein munn. Tríburarnir Anna, Bjørt og Allan Andreassen, ið fylla 25 ár í næstum, áttu hvør sítt barn innan sjey mánaðir í 2013 fylgjast enn Bjørt, Allan og Anna Andreassen fegnast um, at tey altíð høvdu onkran at vera saman við, tá tey vóru yngri. Tríburarnir