mánadagur 22. desember 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
14
blaðið
samrøða
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Profetur er ikki vanvirdur uttan á sín
um egna heimstaði, millum sítt egna
skyldfólk og í sínum egna húsi!
Soleiðis tók Jesus til, tá ið hann var
í fedrabygd síni. Sabbatin fór hann at
læra í sýnagoguni, har tey vóru sligin
av undran yvir vísdómin og kraftar
gerðirnar, og tey spurdu, um hetta ikki
var træsmiðurin, sonur Mariu, og um
ikki Jákup, Jóses, Judas og Símun vóru
brøður hansara, og um systrar hansara
ikki vóru her hjá teimum.
Hetta – at profetur er ikki vanvirdur
uttan á sínum egna heimstaði – er
vorðið orðatak. Eitt nú hevur tað verið
knýtt at bæði lærarum og prestum við
tilsipingini, at tað ikki er so heppið at
vera lærari ella prestur í sínum egna
heimstaði.
Hanus á Gørðum er klaksvíkingur
við stórum K, og síðani 1. august í
2008 hevur hann verið prestur í heim
staðnum ella, sum tað formelt eitur, í
Norðoya vestara prestagjaldi. Fyrstu
tíðina var hann avloysari, men 10.
januar í 2010 varð hann innsettur í
kallið sum sóknarpresturin, ið hevur
ábyrgd av kirkjubókini.
Hanus, sum er ættaður av Gørðum
í Klaksvík, og konan Mena, sum er
ættað uppi í Gørðum á Strondum,
búgva í prestagarðinum á Brekku.
Jákup Magnussen flutti inn í nýggja
prestagarðin í 1973, og har hava prestarnir
verið drúgvir, tí umframt Magnussen og
Hanus er Niels Pauli Danielsen einasti
presturin, sum hevur búð har.
Mena og Hanus eru nýmótans
prestahjún. Hon er sjúkrasystur og ar
beiðir í skiftandi vaktum sum heima
sjúkrasystur.
Hjá prestum eru jólini sum hjá
fótbóltsspælarunum í Onglandi. Tá er
styttri millum setningarnar á pallinum,
enn tað annars er. Seinnapartin leygar
dagin undan 4. sunnudegi í advent situr
prestur við skrivaraborðið og fyrireikar
seg. Hjúnini eru mest sum liðug at taka
upp eftir bindiklubba jólafrokostin, sum
kvøldið fyri var í prestagarðinum. Tvey
ára gamli Jósef spælir við bilar, og 4 ára
gamla Ester syngur Let it go umaftur
og umaftur.
Setningurin
Kennir tú hetta at vera arbeiði ella
kall?
– Hjá mær er eingin ivi. Tað gamla
var prestakall, og tá ið eg kenni meg at
vera í tí, sum eg frá smádreingi hava
longst eftir og kent meg kallaðan til, so
er talan um kall. Kallið er eisini lívsstílur.
Eg eri prestur allan sólarkringin runt og
allar dagar í vikuni, í vikuskiftunum og
í høgtíðunum. Vit hava sáttmálaásetta
frítíð. Tá plaga vit viðhvørt at fara út
á Strendur til verforeldrini at spenna
frá
Og hvat fæst tú við?
– Dagarnir eru fjøltáttaðir, og teir
líkjast ikki. Eitt eru kirkjuligu tæn
asturnar, sum eru fleiri nú, enn tær
hava verið. Millum annað tí vit skipa
fyri tí, sum vit nevna skrúvu guðs
tænastum og fríggjadagshugna. So
er tað alt hitt. Um ikki annað er á
skránni, so royni eg at skipa dagarnar
soleiðis, at heimavitjanir eru á skránni
fyrrapartarnar, og tíðliga seinnapartin
siti eg við skrivaraborðið.
Hvat gongur tað út uppá?
– At vera við til at bera sóknar
børnunum glaða boðskapin. Eg plagi
at nýta myndina um nýtestamentliga
túrin úr Jerusalem og til Emmaus. Hann
fylgdist við teimum, læt skriftirnar upp
fyri teimum og tók sær av honum, sum
ivaðist. Ynskið og tráðanin er at vera
við til hetta og at friðurin, sum eg eigi í
hjartanum, skal eisini lutast øðrum.
Hevur tú fokus á serligum bólk
um?
– Ynskið er at tæna øllum, sum búgva
her í sóknini. Men sjúkrahúsið liggur
frammarlaga. Eg havi gott samstarv við
starvsfólkini, og tey vita, at eg eri altíð
klárur, um sjúklingarnir bera ynski
fram um at tosa við prest ella um ynskið
stavar frá teimum næstu. Tey flestu
avvarðandi eru óroynd, tá ið sjúka
rakar og sorgin nívir, og eingin okkara
verður útlærdur í at siga lívinum hesu
megin farvæl. Eg kenni tað sum forrætt
at fáa høvi at vera við til at tosa við og
biðja fyri og við teimum, ið liggja lágt
og teimum, sum eru um tey. Tað ber
eisini við sær, at jarðarferðartænastan
verður nátúrligur partur av lívinum,
um tað ber til at siga tað soleiðis, og eg
raðfesti frammarlaga eftir jarðarferðina
aftur at vitja tey avvarðandi.
Nógv á skránni á jólum
Jólaaftan verður mikudagin. Tá ið guðs
tænastan í Christianskirkjuni verður
liðug, fara prestur og familjan norður
á Garðar at halda jólaaftan saman við
foreldrum hansara, Hildigunn og Helga
Simonsen.
Áðrenn tey sessast við borðið, er
dagurin væl bookaður:
– Fyrrapartin jólaaftan lesi eg altíð
jólaevangeliið í tveimum sambýlum her
í býnum. Klokkan 14 er jólaguðstænasta
á sjúkrahúsinum. Tá ið prestaloysi
er í grannalagnum, so hjálpast vit
at, og í ár skal eg hava guðstænastu
klokkan 16 í Gøtu, og so runda vit
av í Christianskirkjuni klokkan 17.
Jóladag eri eg yviri í Árnafirði og
heima í Kunoy, og 2. dag verði eg
saman við Jóannesi Purkhús, sum
fyri stuttum er liðugur við lesturin í
Aarhus, í Christianskirkjuni. Viðareiðis
prestur, Maria Jørdal Niclasen verður í
Christianskirkjuni jóladag, umframt at
hon um jólini fer at røkja starvið eystan
Múlan. Triðja jóladag skal eg víga trinni
hjún, og so er síðsti sunnudagurin í 2014
á skránni, sigur Hanus á Gørðum.
Tað verður roknað við presti upp
undir jól?
– Sum aðra staðni so hava vit guðs
tænastur fyri barnagørðum og skúlum.
Tað eru gleðiløtur. Nú 80 ára gomlu
Sigruna Juul Samuelsen her í Klaksvík
havi eg kent alla mín tíð. Hon hevur
gjørt fjøruti jóladekoraktiónir, sum eg
fái loyvi at bera teimum, sum hetta
síðsta árið hava mist og onkrum øðrum
eisini. Tað ræður um at føla seg fyri,
Hann heldur seg ikki vera serliga akademiskan, men aðalmálið er at
vera við til at luta gleðiboðskapin við øll, og serliga eru tað tey
sjúku og veiku, sum liggja 36 ára gamla klaksvíkinginum á hjarta
Hanus er
prestur millum
síni egnu
36 ára gamli Hanus á
Gørðum hevur verið prestur í
heimstaðnum síðani í 2008