mánadagur 22. desember 2014síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
21
blaðið
í handlinum sál, og hvørja fer okkurt
seinni var á vási við Anniku, bleiv sagt:
“Nei, frøken Larsen”.
N
iðri undir var sjálv krambúðin,
har abbi mín hevði byrjað sín
handilsskap 4. jóladag 1887
við so mongum sløgum av vørum á
hillunum, at fólk øtaðust. Onkur segði
seg at hava talt heili 20 sløg, Ja, nú stóð
verðin ikki leingi afturat. Hugmóð helt
onkur annar.
Men tað var tá, og nú var nú, og
eg var smádrongur mitt í seinastu øld.
Jólini vóru í hondum, og eg var 12 ára
gamal settur at ganga handilsfólkunum
til handa og at ganga ørindir. Mest
var at bera vøru av Ribarhúsi og út í
handilin, seta á hillarnar ella stoyta
í skuffur. Var tað hveiti ella rugur,
máttu boð fara efir Bakka-Pól, Pól í
Køk ella Obert, og so komu teir eftir
100 punds sekkunum, sum teir stoyttu
í stóru skuffurnar beint við Ølstovuna,
sum skotið undir loftstrappuni æt. Her
kundu krambakalurin, Bakka-Pól og
einar fýra fimm gentur – í mínari
fyrstu tíð - sum eg minnist – Annika
hjá Einkjuni, Judith hjá Elspu Malenu,
Vilborg hjá Lenu hjá Steingtim,
Ninnema hjá Skómakaranum og Ragna
hjá Jens hjá Lítla Liasi fáa sær eina lítla
pausu við einum drekkamunni í stravna
meldrinum millum krambahillarnar
og skivuna, har loðið var av fólki, nú
høgtíðin nærkaðist.
Niðan móti Gamla kontóri beint yvir
av petroleumspumpuni var skápið við
barberspritti og hárvatni. Í erva skáp,
sum kundu læsast og í neðra skuffur.
Hví skápini skuldu kunna læsast, visti
eg ikki tá; men seinni skilti eg, at
spritt og hárvatn var forboðin vøra til
summar menn. Serliga var tað einaferð,
at ein fremmandamaður kom og vildi
keypa luktilsi til konu sína og Obert,
sum goymdi skápslyklarnar, segði nei,
tí kona henda sama mann hevði ringt
og tikið lyfti av honum um ikki at selja
manni hennara nakað, sum bar brá av
luktilsi.
Maðurin bleiv firtin. Reyk í øðini
upp loftstrappurnar og inn á kontórið
í erva, har hann bað um viðtal við
stjóran, Theodor, at siga honum, at
tey høvdu ein ófólkaligan mann niðri
í handlinum, og at hann bara skuldi
geva stjóranum tey ráð at geva hesum
manni feriu tvær ferðir um árið – eitt
hálvt ár í senn. Og so fór hann av stað
aftur í somu øði, støðgaði á toystovuni,
har hann bað Elkin senda konu síni eitt
sindur av lingeri við postinum.
Mitt í handlinum stóð ein diskur við
størri og smærri skuffum til tær fínaru
kolinialvørurnar. Her vóru ymisk
kryddaríir, her vóru turkaðar fruktir og
te og kaffi og tilsetningur, sum tú bert
keypti av í smærri nøgdum, og her stóð
eisini skálvektin, har tú legði eitt lítið
lodd í aðra vektskálina, meðan vøran
bleiv løgd í hina. Eitt fjeringspund av
tei ella kaffi, eitt lodd av kanel o. s. fr.
Ótrúligt sum tey dugdu væl at gera
kræmarhús at lata vøruna í. Um vøran
vág í meira lagið til eitt kræmarhús, ja,
so vóru límaðir pappírsposar til hetta;
men ikki mátti oyðslast við gjørdu pos
unum. Á kolonialdiskinum stóð eisini
kassaapparatið. Hendan nýggja upp
finningin, har tú at kalla kundi vinda
peningin innar á ein pappírsstrimmil og
halda skil á hvørjum oyra, so hvørt tað
fór í skuffuna. Undir kassaapparatinum
var eplakassin við eini skeið av teinajarni
– átøk einum eyskari. Á einum stólpa
hingu teir størru pappírsposarnir – teir
smærru hvítir og teir størru brúnir og
nógv sterkari enn teir hvítu. Hesir vóru
ætlaðir til mjøl, sukur og eplir.
