Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 5 blaðið – Tey hava fullkomiliga hvør sína per­sónligheit, sigur mamman, Sarita Andre­as­sen. Tey eru als ikki eins og hava ongantíð verið eins heldur, sigur hon. Spurdar, um systrarnar báðar nakr­ an­tíð hava klandrast, kanska um klæði, dreing­ir ella annað, er svarið heilt greitt. – Vit hava ongantíð havt sama stíl, hvørki í klæðum ella hvat sjeikum við­ vík­ur, sigur Bjørt. Tað gerst alsamt meiri greitt, at Anna hevur verið tann stilla, ordiliga typ­an, Bjørt tann rokaliga, meðan All­ an hevur verið lítlibeiggi. – Eg var nógv ordiligari enn hini bæði systkini. Eg fór ikki úr skúla­stov­ uni, fyrr enn hon var ruddað og havi eisini brúkt nógva tíð heima at rudda upp eftir systkjunum báðum, sigur Anna. – Tað er eitt sindur meiri futtur í mær, serliga út á kvøldið. Mær dámdi væl at ganga í býnum, at sova leingi, eg var heldur rokaligari enn systkini bæði, sigur Bjørt. Og Allan? – Hann líkist kanska meiri Bjørt, men hann er, sum aðrir lítlu­beiggjar, borin á lógvum av okk­um øðrum, siga tær báðar smílndi. Útklipp úr Sosialinum í januar 1990 Myndir: Sigmar Mørkøre