mánadagur 29. desember 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undir fýra eygum
bara av øllum hesum ting
unum, sum eg haldi vera
óhugnalig.
Ómøguligt at keða seg
Hóast hann er útbúgvin
filmleikstjóri, er Heiðrikur á
Heygum, sum flestum kunn
ugt, ein maður við nógvum
evnum. Hann verður mang
an spurdur, um hinar lista
greinarnar verða settar til
viks, tá hann ger film, men
soleiðis er ikki.
– Eg geri so nógv, og eg
skilji væl, at fólk eru eitt
sindur forvirraði. Hjá mær er
tað so, at eg fái eitt hugskot,
og so hugsi eg um hvussu
eg best klári at úttrykkja
tað. Onkuntíð er okkurt ov
lítið til at gera ein film so
er tað kanska ein sangur
ella ein tekning ella okkurt
annað, tað kemur an uppa
hvønn miðil hugskotið vil
út gjøgnum, soleiðis hugsi
eg tað.
Endaverkið frá Super16 er
væl móttikið, og Heiðrikur á
Heygum er longu í holt við
næstu verkætlanina. Hann
hevur altíð onkra verkætlan
koyrandi samstundis sum
hann gongur í skúla.
– Tað er soleiðis eg fung
eri, eg má altíð vera í gongd,
eg klári ikki at keða meg, so
verði eg púra snedigur! Í løt
uni eri eg í holt við egna fløgu.
So um man spyr um hvat
projekt, tú ert í holt við, so
sigur tú tað – fløgan? Altso
eg eri í holt við eina fløgu og
ein stuttfilm… sum eg vóni
kanska verður filmaður í
august her í Føroyum. Men
vit eru enn bara í byrjunar
stigunum, beint nú siti eg og
tosi við ein um handritið fyri
at vita hvør hevði kunnað
skrivað tað.
Heiðrikur um at
flyta til Íslands
Spurdur hví hann júst valdi
at flyta til Íslands, er svarið
hjá Heiðriki á Heygum, at
málið og mentanin minna
nógv um ta føroysku, og
hetta hevur stóran týdning í
listarliga arbeiðinum.
– Alt gott um Danmark,
eg passaði bara ikki inn. Mær
dámar væl listapallin í Ís
landi, øgiliga kreativ fólk og
eg føli meg heima har. Tað er
sum Føroyar, bara eitt sindur
størri.
Føroysk og íslendsk mál
og mentan eru lík, og Heiðr
ikur á Heygum heldur, at
munur á mentanum ger, at
føroyingar ofta hava trupult
við at fella til í Danmark.
– Eg búði niðri í seks ár, og
eg havi eingi donsk vinfólk,
og tað ljóðar ordiliga ræðu
ligt, og sum eg ikki royndi,
men tað er bara… vit eru so
øðrvísi. Tað er eisini tí, vit
hava Skarv og Øresundskol
legiet. Vit føroyingar hava
veruliga ringt við at inte
grera okkum í Danmark, og
tað sama við íslendingum.
UM Heiðrik á Heygum
Heiðrikur á Heygum er 31 ár og vaksin upp á
R.C. Effersøesgøtu í Havn. Í 2009 flutti hann til
Keypmannahavnar, og í 2011 fór hann undir at
lesa til filmleikstjóra á filmskúlanum Super16.
Í juli í ár varð hann liðugur við útbúgvingina í
Keypmannahavn og flutti síðani til Reykjavíkar at
ganga á listaháskúlanum í Íslandi, har hann lesur
“Film and Fine Arts” á Listaháskóli Íslands.
Stuttfilmar og videoløg
“Tár Torna” 2006 Heiðrik
“Mítt Rúm” 2009
“Waves – A Portrait of
Maria á Heygum”, 2010
“Sigarett” 2010
“Needle and a String”
2011 Heiðrik
“Aldan reyð” 2011 Orka
“A Hipstory” 2012
“Blonde” 2012 Heiðrik
“OMG” 2012 Heiðrik
“True Love” 2013 Eivør
“Nothing is Written in the
Stars”2013 Bloodgroup.
“Brace Myself” 2013
Sakaris
“Norðlýsið” 2013 Byrta
“Bolimia” 2013 Heiðrik
“Rain” 2014 Eivør
“Í tínum eygum” 2014
Byrta
“Skuld” 2014
Hvat kann frustrera teg ordiliga nógv?
Ekstremt. Eg blívi ordiliga frustreraður av tí, tí at eg síggi simpulthen
ikki hvat man fær burturúr av at vera sløvur. Eg kenni so nógv ekstremt
dugnalig fólk, sum ikki gera nakað. Tað frustrerar meg. Og øvundsjú-
ka, tí tað er nakað, sum eg ikki skilji sjálvur, tað liggur ikki í mær. Og
støvsúgvarir, eg hati støvsúgvarar!
Hvørjum filmum hyggur tú at fyri tíðina?
Eg hyggi at japanesiskum teknifilmum beint nú. Eg hyggi serliga at
teknifilmunum hjá Hayao Miyzaki, sum hevur gjørt “Spirited Away”.
– Alt gott um Danmark,
eg passaði bara ikki inn.
Mær dámar væl listapallin
í Íslandi, øgiliga kreativ
fólk og eg føli meg heima
har. Tað er sum Føroyar,
bara eitt sindur størri,
sigur Heiðrikur á Heygum
Myndir: Birgit á Heygum