Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 12 blaðið niður til 30-40 kuldastig. Í fyrstuni var spik av hvali nýtt til at hita húsini við. Seinni gjørdist tað petroleum og kol.   Klæði av skinni Klæði vóru fyri ein stóran part gjørd burtur úr kópaskinnum. Men klæði til børn vóru úr hundsskinni. Serliga vóru tað buksur til dreingir, sum vóru gjørdar úr hundsskinni heldur enn ísbjarna- ella kópaskinni. Hesar eru bæði bleytari og lættari hjá einum barni at ganga í. Tey vóru nógv mjúkari enn kópaskinni. Hundsskinn vórðu eisini nýtt at fóðra kammikkur, stivlar og vøttir og so posar, sum børnini verða borin í. Her var mannagongdin tann, at tá ið ein hvølpur, ætlaður til hetta endamálið, var nóg stórur, varð hann dripin uttan at skinnið varð kruvt. Ofta vóru tað hvítir hvølpar, ið vóru nýttir til hetta endamál. Mannagongdin man hava verið nakað tann sama sum við kálvakíkum í Føroyum. Tá ið hvølpurin var vendur og annars riggaður til kundi barnið lata seg í hann. Konny Nolsøe Zachariasen hevur tosað við Gaz Zaa Lung um teknikkin, sum varð brúktur til at gera hesi klæði. Hetta fer hon eisini at festa á blað.  Tað er ikki bara sum at siga tað at halda seg heitan í slíkum kulda, sum her er talan um. Vit her í Føroyum lata okkara smá­ børn í ullintar undirtroyggjur fyri at halda hitanum. Í norður Grønlandi høvdu tey eitt plagg sum samsvarar við okkara ullintu undirtroyggjur. Tað var virkað úr fuglinum fulkubba, á donskum søkonge. Tað eru mannagongdir fyri hvussu man tekur skinnið av hesum fugli og hvussu hann skal handfarast. Skinnið verður reinsa við at man fær alt skinnið í munnin og  feittsíðan vend­ir úteftir og so reinsar man tað við spýttinum. Henda prosess tekur langa tíð. Tað var arbeiðið hjá teimum eldru kvinnunum at reinsa skinnið. Tað var ikki óvanligt at síggja nógvar kvinnur ganga og tyggja. Tá skinnini vóru turkaði, skuldu tey seymast saman og tað skuldi eisini gerast á ein ávísan hátt. Dúnið vendi inn móti kroppinum, meðan  t.d. kópaskinn ella reindjóraskinn vendi út eftir. Í 50-inum góvust tey at nýta hetta plaggið. Gaz Zaa Lung seymar kamikkirnar við hond. Tá ið hon var barn bleiv sini­tráður úr náhvali nýttur at seyma við. Í dag er tað tanntráður, ið verður nýttur, tí náhvali fáa tey ikki hendur á longur. Í Canada hava tey eftirgjørdan sinu­tráð. Kamikkirnar blíva seymaðar á ein ávísan hátt, so at tær verða vatn­ tættar. Kvinnurnar nýttu reindjóraskinn til sína innaru kamikkir og kanturin ið kemur undan er ísbjarnaskinn. Tað kemst av tí, at ísbjarnaskinnini eru rættuliga sterk og broytir ikki sniðið á fóðrinum. Av tí at reindjóraskinn eru ógvuliga tung, so nýttu menninir haruskinn innan í teirra kamikkum. Teir vóru jú veiðumenn og runnu nógv, tí skuldu teir hava okkurt lætt á beinunum. Ísbjarnaskinn verður nýtt til buksurnar hjá monnunum. Eisini tí, at hetta er ógvuliga sterkt skinn og tað heldur í nógv ár. Nú á døgum verður lambaskinn nýtt til at fóðra kamikkir. Tað var ikki seyður uppi í Thule, men seyðahald er í Suðurgrønlandi. Gaz Zaa Lung heldur ikki, at smá børn nýttu kamikkir fyrr í tíðini, tí tey lógu í posa á bakinum á mammuni. Um summari vóru tey nokk nakin ella ikki í nógvum klæðum í posanum, tí hann er so heitur, tey høvdu møguliga eina húgvu á høvdinum fyri kulda. Omma Gaz Zaa Lung nýtti fiskaskræðu til barna­kamikkir. Tað ger man ikki meira. Tá ísbjarnaskinn skuldu garvast var tað ein longri prosess. Skinnini skuldu reinsast og spennast út. Til hetta endamál vóru rivjabeinini av kópi nýtt, tað var áðrenn tey byrjaðu at nýta trærammur. Og so út í kuldan við tí, tað skal vera rættuliga kalt, helst frost. So skal tað hanga úti í longri tíð, møguliga líka til tað byrjaði at vára. Tá blívur tað heilt hvítt. Hesi kritahvítu skinn blivu ofta nýtt til uttarukamikkir Eingin mjólk men hundar Maturin var sjálvsagt nógv annarleiðis enn hjá okkum. Gaz Zaa Lung kendi sum lítil genta einki til mjólk. Tað tey fingu at drekka var vatn. Men seinni fekst pulvurmjólk. Hetta fingu hennara yngru systkin frá byrjan av. Kanska var hetta orsøkin til, at tey blivu størri enn tey eldri systkini. Tey fluttu seinni til Qaanaaq, men pápin hevði ein dreym um at flyta aftur til upprunaligu