mánadagur 29. desember 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fíggjarlógin er ein styrkiroynd
millum samgongu og andstøðu
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Løgtingið hevur júst samtykt
fíggjarlógina fyri 2015. Ein
fíggjarlóg er altíð samansett
av
nógvum
mótstríðandi
málsetningum. Millum mál
setningarnar kann eg nevna
hesar:
Fyri tað fyrsta hava vit
politiskar raðfestingar, sum
vísa hvørji mál, politikarar
vilja hava framd.
Síðani hava vit stýring
av búskapinum, har hildið
verður aftur í útreiðslunum,
tá tíðirnar eru góðar, meðan
trýst verður á spitaran tá
tíðirnar eru ringar. Og at
enda kann nevnast tann
fíggjarligi parturin - tað at
vit mugu ansa eftir talinum
á botnlinjuni.
Tað er ikki lætt at fáa allar
hesar og aðrar málsetningar
at sameinast. Serliga fyri
flokkar í samgongu kann
telvingin um fíggjarlógina
vera trupul, tí tá tú ert í sam
gongu, hevur tú ábyrgdina av
bæði tænastum, búskapi og
fíggjarstøðu. Í somáta hevur
andstøðan ein munandi lætt
ari leiklut, tí tað fær ongar
fylgjur, um tey lova velj
arunum nakrar øktar játt
anir, sum kortini ikki verða
samtyktar.
Undirskotið skal
burtur í 2016
Samgongan hevur sett sær
fyri, at undirskotið sum
hevur staðið á botnlinjuni
í nógv ár, skal vera burtur
í 2016. Búskaparliga sær út
til at ferð er komin á í sam
felagnum, so eisini tað gevur
eina greiða ábending um, at
rættast er at halda aftur við
útreiðslunum. Men so er tað
hin spurningurin: Hvussu
fáa vit 20 tinglimir í sam
gonguni at lata vera við at
krevja hægri játtanir í einum
valári?
Samanumtikið
má
eg
siga, at hetta hevur gingið
væl. Vit hava fingið eina
fíggjarlóg, har undirskotið
er komið niðurum 140 mió.
krónur,
samstundis
sum
økini almannamál, heilsumál
og útbúgvingar eru raðfest.
Hinvegin er spurningurin,
um játtanin til íløgur tey
næstu árini ikki er í hægra
lagið.
Tjóðveldi, Javnaðar
flokkurin og Fram
sókn ynsktu størri
útreiðslur
Tá
fíggjarlógin
kom
til
aðru viðgerð í løgtinginum,
høvdu andstøðuflokkarnir
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin
og Framsókn gjørt sítt egna
fíggjarlógaruppskot.
Ikki
óvæntað var teirra uppskot
merkt av, at krøvini til eina
andstøðu eru ikki tey somu,
sum tey eru til eina sam
gongu.
Útreiðslurnar øktust nógv,
men kortini var undirskotið
minni. Hetta komst av, at
andstøðan hevði sett eitt
hægri tal fyri tilfeingisgjald
á inntøkusíðuni, og eisini
høvdu tey rokna seg fram til,
at tá tey øktu útreiðslurnar,
so fóru tey at fáa ein part av
brúktu pengunum innaftur
í meirvirðisgjaldi. Tað kann
vera nakað um tað, men
hví høvdu tey so ikki eisini
roknað við, at aðrar inntøkur
fóru at minka orsaka av at tey
hækkaðu tilfeingisgjaldið?
Men tílík roknistykki bera jú
til at gera, tá tú ert í andstøðu.
Tað fær ongar fylgjur.
Loysingarflokkar vilja
hava blokkstuðul
Á einum øki vóru andstøðu
flokkarnir
ikki
samdir.
Hóast bæði Tjóðveldi, Javn
aðarflokkurin og Framsókn
hava verið samdir um at
mæla frá at prístalsviðgera
blokkstuðulin í hesum val
skeiðinum, so eru flokkar
nir ikki samdir um at lækka
upphæddina aftur. Javnaðar
flokkurin vil nú hava 641 mió.
krónur í blokkstuðli, meðan
Tjóðveldi og Framsókn vilja
hava 615 mió. krónur.
Tað kann undra, at serliga
Tjóðveldi og Framsókn vilja
hava so nógvan blokkstuðul,
men hinvegin so er ikki
ringt at síggja, hvørja ávirk
an tað hevði havt á teirra
fíggjarlógaruppskot,
um
blokkstuðulin
var
minni
ella var heilt burtur. Sam
svar má jú vera ímillum
politiskar raðfestingar, bú
skaparstýring og talið á
botnlinjuni, og tað ber ikki
til at raðfesta bæði fullveldi
og
vælferð
samstundis.
Sum andstøðuflokkar hava
tey tí valt at raðfesta fleiri
vælferðartænastur,
sum
verða fíggjaðar við blokk
stuðli, og tí hava tey verið
noydd at leggja fullveldis
dreymin á ís eina løtu. Men
um hesa tíðina næsta ár, tá
løgtingsval hevur verið, sita
hesir somu flokkarnir møgu
liga í eini nýggjari samgongu,
og tá er ikki óhugsandi at
raðfestingin verður heilt øðr
vísi. Eg dugi illa at ímynda
mær, at ein samgonga har
Tjóðveldi
og
Framsókn
eru við, kann blíva samd
um eina politiska kós, har
stórar og kostnaðarmiklar
yvirtøkur ikki standa ovast á
breddanum, og tí má okkurt
av hinum tingunum, sum tey
fíggjaðu við blokkstuðli í ár,
fáa lægri raðfesting.
