mánadagur 22. desember 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2014
22
blaðið
og so kundi flóta yvir. Onkuntíð var
heilt galið, og tá bleiv farið yvir í
Bedingina eftir saguspønum at taka
tað ringasta upp við, áðrenn Theodor
kom til arbeiðis.
Gjøgnum vestaru Ribarhúshurðina
fór vøran, sum skuldi koyrast út til ymsu
kundarnar. Her var tann modernaða
tíðin eisini komin framat í 1950’unum.
Ein og hvør handil við respekt fyri sær
sjálvum hevði eina býsúkklu. Á henni
kundi tú hava eina trivaliga pappeskju
framman og eina minni aftan, so nú
var lag á manni at koyra vøru út; men
upp undir høgtíðina kundi oftani vera
seint, áðrenn komið var til húsar um
kvøldið, tí pappeskjurnar vóru nógvar,
ið koyrast skuldu út.
Í
1950’unum kom eisini eitt annað
vidundur inn á Ribarhús. Hetta var
ein elrikin kjøtmaskina, sum kundi
mala alt slag av kjøti til tað fínasta
fars. Vanliga var tað danskt kvígukjøt,
ið malið var; men tað kom eisini fyri,
at ein kúgv úr bygdini bleiv slaktað og
seld til handilin. Tað var vist nokk eitt
slag av plikt hjá handlinum at taka sær
av hesum neytakjøti, sum bæði kundi
vera gott og ringt. Var tað ein feit
kvíga, sum slaktað varð, stóðst eingin
trupulleiki av hesum; men var tað hin
vegin ein gomul ússalig skrinda, ja, so
frættist tað eisini skjótt um bygdina, og
so kundu fólk aftra seg við at keypa, so
leingi, tey óraðu, at hendan skrindan
var í umfari. Tá plagdi Theodor at siga
við uttanbudamenninar, at skrindan
skuldi út á Ísvirkið til foredlingar. So
gekk ein tíð, og so kundi henda, at ein
feitur danskur kvígukroppur kom í
handilin, og so ordnaði Theodor, at nú
skuldi ein fjórðingur av danskari kvígu
malast saman við einum fjórðingi av
føroyskari skrindu, og tá íð spurt var,
hvat hetta vælafarsið, sum nú kom úr
kjøtmaskinuni var, skuldi bara svarast:
sorterað farskjøt, og tað var jú so satt,
sum tað var sagt. Var tað í dag høvdu
vit nokk selt skrinduna sum økologiskt
fyrsta floks kjøt, meðan feita danska
kvígan kanska hevði havt trupulleikar
í nálareyga matvørueftirlitsins.
Minnist einaferð, eg hevði verið
við býsúkkluni úti á Ísvirkinum eftir
einum neytafjórðingi, sum mundi viga
líka nógv, sum eg. Jú, tað gekk væl, til
eg skuldi støðga við Ribarhús, men har
rendi eg meg í eitt hol í vegnum, soleiðis
at súkklan við neytafjórðinginum á
bakkanum frammanfyri bóltað rút,
soleiðis at bæði neytafjórðingurin
og eg endaði í rununi á vegnum. Og
við eitt var bæði Theodor og Annika
hjá Einkjuni har. Neytafjórðingurin
dálkaður við sandi og runu, og eg við
eini skurslaðari nøs og pannu. Tá ið
Theodor fór at hava at mær fyri at hava
dálkað kjøtið, minnist eg, at tað bleiv
ovboðið hjá Anniku. Og hon var ikki
mjúk við Theodor. Um hann ikki sá, at
neytafjórðingurin var eitt deytt ting,
meðan drongurin bæði var livandi og
bløddi. Og so endaðu Annika og eg inni
á Ølstovuni, har hon reinsaði skamfílini
í andliti mínum og legði Hansa Plast
heftiplástur á, sum tá júst var komið
í skuffurnar undir sprittskápinum
hjá Oberti at liggja. Og tá ið eg hevði
fingið ein drekkamunn frá Anniku,
kom eg so við og við fyri meg aftur, og
verri bleiv ikki, at Theodor dagin eftir
blíður spurdi, hvussu eg hevði tað, og
neytafjórðingurin kundi væl brúkast,
tá ið hann hevði verið til viðgerðar á
kjøtborðinum hjá Bakka-Pól.
