Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Ruth Winther Poulsen Tað var ikki tilvitað, tá Heiðr­ ik­ur á Heygum fór í holt við films­listina, men kom heldur sum nakað náttúrligt. Í Før­ oy­um um aldamótið var ein­ asta upptøkutólið, sum sást, tað hjá SVF, men við Klipp­ fisk vórðu fleiri hurð­ar latn­ ar upp til tey films­áhug­aðu. – Tað var faktist tá Klipp­ fisk byrjaði í 2005-2006, at eg fekk møguleika at fáa eitt kam­era í hond­ina. Eg havi altíð ver­ið berg­tik­in av video­løg­um, tá eg var lítil. Eg minn­ist, at eg hugdi at video­løg­un­um hjá Bjørk. Fyri meg var tað ein op­in­ ber­ing, at mann kann blanda tað visuella og tónleik, og tað helt eg vera ordiliga spenn­ andi. Í ár eru tað umleið tíggju ár síðani Heiðrikur á Heyg­ um fór í holt við filmslist, og ser­liga seinastu árini hevur hann verið nógv frammi við stutt­filmum og videoløgum til eitt nú Byrta og Eivør Páls­dótt­ir. Fyrsti stuttfilmurin hjá Heiðr­iki á Heygum, Mítt rúm, var í 2009 sýndur í Norð­ur­ landa­húsinum. Nógv er hent á før­oyska filmlistapallinum síð­ani Mítt rúm, bæði hjá Heiðr­iki á Heygum og før­ oyska filmlistaheiminum. – Tá var tað tann einasti før­oyski stuttfilmurin, sum varð vístur tað kvøldið í Norð­ur­landa­húsinum. Og nú hava vit eina kapping og 10 film­ar. Tað er ótrúligt, uppá so stutta tíð er tað bara blást. Um mann hugsar um hvussu nógv er hent síðani 2009, so er spennandi at síggja hvar vit eru um nøkur ár. Innkeyp við Psycho í høvdinum Seinasti stuttfilmurin eft­ir Heiðriki á Heygum er Skuld, sum er endaverkið í leik­ stjóra útbúgvingini í film­ skúl­an­um Super16. Skuld er ein ræðufilmur og snýr seg um eina føroyska sjúkra­ syst­ur, sum arbeiðir á einari út­oyggj. Stuttfilmurin er væl móttikin í Føroyum, og tá virðislønir í desembur skuldu latast fyri besta før­ oyska stuttfilmin, fór Skuld við bæði Geytanum og áskoð­ara­virð­is­lønini. At gera ræðufilm er ikki bara sum at siga tað, og mark­ið millum ein góðan og vána­lig­an ræðufilm er hár­fínt. Hóast hetta fyri summi sá út sum eitt váða­ verk, buðu fleiri seg at vera við at gera filmin hjá Heiðr­ iki á Heygum. Millum dan­ ir­nar á filmskúlanum var sosialrealisman best um­ tókta greinin at viðgera. Sosi­al­real­ism­an viðgerð al­ skyns sosialar trupulleikar sum eitt nú misnýtslu ella tung­lyndi, men hetta fall ikki Heiðriki á Heygum nátt­ úr­ligt at arbeiða við. Hann metti seg hava arbeitt ríki­ ligt við sosialrealismu, og enda­verkið skuldi ikki vera enn ein ferð eftir somu grein. – Eg havi roynt at tillaga meg tí danska og roynt teirra styrki, men tað hevur aldr­in verið mín styrki. Tað interesserar meg ikki. Eg eri ikki áhugaður í veru­leik­an­ um, havi altíð verið áhug­að­ ur í tí ikki-veruliga, eg havi al­tíð verið til ævintýr. Øll hava altíð sagt við meg, at tað, sum eg geri er so myrkt, og at eg eri so myrkur, hóast tað ikki er nakað, eg fyrr havi hugs­að um. So nú hugsaði eg, at eg fari tað myrka allan veg­in. Og tí hugsaði eg, at enda­ligi filmurin skuldi vera ein ræðu­filmur. Tað krevur nógva fyri­ reik­ing at gera ein ræðufilm, tí sum Heiðrikur á Heygum sjálv­ur sigur, so er tað “knald eller fald”, tá tað kem­ur til ræðu­film­ar. Um­framt at hyggja at ræðu­film­um, gjørdi hann eisini eitt hefti við øllum tí, sum kundi gera hann bangn­an. – Í eitt hálvt ár havi eg hugt at tveimum ella trimum ræðu­filmum hvønn dag, og eg bleiv ordiliga snedigur av tí. Eg gekk runt og keypti inn við Psycho soundtrackinum í høvd­inum, so tað var ein eitt sind­ur hørð gongd. Og eg avgjørdi at finna øll tey vemmi­lig­astu tingini, sum eg eri bang­in fyri. Eg havi hugt at mynd­um og málningum og ljóð­um, sum eg hevði hild­ ið verið óhugnalig, og hetta varð alt koyrt í eitt hefti, og soleiðis varð leikritið gjørt. Fiskasamfelagið Føroyar í seks­tiárunum bleiv ramman um stuttfilmin; ein tíð, tá fólk livdu tætt við deyðan og fólk ikki vóru vorðin serliga til­vit­aði um umheimin. Serliga upp­stillaðar familjumyndir, har øll eru í føroyskum troyggj­um, helt Heiðrikur á Heyg­um vera ræðandi. – Tað er ikki eitt óhugna­ligt tíð­ar­skeið, men eitt spenn­andi. Tað var ein tíð, har man kundi vera fastur á eini oyggj í fleiri vikur uttan tele­ fon­sam­band. Eg helt tað var ein genial perioda. Hug­skot­ið til stuttfilmin kom Hvør er tín fyrimynd innan filmsheimin? Alfred Hitchcock, Stanley Kubrick, Ingmar Bergman, Kate Bush, Roy Orbison. Hatta eru fólk mær dámar ordiliga væl, tí tey hava gjørt nakað heilt nýtt, men annars havi eg ikki fyrimyndir sum so. Ætlar tú tær at búgva í FO í framtíðini? