Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 16 blaðið samrøða Annika Kunoy Im annikak@sosialurin.fo Almenna rúmið er fylt við religión. Mona Breckmann er 23 ára gomul og úr Havn. Hon hevur lokið prógv sum "fitness instruktør", og síðani hægri út­búgving sum "master trainer" í Australin Institute of Fitness. – Sum persónligur venjari verður ein noyddur at vera dámligur og fitt­ lig­ur, sigur Mona Breckmann, sum altíð ger sítt besta í tí, hon fer undir – hetta gjørdi hon sjálvsagt eisini, tá hon fór undir lesnað og fekk heiðurin sum besti næmingur í sínum árgangi, og tí bleiv kosin tað, tey kalla "Institute Cham­pion". – Hetta var eisini mítt mál, og eg legði tí alla mína orku í útbúgvingina, sig­ur hon. Altíð elskað ítrott Mona greiðir frá, at áhugin fyri fitness er sera stórur. Hon hevur altíð íðkað ítrótt og tráað eftir at flyta egin mørk, bæði kropsliga og sálarliga. Eftir at hava nátt øllum teim mál­un­ um, hon hevði sett sær innan fótbóltin, fekk hon ein knæskaða. – Eg valdi, at leggja gaggurnar á hill­ina og finna aðrar leiðir, ið kunnu gera meg glaða og flyta míni mørk á ein ann­an hátt. Fitness var so tað, ið fangaði mín áhuga. Tá eg sigi fitness, sipi eg ikki ein­ans til vektir og líknandi. Eg havi eina listarliga ásjón, tá tað kemur til fit­ ness. Kroppurin er fantastiskur, og tað ber til at gera nógv meira við hann, enn vit halda. Øvilsir kunnu skapast í tínum huga­heimi, tú setur tíni egnu mørk, og kropp­urin lagar seg eftir tær og tínum rørsl­um. Vit hava sjálvi valdið til at gera tað, vit vilja við kroppin, greiðir unga kvinnan frá. Frá ítrivi til yrkisleið Eftir loknan lestur hevði Mona fingið íblast­ur og var fús at koma í gongd. Í Før­oy­um var tó onki starv, sum var líkt tí, sum hon hevði lisið, so hon valdi at gera sína egnu fyritøku – Mona Fitness. – Eg visti, at tað var tørvur á per­són­ lig­ari venjing. So eg fór beint í gongd, og her eri eg so nú. Eg ætli mær heilt sikk­urt út um Føroyar. Eg havi størstan áhuga fyri fólki; teimum, ið standa føst, og teimum, ið hava ein dreym, men ikki tora at útinna hann. Tí fari eg at leggja stór­an dent á fyrilestrar næsta ár, bæði fyri ung og eldri, sigur Mona. Mona Fitness byrjaði við per­són­ lig­ari venjing, ið hevur til endamáls at hjálpa fólki at náa har síni kropsligu og sálarligu mál. Mona hevur bjóðað skeið­ir í átta vikur, sum hava gingið sera væl. – Tað týdningarmesta her er, hvussu fólk síggja skeiðið. Um tey síggja tað sum ein løtuvinning, har tey ætla sær at tapa 10 kilo uppá átta vikur og síðani liva sítt gamla lív, ella um tey veruliga vilja broyta sín lívsstíl. Tað einasta, eg kann gera, er at geva teimum ráð. Síðani er tað upp til tey at fylgja teimum. Tað er bara ein sjálvur, ið kann broyta seg og sín lívsstíl, sigur hon. – Sum nú er, er einki í Føroyum, ið líkist tí, ið eg geri. Eg trúgvi at næsta ár verða tað nakað fleiri persónligir venj­arar, av tí tey hava funnið útav, at tað bæði loysir seg, og eisini at tað er tørv­ur á tí í Føroyum. Tað hevði ver­ið fan­tastiskt við fleiri, av tí at ein per­són­ – Jantelógin er ein villingarsjón. Tað er nakað fólk bara halda er til og av tí sama liva eftir einari lygn. Sjálvandi kanst tú halda, at tú ert nakað, sigur Mona Breckmann, persónligur venjari ert tú nakað serligt sjálvandi Mona Breckmann er 23 ára gomul og úr Havn