mánadagur 22. desember 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
15
blaðið
men uttan undantak so fær prestur eftir
stutt prát høvi at biðja eina bøn.
Útbúgvin í Noregi
Hanus á Gørðum las til prest í Oslo – á
Det teologiske menighedsfakultet – har
hann var liðugur á sumri í 2007.
– Eg havi ongantíð hildið meg vera
serliga akademiskan, og skúlin hevur
ongantíð kenst lættur, hvørki í fólka
skúlanum ella á HF skeiðnum her í
Klaksvík ella í teologiska lestrinum.
Viljin var góður, tí eg visti, hvat eg
ætlaði mær, men tað var um reppið,
at eg gavst at lesa. Eg var fyrst hálvt
annað ár í Keypmannahavn, har eg
dumpaði og flutti heimaftur. Eftir at
hava verið vikarur á Viðareiði í eitt
ár hugsaði eg um at fara at læra til
lærara, tí mær dámdi væl í skúlanum
og at fáast við børn. Prestakallið var
alla tíðina har, og eftir at hava tosað við
Hans Eiler Hammer, sum tá var prestur
í Klaksvík, um at lesa í Noregi, gjørdi
eg av at flyta til Oslo. Krøvini um latín,
grikskt og hebraiskt og kirkjusøgu vóru
tey somu sum í Keypmannahavn, men
umstøðurnar vóru øðrvísi. Tað var stutt
millum lærarnar og studentarnar, og
lesturin var soleiðis samanskrúvaður,
at tað mest sum beinanvegin vóru
tænastur á sjúkrahúsum, og í fongslum
og kirkjum á skránni, greiðir Hanus á
Gørðum frá, og hann heldur fram:
– Donsku myndugleikarnir góðkendu
ikki kvalifikatiónirnar úr Noregi at vera
nóg dyggar. Hetta summarið í 2007
varð fólkakirkjan yvirtikin, og føroyski
landsmyndugleikin við Jógvani á
Lakjuni, sum var landsstýrismaður í
kirkjumálum, og kirkjumyndugleikin
við Hans Jacob Joensen, biskupi, góðtók
prógvið úr Noregi. Tó var neyðugt hjá
mær at skriva uppgávu bæði í Gamla og
Nýggja Testamenti á lærda háskúlanum
í Keypmannahavn. Saman við Símuni
P. Jacobsen varð eg prestvígdur í
Hvalba 12. august 2007, og sunnudagin
eftir varð eg innsettur í Vesturkirkjuni
í Havn. Í eitt ár var eg avloysari fyri
Berg D. Joensen í Suðurstreymoyar
vestara prestagjaldi, har eg arbeiddi
saman við Hera Joensen. Tá ið tað
skeiðið varð runnið, heitti Jógvan
Fríðriksson, bispur, á meg um at fara
til Klaksvíkar at avloysa, og síðani havi
eg verið her.
Heimstaðurin
Og hvussu riggar tað so at vera prestur
í heimstaðnum?
– Eg hevði ongantíð ætlað mær
at verða prestur í Klaksvík, tí eg helt,
at tað kanska ikki fór at rigga so væl.
Orðatakið, sum stavar av Jesusar munni,
sigur jú, at profetur er ikki vanvirdur
uttan á sínum egna heimstaði! Men tað
gekk, sum tað gjørdi, og eg havi kent
meg sera væl í heimstaðnum. Í eini 13-
14 ár var eg í skúlafrítíðunum avloysari
í Heygabúðini. Har lærdi eg kundarnar
at kenna, og tað er nú komið mær til
góða.
Í móðurlegg er ættin úr Køkinum á
Hædd og av Vágsheygnum hjá Hildu
og Karl á Høvdanum, og í faðirlegg er
ættin av Selheyggi – gamli Christian í
Grótinum var langabbi – og av Gørð
um, har abbin, Hanus, var sonur Giddu
og Jens Christian í Toft.
Eru klaksvíkingar óførir at ganga
í kirkju?
– Lívið er so nógv øðrvísi, enn tað
var inntil fyri ikki so langari tíð síðani.
Í Klaksvík er brøðrasamkoman størri,
enn hon kanska er nakra aðra staðni í
landinum. Eisini í míni egnu familju
eru tað samkomufólk, og har eigi eg
eisini góðar vinir. Missiónin er bæði í
Emmaus og KFUM&K og eisini í Soli
deo Gloria. Eg gekk í sunnudagsskúla í
Emmaus, og síðani ungdómsárini havi
eg kent meg heima í KFUM&K. Har
líkar mær framvegis væl. Børnini ganga
í sunnudagsskúla, og hjá presti kennist
tað sum framíhjárættur at møta upp og
ikki altíð at vera tann, sum tað verður
roknað við skal geva og fylla á.
Og kirkjugongdin?
– Tað er sjálvandi eitt sindur
misjavnt, men vit kunnu ikki klaga,
hóast talið ikki er tað, sum tað var
fyri hálvt hundrað árum síðani, tá ið
Christianskirkjan var nýggj, og mær er
sagt, at Jóhan Nielsen prædikaði fyri
fullari kirkju. Talið er vaksandi, og
royndirnar hjá presti eru, at tá ið hann
vitjar heima við hús, so sæst tað aftur
á talinum á teimum í kirkjuni.
Vit takka fyri okkum og biðja gleðilig
jól. Hanus vil tryggja sær, at tað sæst
aftur í greinini, hvussu stóran týdning
konan hevur í kallinum hjá honum:
– Lívið í prestagarðinum líkist tí hjá
flestu familjum við smáum børnum.
Her er ikki so nógv ferðsla, sum tað
plagdi at vera í prestagørðum. Skriv
stovan er í Christianskirkjuni, har
skrivstovufólk tekur sær av tí nógva,
og bilurin, telefonin, teldan og aðrir
samskiftis- og samferðslumøguleikar
bera við sær, at prestur oftast hevur
møguleika at avgreiða síni ørindi á
staðnum. Mena og eg standa saman
í hesum. Hetta er ein hjartasøk fyri
okkum, og tað hevði ikki gingið hjá
mær, um hon ikki stóð fult og heilt
saman við mær í trúnni og kallinum.
At tað eru nógvir fyrimunir at búgva og
virka í heimstaðnum er jólaaftan gott
dømi um. Mena hevur dagvakt, og sum
so mangan, so eru foreldur míni holl
og hent at heita á, tá ið so nógv er á
skránni, sigur Hanus á Gørðum, sum
ynskir øllum eini gleðilig jól.
Hanus á Gørðum í Christianskirkjuni fyrrapartin fríggjadagin, tá ið skúlabørnini vóru til jólaguðstænastu
Mynd: Eydbii myndir