mánadagur 22. desember 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
20
blaðið
Petur Martin Petersen
des. 2014
J
ólini vóru í nánd og øll vistu, at
okkurt forkunnugt mundi koma
upp á hillarnar í Piddasa handli,
nú høgtíðin nærkaðist – bæði til
matna niðri undir og ikki minst eisini
upp á kroppin og til dagdvølju uppi á
toystovuni, har alskins klædnapløgg
vóru at fáa fyri ikki at tala um leikutoy,
sum upp til høgtíðina mundi fylla at
kalla alla norðaru síðuna á hesum í
okkara barnaeygum stóra rúm, har ovari
endi var stúgvaður við undirklæðum til
bæði harrar og damur, ella sum Elkin
hjá Mallu so fínliga rópti fyri “lingeri”.
Hvat tað mundi vera, fortaldi hon
okkum ongantíð. Kanska visti hon tað
ikki sjálv; men tann fínligi tónin hon
segði tað í, fekk okkum í hvussu er at
skilja, at tað ikki var nakað fyri okkum
dreingir. Og so vóru eisini boltar við
meturvøru, har tú kundi keypa toy til
at seyma burturúr. Móti Ribarhúslofti
hingu klædningarnir frá Falbe Hansen.
Sølan av teimum mundi mest vera til
dreingir, sum skuldu konfirmerast, og
ungar fríggjarar, sum skuldu giftast.
Oman eftir móti skrivstovuni var fót
toyið. Svartaskógvar, gummiskógvar
og styvlar.
Klovstyvlar, oljudansar og sydvestar
vóru – sum eg minnist – altíð goymdir
inni á Ribarhúslofti, har mær altíð
dámdi at koma, tí her var ein heil verð
av gomlum tingum, sum komu í land
av sluppunum. Gamlar byrsur, kum
passir, radiotól, log, karbidlyktir v. m.,
og so vóru har eisini kassar og hillar
við gomlum pappírum og bókum. Alt
hetta var tílíkt, sum hoyrdi til skipini ella
handilin, sum var gamal og mundi vera
millum teir heilt stóru í landinum tá.
Móti ovara enda av loftinum –
heimast var spruttgoymslan. Her var
eitt rúm gjørt úr sverum hegni og
læst við einum góðum heingilási. Her
goymdi handilin spruttið, sum kom til
skipavøruavgreiðsluna, sum handilin
eisini umsat. Her mátti sprutt bert
útflýggjast til teir ymsu móttakararnar,
sum høvdu pappírini upp á vøruna í
ordan, og so vildu menn oftani hava
eina tóma havragrýnskartong at seta
kassan við spruttinum niðurí, soleiðis at
hvørki tey, sum ikki dámdu brennivín,
eins væl og tey, ið dámdu tað eitt sindur
ov væl, ikki skuldu vita av, hvat tey bóru
við sær út gjøgnum vestaru hurðina á
Ribarhúsi. Og hendan hurð – eins og
trappan úr handlinum upp á loftið –
mundi eisini vitað nógvar undarligar
søgur at siga frá.
Upp undir jólini komu eisini eskjur
við jólapynti, útklipsørkum við nissum
og glansbílætørkum og so leikutoyi,
sum øll børn ynsktu sær; men ikki áttu
pengar at keypa fyri. Minnist, at Elkin
einaferð vísti mær eina reyða vatnpistól,
sum okkurt var við, so at hon ikki kundi
seljast. Eg, sum javnan gekk mína leið
fram við Elkin’sa leikutoyshillum
á leið míni at vitja pápa mín, ið var
bókhaldari hjá Pidda – kundi ikki lata
vera við at spyrja Elkin, um eg ikki
kundi fá pistólina, tá ið hon allíkavæl
ikki kundi seljast. Jú, eg skuldi fáa hana,
um hon fekk ein koss afturfyri. Men
tað vildi eg ikki, tí eg var vaksin upp
í eini dreingjaverð, og rættir dreingir
mussaðu ikki fremmandar gentur. Men
Elkin fekk tó so við og við moyrkað
meg so mikið, at eg ein dag – 7-8 ára
gamal – gekk við upp á, at hon skuldi
fá ein koss frá mær, treytað av, at ongin
sá. Jú, tað gekk hon við til ...... og so
fekk hon koss sín, og eg pistólina, men
onkursvegna høvdu samráðingarnar
um hendan mín fyrsta koss til eina
fremmanda damu gingið so leingi fyri
seg, at allar krambagenturnar niðriundir
vóru komnar upp í loftstrappuna at
sneyta. Onkur vildi aftaná vera við, at
eg – við pistólini í hondini – við gráti
rødd skuldi siga, at eg ongantíð skuldi
kyssa eitt fremmant konufólk aftur ....
og eg helt orð ..... nokk so leingi.
Tá ið eg í dag gangi somu loftstrappur
sum hinaferð, eg fekk pistólina frá
Elkin, kann eg ikki lata vera við at
hugsa um hesa hending. Gamla trappan
eigur eisini aðrar søgur, sum rópa fram
stuttligar hendingar í hesum handli,
sum enn er í blóma og enn eigur eina
sál í hvørjari notu og hvørjari fjøl. Ja,
ein onnur søga er hendan:
Einaferð vildi Annika hjá Einkjuni
vísa hinum krambagentunum, at tað
bar til at ganga á hondum oman trapp
una. Jú, væl gongst í fyrstani; men so
blívur Annika bangin, og ikki vendist
aftur. Hini fáa heldur ikki hjálpt henni
fyri látri. Tá kemur Theodor út av skriv
stovuni í erva, at kanna eftir, hvat ið
er á vási. Komin út til trappuna í erva,
sær hann niður í gumpin á Anniku, tí
kittilin er gliðin oman yvir høvur henn
ara. Og Theodor, sum ikki var nakar
beinleiðis skemtingarsamur maður,
skuldi tá siga: “Nei, frøken Larsen, hetta
er næstan ov mikið av tí góða”.
Og láturin í neðra mundi ikki tagnað
aftur hjá krambagentunum, meðan tær
savnaðu kitlaknappar upp av gólvinum,
so hvørt teir skrædnaðu úr kitlinum
hjá Anniku, so hvørt teir komu í
móti trapputrinunum í hesi øvugtu
himnaferðini hjá frøken Larsen.
Og soleiðis var Annika hjá Einkjuni
eisini við til at geva gomlu loftstrappuni
Jól í Piddasa Handli
Bananir at Fáa
hja Pidda
Handilin og Ribarhús, sum hann sá út eftir umbyggingina í endanum á 1920-
unum. Opið er inn í Fiskakjallaran, har Kristian í Køk ráddi fyri borgum
Her fór Sámal Petur á Miðgerði (Gamli
Sámal Petur) at handla 4. jóladag 1887