Minnist ein mann, sum til hvørji
jól keypti upp í tveir stórar brúnar
pappírsposar av sukri, og, tá ið
Bakka-Pól, sum oftast hevði við tær
tungu skuffurnar at gera, bilsin ella
listinlærdur spurdi, hvat hann skuldi
brúka alt sukrið til, fekk til svar, at
maðurin hevði funnið nakrar vetrar
rabarbur, sum skuld súltast til jóla.
Omaneftir var ostadiskurin, har
rundir danskir og hálendskir ostar lógu
við síðuna av påleggsmaskinuni – hetta
hondrikna vidundurtólið, sum kundi
skera bæði speig- og kálvapylsuna í
júst so tunnar skivar, sum tú vildi hava.
Undir hesum diski var Lurmærket
Smør, Vita Margarine og Oma Palmin.
Her gav onkuntí av á bíta, tá ið ein kona
kendi seg snýtta, tá ið hon sá Obert viga
sær eitt ræst ostastykki, sum var í so
holut, sum ræstir ostar jú kundu vera.
Tá ið Obert vardi seg við, at hon fekk
holini fyri onki, vildi konan ikki trúgva
honum, tí at tey høvdu jú eisini verið á
vektini. Um Obert trekti holini frá ella
ikki, sigur søgan onki um.
Omaneftir frá ostadiskinum vóru
smáamboð til húsarhaldið, bustir,
skrubbur, tvøgur og lappar og á norð
ara vegginum niðan fyri skivuna
porselensvørur og grýtur, pannir,
sáspónar og oysir, og í vestara enda
móti Ribarhúsi stóðu pakkar við sápu-
og vaskipulvuri, Persil, Valo og Sunlight
sápu og spønum og nøkrum pakkum av
Palmolive sápu, sum bert bleiv keypt av
nøkrum fáum til fínari brúk.
Yvir móti lágu Ribarhúshurðini vóru
hillar við ymsum fínari matvørum
og í neðra skuffur til ditto og so ein
húkaskuffa, sum vit keyptu okkum
seiðahúkar, teymasnøri og stáltráð úr
til seiðamurtatráur okkara.
Úti undir skivuni stóðu altið nakrar
ølfløskur, sum vóru góðar at hava við
hondina, tá ið enskir trolaramenn komu
á vitjan. Og tað var nokk so oftani. Teir
yvirtóku niðara enda á skivuni og stóðu
so har við hvør sínari øl. Sjálvt um teir
kundu vera nokk so mælskir, minnist eg
teir bara sum fittar menn, sum mangan
eisini sampakkaðu væl við nógvar
av teim eldru fuglfirðingunum, sum
eisini mangan høvdu verið við ensku
trolarunum. Ovari endi av skivuni
var altíð tøkur til viðskiftafólk. Gólvið
uttan fyri skivuna var úr betong, og her
fór Bakka-Pól ofta, tá ið dagurin var
liðugur við einum gatukusti og feiaði
gólvsópið, sum endað var á betongini út
gjøgnum hurðina. Var ein fløska hálvd,
ella menn høvdu verið ov dúgligir við
skráini, meðan teir prátaðu, ja, so vóru
býdrongirnir sendur yvir í Bedingina
eftir einum posa við saguspønum at
stroyða á gólvið, so lættari var at fáa
tað reint.
I
nni á Ribarhúsi valdaðu uttanbuda
menninir meira einsamallir. Her
tók Bakka-Pól ímóti vøru gjøgnum
vestaru hurðina, ella hurðina niðaneftir,
sum var í passaligari hædd til lastina
á bilunum hjá Vørðhamar, Jov, ella
Hjalmari. Her lá eisini siropstunnan, tú
altíð kundi keypa tær upp í eina krukku
av siruppi úr. Um veturin, tá ið kalt var,
rann siruppurin sera spakuliga, og tá
kundi tað henda, at onkur gloymdi, at
kranin stóð frá til at fylla ein krukku,
Frá vinstru: Obert hjá Judith, Bakka-Pól, Ninnema hjá Skómakaranum, Rigmor hjá Liasi á
Skipanesi, Vilborg hjá Lenu hjá Steingrím og Judith hjá Sjúrða í handlinum. Obert ger kassan upp
Frá vinstru Mourentsa hjá Hilmari, Erhardt Petersen, bókhaldari, og Dolli, roknskaparførari
Frá vinstru: Judith hjá Sjúrða, Vilborg hjá Steingrím, Judith hjá
Lutheriu og Ninnema hjá Skómakaranum í handlinum
Frá vinstru: Judith hjá Sjúrða, Judith hjá Lutheriu, Ninnema hjá Skómakaranum
og Ragna hjá Jens hjá Lítla Liasi í søguríku loftstrappuni
Framhald á næstu síðu