Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 10 blaðið familjusøga Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Hjá mínum tannlækna arbeiðir ein dámlig kvinna, Alika. Sjálv er hon grønlendsk, ættað úr Thuleøkinum. Tað skiltist, at hon hevði eina áhugaverda ættarsøgu, sum mamma hennara kundi greiða nærri frá. Tá ið mamman, Gaz Zaa Lung, var í Føroyum í november kom eg á tal við hana. Úrslitið er ikki bert ein áhugaverd lýsing av liviumstøðunum norðast í Grønlandi. Hetta er eisini ein spennandi frásøgn um hennara forfedrar, tá ið teir fóru til gongu úr Baffinslandi í Canada at leita eftir ættarfrændum hinumegin sundið millum Canada og Grønland. Henda frásøgn er niðurskrivað av katólska prestinum Guy Mary- Rousseliére í bókini Qillarsuaq, har ættin kann fylgjast frá Canada heilt til Hoyvíkar. Søgan er eisini niðurskrivað av Knud Rasmussen í bókini Slæderejser. Hon er kelda til hesa grein. Knud hevði eina frásøgn frá einum í “ferðalagnum” sum kallaðist Mekrusárk. Sálin fór at ferðast Upprunin til hesa søgu eitur Qillarssuaq, “tann stóri Qillaq”, sum búði á Baffins­ oynni. Hann var andamanari og ein stórur leiðari. Hann hevði hoyrt, at hinumegin havið búðu eisini inuittar. Eftir tað hevði hann ongan frið á sær. Hann var kanska ikki eitt av Guds bestu børnum. Av ótta fyri blóðhevnd gjørdi hann eina sálarferð saman við hjálparandum at leita eftir landinum hjá hesum inuittum. Ein dagin segði hann sínum bygdarfólki frá, at hann hevði funnið hetta landið, og at hann ætlaði sær at fara hagar. Hann heitti á bygdarfólkið um at koma við sær. Tað var skjótt, at tað vóru  10 sletur við 20 hundum og 38 fólkum, sum leitaðu norðureftir at finna hetta nýggja landið, sum leiðari teirra hevði sæð á síni sálarútferð. Við sær høvdu tey eisini kajakkir, tí farast skuldu eisini um vøtn og firðir. Hetta var ein ferð sum vardi í fimm ár. Á leiðini livdu tey av djórum og fugli, sum tey veiddu á leiðini. Men umstøðurnar hava verið so ringar, sum tað kann hugsast. Hetta er eisini ein søga, sum er kend í Baffinslandi. Móti vári fimta árið koma tey til Smiths Sundið, har tað er stytst millum Grønland og Canada  Her fer Qillarssuaq aftur eina sálarferð, meðan likam hansara liggur lívleyst eftir.  Tá ið hann kemur aftur boðar hann frá, at her skal farast tvørtur um sundið, tí hinumegin fóru tey at hitta menniskju. At fara yvir um var kortini ikki bara sum at siga tað við teimum ísfjøllum, sum fyltu sundið umframt opið hav, sum eisini skuldi gangast uttan um. Komið var á land í Anoritoq, norðan fyri har sundið er smalast. Her funnu tey í fyrsta umfari tóm hús, haðani fólk vóru rýmd. Í fyrsta umfari avgjørdu tey ikki at fara at leita eftir øðrum fólkum. Tey vóru nú so illa fyri av svongd, at tey máttu eta teirra deyðu. Nú skuldu tey fara at veiða, so tey kundu hava mat niðurfyri. Her var nóg mikið av millum øðrum reindjórum, so tey liðu ikki nakra neyð. Men so ein dagin síggja tey nakrar sletur við fólkum, og hetta vóru júst hesi fólk, sum tey leitaðu eftir. Tey búðu í einum plássi sum kallaðist Pitorafik, sum ikki var so langt burtur. Fyrstu ferð tey ótu saman kom fram munurin millum teirra matvanar, tá ið teir ótu kjøt. Hjá canadisku inuittum ótu tey ein bita av einum kjøtbeini og rættu tað so víðari til tann næsta. Men ein Thule eskimoari át alt kjøtið av beininum, sum tað var. Her komu hesi fókini so at liva saman, og teir kundu læra av hvørjum øðrum. Thule eskimoararnir lærdu nógv av teirra canadisku frændum. Teir lærdu at byggja kavasmáttur við langari inngongd frá neðra. Her trekti ikki, tí var liviligari inni. Thule eskimoararnir lærdu eisini at skjóta við boða og hetta gjørdi teir førar fyri at veiða reindjór. Eisini lærdu teir at stinga laks í áunum. Og teir lærdu eisini at byggja kajakkir. Frammanundan høvdu teir bara veitt kóp á ísinum. Nú kundi kópur eisini veiðast á sjónum. Men hinvegin lærdu teir kanadisku inuittarnar av teimum Thule eskimoarum   at gera sletur við upp­standara, og var hetta eitt stórt fram­stig. Grønlendsku og kanadisku inu­ ittarnir koma so at gifta seg við hvørjum øðrum, og fingu eisini børn. Tey vóru hægri enn foreldrini og líktust meira indianarum. Men so hendi tað, at tann gamli Qillarssuaq fór at leingjast heim aftur, Grønland er kanska meira spennandi land, enn vit gera okkum far um. Ein áhugaverd søga er um bólkin av canadiskum inuittum sum í 1860- unum fóru til gongu til Grønlands. Haðani er ættin komin til Føroya Hetta kortið vísir leiðina hjá forfedrunum hjá Gaz Zaa Lung. Staðið, har komið var í land í Grønland, er merkt við einum rundingi fóru til gongu í 1860 úr canada til grønlands og endaðu í Føroyum