Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 17 blaðið lig­ur venjari fær bara havt eitt av­mark­ að tal av kundum. So ein er ikki nokk. Tað týdningarmesta er, at tað verður gjørt av brennandi áhuga, legg­ur hon aft­urat. Tú ert meir enn tú heldur Mona lýsir seg sjálva sum eina mál­ rætt­aða kvinnu, sum nær tey mál hon set­ur sær. Í eldhuga, sum eyðkennir hana, hevur hon altíð sagt "alt ella einki!". Tað er júst av hesum hon hevur lært mest, sigur hon. Tó dámar henni ikki, at samfelagið hev­ur lagt jantelógina í tey flest okkara. – Jantelógin er ein villingarsjón. Tað er nakað, fólk bara halda er til og av tí sama liva eftir einari lygn. Sjálvandi kanst tú halda, at tú ert nakað! Tú hevur nakr­ar ótrúligar førleikar, ið eingin ann­ar hevur. Tú ert nakað serligt, eins og hvør einstaklingur. Ikki leggja í, hvat onn­ur siga um teg, sigur hon. Ráð frá Monu um kost og venjing á jólum 1: Roynið og haldið tykkum frá at eta ov nógv sukur. Tað er størsti fígg­ind­in, hóast nógv halda, tað er feitt. Kara­ mellurnar, kakurnar, sodavatn, bomm­ ini, og alt sum líkist. 2: Roynið og haldið tykkum frá ov nógv­um kulhydratum. Hetta er alt tað hvíta, so sum rís, eplir, pasta, breyð. Hvítt mjøl er ikki gott fyri kroppin, av tí tað gevur kroppinum lítla orku, og hev­ur ongar vitaminir. Tó eru eisini sunnar kolhydratir, so sum grønmeti, alt við nógvum fullkorni (full­kornsbreyð, fullkornspasta, brúnt rís) og bønir. 3: Ikki oveta. Á jólum hava vit altíð lyndi at fáa okkum ein ella báðar tveir tall­erkar afturat. Hugsa um støddina og mongdina á portióninum, tit fáa tykk­ um. Til ber at fáa sær ein minni tallerk enn vanligt. Ofta royna vit altíð at eta alt á tallerkinum, hóast vit eru mett. Um tallerkurin er minni, skuldi hesin trup­ul­leikin ikki verið til staðar. Mál: Tá vit seta okkum mál, er um­ ráð­andi at vit halda fokus, og hugsa um málið, sum um tað er okkara alt. Ann­ars er eingin meining at seta sær mál. Málið er jú har, soleiðis at vit náa tað. Um vit halda fokus og hugsa um okkara mál hvønn dag, fyrireika okk­ um til, hvat kundi verið ein "hóttan" á jólum, hvussu vit fara at handfara slík­ar støður og so framvegis, so átti mál­ið ikki at tikið skaða av jólunum. Minn­ist bert til, at tað eru ikki "jólini" í sær sjálvum, sum hava ábyrgd av at tú kemur á mál ella heldur tíni lyftir. Tað er bara tú, ið avger tað, sigur Mona 4: Minst til at røra teg! Nú hava flestu okk­ara frí, og tí átti tað at vera ein upp­ lagd­ur møguleiki at rørt seg. Helst um hug­urin at eta eitt sindur meira enn van­ligt er har. Tað er ikki bert týdningarmikið at røra seg, men eisini at síggja hvønn ágóða rørsla hevur. Vit hava fingið eitt hjarta, ið skapar ein puls. Pulsurin kann gera framstig, bara við at ganga nakrar ferð­ir um vikuna. Vit hava vøddar, ið bíða eftir at vera styrktir og flyta seg. Tá vøddar eru í gongd, fer blóðrenslið í gongd, pulsurin fer í gongd, lunguni fara í gongd. Ilt kemur til heilan. Heilin slepp­ur brádliga at anda aftur. Vit øll vita, at rørsla ger bara gott, og øllum tørva tað. Byrja spakuliga. Um tú ikki hev­ur gjørt nakað í fleiri ár, byrja við ein­um gongutúri. Hugsa um tíni mál, hvat tú ynskir tær at náa, og hvussu tú ynsk­ir at hava tað, sigur Mona. Mona um nýggjárslyfti og nýggj mál Tá vit seta okkum mál, er so umráðandi, at skriva sær málini niður, og at síggja tey fyri sær. Seta eina tíðarfreist, og síð­ ani gera sær eina mannagongd. Hev­ur tú gjørt hetta, hevur tú longu klár­að málið í høvdinum. Fylgir tú manna­ gongd­ini, har tú eisini hevur fyrireikað teg til, hvat kundi gingið galið, er eing­ in møguleiki at ikki klára sítt mál. Fyrireika teg uppá tær ferðirnar, tú fert at snáva, hvussu tú kemur upp aftur, og heldur áfram við mannagongdini, ið leið­ir til títt mál. Tað er bara tú, ið kann forða tær sjálvum og bara tú, ið kann náa tínum máli. "Hann, ið sigur hann kann, og hann, ið sigur, hann kann ikki – báð­ir hava rætt." Um eitt menniskja skal halda seg sunt í gerandisdegnum krevst, at vit hava skil á heilsuni. Tá tosi eg eisini ser­liga um kost. Sigarettir og rúsdrekka er sjálv­sagt nakað, ið ein átti at hildið seg frá, um tað ræður um at hava ein heilsu­góð­an lívsstíl. Venjingin er lívs­ neyð­ug, sum áður nevnt. Nú er nýggja árið á veg. Setið tykk­ um heilsugóð mál! Eg havi størstan áhuga fyri fólki; teimum, ið standa føst, og teimum, ið hava ein dreym, men ikki tora at útinna hann, sigur mona breckmann