mánadagur 22. desember 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
11
blaðið
og tey flestu fóru við honum. Men
nøkur blivu kortini verandi eftir í
Thuleøkinum.
Millum hesi vóru Ittussaarsuaq,
sum var olduromma Gaz Zaa Lung.
Hon livdi síni seinastu ár í Thule hjá
ommudóttrini og manni hennara, sum
skrivaði niður hennara søgu. Tískil er
hon eisini ein kelda til hesa frásøgn.
Hon doyði í 1939.
Langomma Gaz Zaa Lung og mað
ur hennara vóru vinir við Knud Ras
mussen, (1879-1933), ein av kendastu
granskarum í Grønlandi. Hann gjørdi
nógvar kanningarferðir norðuri í Grøn
landi, og kom tí nógv til Thule. Hann
hevur skrivað fleiri bøkur um sínar
kanningarferðir. Hann setti eisini á
stovn eina handilsstøð. Norðast í Grøn
landi er eitt stórt øki uppkallað eftir
honum, Knud Rasmussens land. Til
Thule komu eisini nógvar aðrir polar
granskarar sum Peter Freuchen.
Okkurt samband er eisini her við
Føroyar. Knud Rasmussen var í Føroyum
í 1900 við ferðamannaskipinum Botnia,
sum legði at í Føroyum á eini studenta
ferð til Íslands. Henda vitjan fekk
drúgva umrøðu í dagbókini hjá Petur
Alberg.
Eina abbasonur Knud, Lars Rasmussen,
var forrestin eitt skifti stjóri á Hotel Vágar.
Vit vóru annars eisini til skips við línu
skipinum Grími Kamban í 1964.
Trý grønlendsk mál
Mamma Aliku skrivar seg sum sagt Gaz
Zaa Lung. Men hetta navn kann stavast
ymiskt alt eftir á hvørjum grønlendskum
máli, tað verður skrivað. Tað finnast
nevniliga trý mál í Grønlandi. Tey eru
Thule eskimoiskt, vesturgrønlendskt og
eysturgrønlendskt. Tað er sami munur
millum tey, sum millum tey norrønu
málini. Frágreiðingin er tann, at hesi
fólka hava livað so langt frá hvørjum
øðrum, at málini hava útviklað seg
ymiskt. Tí er ikki heilt lætt at skilja
hvønn annan.
Gaz Zaa Lung er fødd í 1953 í tí,
sum í dag kallast Thule, sum eisini
hevur eina ógvusliga søgu.
USA fekk undir krígnum loyvi til
at hava herstøðir í Grønlandi, og ein
av teimum var í Thule, har fólk búðu
frammanundan.
Men í 1954 verður funnið fram til,
at herstøðirnar fóru at krevja so nógv
pláss, at tað var ikki pláss fyri uppruna
ligu íbúgvunum. Teir fingu tískil boð
um at flyta. Tey fingu fýra dagar at
rigga teirra hús av, um ikki blivu húsini
tikin niður, og tey komu at standa á
berum. Tað var so bygd ein nýggj bygd
til teirra í Qaanaaq um 100 km norð
ari.
Hetta hevur verið eitt ógvuliga nógv
umrøtt mál síðani. Thulebúgvar hava
verið í sak móti danska statinum og
hava eisini fingið nakað av endurgjaldi.
Gaz Zaa Lung heldur endurgjaldið
vera nøkur “håndører”, men hetta er
tó ein viðurkenning av, at órættur var
framdur móti íbúgvunum.
Tá var Gaz Zaa Lung so lítil, at hon
minnist einki til tað. Tað vóru eisini
føroyingar, sum vóru við til at sigla hesi
menniskju til teirra framtíðar heim.
Búsettust í ísoyðini
Foreldrini hjá Gaz Zaa Lung búsettust
kortini ikki í fyrsta umfari í sjálvum
Qaanaaq. Tey valdu at flyta longur inn
í fjørðin til eina bygd sum kallaðist
Kangertluarrung. Hon er so ókend, at
hon finst ikki á nøkrum korti í dag.
Her búðu 3-4 húski frammanundan.
Foreldrini hjá mammuni fluttu eisini
hagar, so tey blivu 5-6 húski til
samans.
Tey nýggju húsini vóru gjørd úr
timbri, men eini eldri hús høvdu flag
upp við veggirnar. Hetta er gamal
bygningsháttur, sum vardi betri móti
kuldanum.
Hetta var ógvuliga fjarskotið. Tað
tók einar 4 tímar við hundasletu til
Qaanaaq. Tað, tey livdu av, var kópa
veiða og á sumri veiddu tey náhval.
Tað kundi henda seg, at tey rendu seg
í eina ísbjørn, men tær vóru meira
vanligar longur norðuri.
Her vóru sjálvsagt ikki nógvir
hentleikar. Her var ein lítil handil við
tí mest neyðturviliga, hann kundi so
eisini taka móti skinnum og slíkum
úrdráttum. Seinni kundi nokk so nógv
fáast burtur úr hávalivur, sum góður
prísur fekst fyri.
Her var ikki nógv at fiska. Men
kvinnur og børn plagdu at fiska krutt
ella ulkur, sum tað eisini verður kallað.
Í Føroyum hava krutt ikki verið roknað
sum fólkamatur, men tey ótu tað. Eisini
bar til at veiða krækling.
Kirkja og skúli vóru sjálvsagt ikki.
Lestur var lisin við hús og tey smáu
børnini vórðu undirvíst heima. Seinni
vórðu tey send til Qaanaaq, og tá búðu
tey á skúlaheimi.
Her kundi vera øgiliga kalt, heilt
Framhald á næstu síðu
Hetta er olduromman, sum var við
á ferðini sum smágenta
Alika saman við mammuni, Gaz Zaa Lung, og soninum Páll Sverra
Gaz Zaa Lung roynir við seg trummu uppi í Hoyvík
Veiðumenn í Qaanaaq saman við Ole, pápa Alika
Mamman ber Alika í eini “amaut”, anorak at bera børn í