Samgongan vann
Fíggjarlógin er ein styrki
roynd millum samgongu og
andstøðu, og tað eydnaðist
samgonguni at fáa øll tey 20
tingfólkini í samgonguni at
standa saman, hóast øll helst
kundu hugsað sær, at okkurt
var
øðrvísi.
Undirskotið
minkar, og almanna-, heilsu-
og útbúgvingarmál verða
raðfest. Um eitt ár hava vit
møguliga eina nýggja sam
gongu og heilt aðrar raðfest
ingar.
kjak
Aftursvar til Ólav Hátún um Húsahaga
Elfelagið SEV
Jákup Suni Lauritsen
nevndarformaður
Hákun Djurhuus
stjóri
Góði Ólavur Hátun
Tá ið SEV herfyri hátíðar
helt, at vindmyllurnar í
Húsahaga
vóru
settar
í
rakstur, tók ávíst orðaskifti
seg upp um ætlanina at
stovna partafeløg, sum skulu
eiga vindmyllulundirnar í
Neshaga og Húsahaga, og
møguligan ognarskap hjá P/F
Magn í partafelag, sum ætl
andi skal eiga og reka vind
myllulundina í Húsahaga.
Í hesum sambandi setur
tú – í Sosialinum 1. desemb
er 2014 – stjóra og nevnd
arformanni í SEV tríggjar
spurningar. Tú spyrt í fyrsta
spurningi: “Er tað so, at Magn
hevur søkt um hetta samband
við tykkum?” Og víðari spyrt
tú í spurningi 2: “Hevur SEV
fram um aðrar møguleikar í
landinum valt sær hesa fyri
tøku, har íslendingar hava
ræðisrættin, til at gerast
partur av okkara almenna
elmegiskervi? Um so er: Hvør
er grundgevingin?” Svarið
til hesar báðar spurningar
er, at Magn bað SEV um
samstarv, og at Magn kom
inn í myndina, eftir at SEV
uttan úrslit hevði havt sam
ráðingar við aðrar.
Vit skulu viðmerkja, at
spurningurin
um,
hvørt
partafeløg skulu stovnast
til vindmyllulundirnar, og
møguligan ognarskap hjá
Magn er ikki endaliga av
greiddur. Ætlanin er at av
greiða málið í samráð við
eigararnar í fyrru hálvu av
2015.
Í triðja spurningi spyrt tú:
“SEV er stovnur, sum hevur
alt landið aftan fyri seg. Er
nøkur orsøk til yvirhøvur at
sleppa privatum framat?”
Her er svarið: Tá havt verður í
huga, at SEV síðani fimtiárini
at kalla einsamalt hevur
framleitt elorku og ment
føroyska elkervið, so ber til
at siga, at eingin orsøk er at
lova øðrum framat, tí SEV
hevur megnað uppgávuna.
Hinvegin er interkommunala
elfelagið partur av galdandi
skipan, sum er ásett sambært
Elveitingarlógini, og har eru
samstarv, kapping og virkis
fýsni lyklaorð, og tað sýnist
at vera landspolitiski viljin.
Interkommunala
elfelagið
er partur av hesari skipan
saman við fleiri øðrum.
Málið um, hvørt SEV eigur
at samstarva við onnur,
hevur sín uppruna í broyttu
støðuni
á
elorkuøkinum,
eftir at Elveitingarlógin kom
í gildi í 2007. Í fyrru hálvu av
2010 sóknaðist Elveitingar
eftirlitið eftir áhugaðum at
verða undangóðkend at bjóða
upp á eina vindorkuætlan
í Neshaga ella aðrastaðni.
SEV og Elveitingareftirlitið
vóru frammanundan vorðin
samd um, at vitanin hjá
SEV í Neshaga skuldi býtast
millum øll, sum bjóðaðu í
fyrsta útboðnum, so at allir
partar kundu bjóða á sama
grundarlagi, og at kappingin
kundi fara rættvíst fram.
SEV hevur síðani fyrsta
útboðið (Neshagi) lagt ein
leist fyri dagin, har felagið
í byrjanarstøðinum hevur
verið opið fyri samstarvi
við onnur um elframleiðslu
burtur úr vindorku. SEV
hevur eisini ta fatan, at tað
í eini kappingarstøðu kann
vera truplari hjá Elveitingar
eftirlitinum at gera mismun
móti SEV, um SEV samstarvar
við onnur feløg.
Víst verður eisini til “Frá
greiðing um møgulig sam
størv innan vindorku millum
SEV og aðrar partar” og til
“Frágreiðing frá eykaaðal
fundi í SEV 28. november
2014”, har hesi viðurskifti
eisini eru umrødd. Hesar
frágreiðingar eru at finna á
www.sev.fo
Tórshavn, 19. desember 2014
SEV svarar Ólavi Hátún, sum herfyri setti elfelagnum spurningar
um vindmyllulundinaí Húsahaga