heimbygdina, og tað gjørdu tey eisini eitt skifti. Hundar vóru ein týðandi partur av uppvøkstrinum. Eina ferð hevði pápin givið henni fimm hvølpar. Hann gjørdi henni tá eisini eina sletu, sum passaði í stødd júst til hesar hundar. Gaz Zaa Lung kom so at ganga í skúla í Qaanaaq. Tey lærdu danskt av donskum lærarum, sum ikki dugdu grønlendskt. Og sjálvt um aðrir lærarar dugdu grønlendskt, so dugdu teir ikki Thule eskimoiskt. Til Danmarkar Tá ið Gaz Zaa Lung gjørdist 14 ára gom­ ul var skipað fyri, at nakrir av teimum dugnaligastu næmingunum skuldu fara til Danmarkar at ganga í skúla. Gaz Zaa Lung fekk hetta í boði. Pápin segði nei, men hon vildi fara og soleiðis bleiv tað eisini. Hon kom til Ringsted, har hon búðu hjá danskari familju, og sum frá leið lærdi hon danskt til lítar. Gaz Zaa Lung  er partvíst uppvaksin við teirri gomlu mentanina sum trummu­dansi. Kristindómurin kom so seint til Norður­grønlands, at henda ment­anin er varðveitt.   Hetta er hennara ítriv nú, og hon lýsir fegin henda partin av mentanararvinum. Hon spælir eisini sjón­leik, vísir trummudans og  fortelur søgur. Á internetinum er funnin hesin stubb­in frá eini framførslu. Men den skikkelse, der autenti­ ficerer forestillingen, er den lillebitte, seje trommesanger Gaz Zaa Lung. Hun fortæller lange historier med grønlandske hvislelyde og smil­ende gnækken. Både myter og hver­dags­ beretninger simultantekstes på engelsk og lokalsproget, altså norsk. Men denne lille, langhårede kvinde har en stemme, der i sig selv rummer hele eventyret om den store ø, som så mange af os kun kender som en dragende, hvid dråbeplet på kortet.   Qaanaaq í dag Qaanaaq er partur av Avanersuup Kommunu, og er hetta norðasta náttúru­liga búseting í heiminum. Qaanaaq økið hevði um 850 íbúgvar, og av hesum búgva 650 í Qaanaaq. Hini búgva í fimm smáum bygdum, har veiða er vinnuvegurin. Men nú er kommunan løgd saman við býirnar sunnanfyri, so samlaða íbúgv­aratalið er um 18.000 fólk. Støddin á kommununi er heilar 660.000 fer­ kilometrar. Hetta er út ímóti 500 ferðir so nógv sum Føroyar. Veðurlagsbroytingarnar hava minkað um ísin, og hetta hevur gjørt tað møguligt at sigla til Qaanaaq størri part av árinum enn áður. Men hetta hevur givið veiðumonnum størri trupulleikar, tí nú er minni av ísi, har teir kunnu veiða kóp. Tað er ikki bara sum at siga tað at koma hagar sum turistur. Víst er flogvøllur í Qaanaaq, men tað er ógvuliga dýrt at koma hagar. Men her er hotell og fornminnissavn. Eisini er kirkja, sum er bygd í 1954. Men tað eru góðir møguleikar fyri ógloymandi útferðir. Hetta kunnu vera gongutúrir ella við báti ella hunda­ sletu. Men sum í Føroyum valdast alt veðrið. Ættin kom til Føroya Gaz Zaa Lung eigur tvær døtur. Tann eldra er Alika. Hon búði í Thuleøkinum, til hon var 10 ára gomul, tískil dugur hon bæði Thule eskimoiskt og grøn­ lendskt. Alika giftist fyri nøkrum árum síðani við Sigert Patursson. Sum navnið sigur, so er hann eisini av eini ævintýraraætt. Tey bæði eru bóndafólk á Vatnaskørðum í Hoyvík og eiga børnini Hanus, Páll Sverri og Maria Inaluk. Gaz Zaa Lung  hevur tíðliga í tíðini havt samband við Føroyar. Sum ung genta var hon á Ryslinge Højskole. Tá var har ein føroysk genta, Elsa, ættað av Velbastað, har hon eisini býr. Tær hava hitst nú fyrstu ferð í 41 ár. Í Føroyum hava øll samband við hvønn annan. Abbi Elsu, Poul Enok Hansen, var lærari hjá mær í Gøtu. Hann lærdi meg forrestin at skriva føroyskt. Tað var ógvuliga hugnaligt at hitta Gaz Zaa Lung og at fáa hennara stak áhugaverdu søgu. Vit halda okkum kanska vitað nógv um Grønland. Men søgan um Thule er ein heilt onnur enn tann vit vanliga hoyra um. Hetta var eisini eitt heilt annað samfelag. Tað eru heilir 500 km til nærmasta grannabý! Vónandi kann henda greinin bøta eitt sindur um okkara kunnleika um hetta fjarskotna stað, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við. Tað er tað heldur ikki verri, at vit hava ein part av hesi søgu millum okkum. olijacobsen@olivant.fo Brúðarmynd av Alika og Sigert Myndatakari Ole Wick Hanus, Páll Sverri og Maria Inaluk. Tey og mamman hava eina ættarsøgu, sum eingir aðrir føroyingar Komandi partur av siðsøgu kemur vegna høgtíðina tann 9. januar.