mánadagur 22. desember 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
6
blaðið
Tey halda tað vera eitt sindur ilt at
siga, um tey, sum tríburar, hava eitt
tættari samband hvønn við annan
enn onnur, ið eru tøtt systkin, tó ikki
tríburar. Anna ivast í, um munurin
millum tríburar og vanlig systkin man
vera so stórur, tá man gerst vaksin.
– Nú hava vit okkara egnu familj
ur, vit hava øll maka og egin børn. Tá
hugsar ein kanska ikki so nógv um, at
vit hava nakað serligt samband, sigur
Bjørt.
– Vit hava enn tætt samband hvør
við annan, tó at tað sjálvandi er annar
leiðis, nú vit eru vaksin, enn tá vit vóru
børn, siga tey trý. Allan vísir á, at við
tað, at tey eru javnaldrar og búgva enn í
bygdini øll trý, so vitja tey nógv hvønn
annan, og halda soleiðis sambandið
við hvønn annan við líka. Mamman,
Sarita Andreassen, sigur, at tey hava
altíð fylgt væl við hvørjum øðrum, og
heldur at tað er eyðsæð, at tey hava eitt
tættari band enn onnur systkin.
– Sum børn búðu vit jú saman og
vóru nógv saman, so vit vóru ógvuliga
tætt knýtt saman. So tøtt eru vit tó ikki
longur, hóast vit vitja hvønn annan
dúgliga, sigur Bjørt.
Tey hava tó eisini aðrar orsøkir at
vitja hvønn annan, umframt tað, at
tey eru tríburar. Øll trý systkini blivu
foreldur í 2013. Bjørt átti eina dóttur í
februar, Allan eina dóttur í mars, og
Anna ein son í oktobur 2013. Tað er
sostatt ikki meiri enn eitt gott og væl
eitt hálvt ár millum tey trý systkina
børnini, sum øll ganga í somu stovu í
dagstovninum.
Tá tríburarnir fyltu 18, var stór
veitsla í høllini í Vestmanna (og ja, bløð
ini vóru til staðar, aftur). Nú stendur 25
ára dagurin fyri durum, men hesa ferð
verður eingin stór veitsla. Bjørt er farin
í barnsburðarfarloyvi og er sett at eiga
29. desembur, meðan Allan fer avstað
aftur 31. desembur. Tískil er líkt til, at
hvørgin teirra verður heima 4. januar,
og Anna verður einsamøll við restini
av familjuni.
Tó so, áðrenn ta tíð koma jólini, og tá
verður fult hús heima hjá Saritu. Mað
urin, Jákup Martin Andreassen, siglir
úti og verður ikki heima, men annars
eru øll fimm børnini heima, tríburarnir
og tær báðar eldru systrarnar. Saman
við foreldrunum hjá Saritu og øllum
ommubørnum hennara, vera tey tískil
22 í húsi, tá tað er upp á tað mesta, tó
at “einans” 18 teirra sita til borðs jóla
aftan. Fult hús og nógv lív, júst sum tá
tríburarnir vóru smáir.
Tríburarnir við makum og børnum
Allan, Anna og Bjørt fylla 25 ár 4. januar.