mánadagur 22. desember 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
8
blaðið
samrøða
Annika Kunoy Im
annikak@sosialurin.fo
24 ára gamla kvinnan av Sandi hevur
altíð kent ein longsul til útheimin. Eina
trongd eftir at sleppa at uppliva okkurt
nýtt og spennandi. Hon flutti longu til
Danmarkar sum 16 ára gomul, og kom
síðani heim aftur til Føroyar at arbeiða
í eitt tíðarskeið, áðrenn hon fór niður
aftur í skúla, tí sum hon sjálv greiðir
frá, so hevur hon altíð elskað at ferðast
og uppliva so nógv sum gjørligt.
Nú býr Lillian Dalsgaard í Meksiko
har hon arbeiðir sum ferðaleiðari í hálvt
annað ár. Hóast hon hevði kunnað hugs
að sær at verið heima í Føroyum á jólum,
so er hetta ikki ein møguleiki í hesum
starvinum, tá jólini og nýggjárið eru
hásesong í ferðavinnuni, sigur hon. Í
staðin velur hon at fáa tað besta burtur úr
har sum hon er stødd - at liva í núinum.
Eingi føroysk jól
Starvsfelagarnir hjá Lilliuni í Meksiko
eru úr Danmark, Noregi, Svøríki,
Finnlandi og Føroyum, so hóast hon
er í miðamerika á jólum so verður
norðurlendski dámurin óivað settur á
jólini. Starvsfelagarnir halda hátíðar
halda jólini saman og hava ótilvitað
valt at blanda siðvenjurnar úr ymisku
londunum, so tey øll fáa eitt sindur
heimanífrá, og eitt sindur frá hvørjum
øðrum. Hetta heldur Lillian verður við
til at gera jólini spennandi og gevandi.
Við tað at tey øll eisini eru stødd í
miðamerika, í góðum veðri og svimji
hyli í urtagarðinum, so verða jólini
sjálvsagt eisini meir eksotisk litaði.
Hon sigur at hon ikki fær nógv av
føroysku jólunum í Meksiko. Tað er
torført at senda jólagávur og annað so
langt, og tí verða hesi jólini eini jól har
Lillian fer at taka meksikansku jólini
til sín við teimum siðvenjunum sum
hoyra til. Eisini fer hon at vera opin fyri
siðvenjunum hjá arbeiðsfeløgunum,
sigur hon. Eitt sum Lillian tó kundi
hugsa sær er at fari í kirkju jólaaftan
hóast alt er á sponskum. Hon gleðir
seg tó til at sleppa at sita og murra við
til jólaløgini og droyma seg heim til
Føroya eina lítla løtu.
– Tónleikurin er so fantastiskur og
hevur ikki nakað ávíst mál sum so, so
eg kann sjálvandi sita har og murra við
tá sangirnir í kirkjuni verða spældir.
Tónleikurin er jú so hugnaligur og
hevur stóran týdning fyri meg, eisini
um jóltíðir. Eg plagi at seta meg út á
svalan um kvøldarnar og lurta eftir
føroyskum jólatónum. Hetta er við
til at gera at eg gloymi hvussu langt
heimanífrá eg eri, greiðir hon frá.
Kensluborið
Síðsta ár var Lillian á Kap Verde og
leiddi svensk og norsk ferðafólk á eini
útferð kring oyggina. Eftir tað var
hon á einum barnaheimi og hjálpti til
soleiðis at børnini har eisini fingu eini
gleðilig jól. Sum ferðaleiðari ert tú altíð
upptikin um jólini, og tí er samveran
við starvsfelagarnir eisini serliga
týdningarmikil, og Lillian sigur at tey
eru eisini sum ein litrík familja.
Hóast lívsglaða Lillian hugnar sær
óført í Meksiko so er ikki sørt at hon
verður kensluborin tá tankarnir leita
heim til okkara oyggjaland - serliga um
jóltíðir. Hon sigur at hon saknar at hoyra
hurlivasan tá pyntað verður, at hoyra
sysktini renna um kapp inn í køkin at
lata jólakalendaran upp og síðani spenn
ingin og gleðina í eygum teirra, tá tey vilja
vísa henni hvat jólamaðurin hevur givið
teimum í hosuna. Hon hugsar um jóla
dekoratiónina, sum tendrað verður hvønn
morgun í desember mánaða, og sum lýsur
bjart um morgunmatarborðið. Hon saknar
at sleppa at baka syropskøkur og gera
vættrar úr gandadeiggi saman við familj
uni, sigur hon. Og hóast hetta ljóðar løgið
so saknar hon eisini føroyska veðrið.
Lillian Dalsgaard er stødd í Meksiko á jólum og droymir
seg heim til familjuna, jólahugnan og til kavakløddu
Føroyar. Men jólini í ár verða gleðilig, sigur hon, tí gleðin
við lívinum er eitt tilvitað val, sum Lillian hevur tikið
Jól í
Meksik0
Eg plagi at seta meg út á svalan
um kvøldarnar og lurta eftir
føroyskum jólatónum. Hetta er við
til at gera, at eg gloymi, hvussu langt
heimanífrá eg eri, sigur lillian dalsgaard