mánadagur 22. desember 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
9
blaðið
– Kavakløddu Føroyar um jóltíðir
skulu als ikki undirmetast, sigur hon
sorgblíð. Hóast hendan tíðin ofta tykist
myrk og køld so er jólaboðskapurin í
andsøgn við ta myrkri og kuldan vit
kenna uttanfyri. Hetta er ein tíð har
vit eiga at geva okkum stundir til at
vera saman við teimum sum eru okkum
kær. Nakað flest okkara gera alt ov
sjáldan.
Liva lívið
Hon hugleiðir um hvussu jólini eru
heima saman við familjuni í Føroyum.
Hvussu spent hon var sum smágenta
jólaaftan tá hon vaknaði. Dunnan var
longu í ovninum, og mamman gekk og
stákaði og legði síðstu hond á verkið.
Børnini sótu øll við morgunmatarborðið,
og sluppu at lata eina gávu upp, áðrenn
tey fóru við pápanum í kirkju. Hon
sigur at sum barn snúðu jólini seg í
stóran mun um gávurnar, men at hetta
broytist sum árini gingu, og hon byrjaði
at seta spurnartekin við upprunan av
jólunum. Hvørt ein velur at trúgva
jólaboðskapinum ella ikki, heldur
Lillian at kærleikin ræður á jólum, og
at ein ikki kennur so stóran kærleika
nakra aðra tíð av árinum, sum ein ger
júst nú á jólum tá fólk geva sær stundir
til hvønn annan, hóast mongu jóla
ørindini og møguligu strongdina.
Jólini hjá Lilliuni eru ikki longur
bert gávurnar, men nú snúgva tey
seg eisini um gávuna at geva uttan at
vænta nakað afturfyri, gávuna at síggja
tað stóra í tí lítla og gávuna sum er lívið
sjálvt. At liva lívið til fulnar, sigur hon
endhugað.
– Tað sum eg vil vísa á er at tað er
umráðandi at viriðsmeta løtuna og
minnast til at liva meðan man kann.
Ein skal tora at taka av teimum møgu
leikunum ein verður bjóðaður og gera
tað í rættast er fyri ein sjálvan, sigur
hon.
Gleðilig jól
Hon leggur áherðslu á, at vit áttu øll at
liva lívið soleiðis, sum vit sjálvi ynskja
tað. Hon sigur at hon fær ofta at vita frá
fólki, at hon tykist duga væl at hugna
sær og fáa best burturúr. Men hon sigur
at hetta er eitt val, sum einhvør kann
taka.
– Tað sum eg haldi er ein tann stórsti
feilurin sum mong á mínum aldri gera í
dag, er at tey fara undir lesnað uttan at
vita um tey veruliga hava hug. Tað er
vorðið ein sjálvsfylgja og okkurt ein ger
tí hini gera tað. Hetta skal ikki skiljast
soleiðis at eg ikki havi virðing fyri
sjálvsaga, tí tað havi eg, sigur hon.
Men tað sum Lillian ger kann ein og
hvør gera, tí tað er eitt ítøkiligt val.
Jólini í ár verða gleðilig, heldur
Lillian. Hetta sigur hon tí hon hevur
avgjørt at tey skulu verða tað.
– Eg havi valt at hesi skulu verða
eini gleðilig, lærurík og ørðvísi jól, sum
eg fari at goyma í minninum restina av
lívinum, sigur hon.
Lillian heldur at hon hevur lært
ómetaliga nógv eftir at hava búð í fýra
ymiskum londum við so ymiskum
mentanum og siðvenjum. Tað er áhuga
vert at samanbera londini hvørt við
annað og hetta ger eisini at hon sær
heimlandið við nýggjum eygum tá hon
er heima, sigur hon. Tá hon hyggur á
siðvenjirnar í londunum hon ferðast í
verður kærleikin til egnar siðvenjir og
virðingin ta stórri.
Hvørt Lillian verður heima í Før
oyum, í Meksiko ella onkra heilt aðra
staðirs næstu jól hevur hon als ikki tikið
støðu til enn. Hendan sesongin endar
í mars ella apríl, men enn er ongin av
gerð tikin, sigur hon - hon hevur nógv
spennandi tilboð í væntu.