Áðrenn neytafjórðingarnir endaðu
í nevndu kjøtmaskinu, vórðu teir sag
aðir sundur á einum borði við vestaru
Ribarhúshurð. Hetta borð bleiv vaskað
og skrubbað hvønn dag, og gólvið undir
tí bleiv skravað við eini skovlu, so
reinførið mátti sigast at vera í hásæti og
undir støðugum eftirliti av kundunum,
sum oftani stóðu við borðið og søgdu
honum, ið sagaði, hvussu teirra kjøt
skuldi sagast, um tað nú skuldi brúkast
til eina steik ella okkurt annað. Við
síðuna av kjøtborðinum stóð skrellan,
har alt rusk úr handlinum fór í, og tá
ið handilin læt aftur, fór býdrongurin
oman á brúgvarendan og tømdi ruskið
á sjógv. Hugsi at tað bleiv ansað eitt
sindur eftir, at hetta bleiv gjørt á høgætt,
so ruskið, sum nógv fleyt omaná, rak
út eftir firðinum.
Ribarhús var annars fylt við teirri
goymslu av vørum, sum í smærri nøgd
um fyltu hillarnar í krambúðini. Við
heimara veggin fyrst eplir og leykur,
síðan øl og sodavatn, síðan mjøl og
hveiti til mannaføði og rugur og meis
og oljukøkur til kríatúrini og fenaðin.
Undir trappuni upp á Ribarhúsloft
stóðu margarineskjurnar við tveimum
tveinspennum uttanum, sum lagaliga
skuldu smoyggjast av, soleiðis at eskjan
ikki tók skaða, tí hon skuldi endurnýtast
av Thorshavn Mælkeforsyning og
Margarinefabrik. Undir loftsbjálkunum
hingu speigpylsurnar í ymsum støddum
og skapum, og síðan á miðjum gólvi
ílatið við grønsápu, krossfinerkassarnir
við Ceylon te og sverir posar við brend
um kaffibønum, sum malnar vóru úti í
handlinum í kaffimylluni við síðuna av
kassaapparatinum úti á miðdiskinum.
Í kjallaranum ráddi Kristian í Køk,
hesin edilingurin av einum manni,
sum bara tosaði væl við øll. Hann tók
í móti fiski frá útróðrabátunum, sum
avreiddu við brúnna niðanfyri. Fiskurin
bleiv tveittur upp á brúnna úr bátunum
og fingin í fiskakassar, sum bornir ella
trillaðir vórðu niðan á fiskavektina hjá
Kristiani, sum nágreiniliga ansaði eftir,
at viga rætt og føra avreiðingina inn í
ein avreiðingarblokk, sum hann hevði
á einum diski í einum lítlum kliva. Og
tað var javnan, at kundarnir, tá ið liðugt
var at keypa í Handlinum í erva, fóru
oman til Kristian at keypa sær ein ella
tveir fiskar at koyra í pottin. Annars
bleiv fiskurin flaktur og fingin í salt,
um nóg mikið var avreitt.
M
en framhaldandi – øll barna
árini vistu vit – tá ið bananir
vóru at fáa hjá Pidda, ja, so
vóru jólini í hondum, tí við síðuna
av bananunum vóru súreplakassar,
appelsinkassar og perueskjur, og so
kundu tveir smáir trækassar við fikum
og dadlum eisini vera har. Jú, vit – sum
gingu runt í hesum slaraffinlandinum
av góðgæti - merktu sanniliga at høg
tíðin var í hond, og ikki var sørt, at
onkur dadla ella fika smoygdu sær inn
í munnin, meðan vit gróvu tær leysar
úr kassunum at leggja í bakkar úti í
handlinum. Og enn í dag merki eg ein
smakk av jólum, tá ið eg fái eina fiku
ella dadlu í munnin.
Teir føra fisk í land av skipi til vrakingar og at arbeiða til klipfisk Niðri í Støð
Bakka-Pól fær sær kaffi á »Ølstovuni«
Frá vinstru: Vilborg hjá Lenu hjá Steingrími, Mourentsa hjá Hilmari, Ragna hjá
Jensi hjá Lítla Liasi, Rigmor hjá Liasi á Skipanesi og Judith hjá Sjúrða í Handlinum
Judith hjá Sjúrða og Vilborg hjá Lenu hjá Steingrími við skrelluni
Í dag er Piddasa Handil snøggur karmur um hugtakandi virksemi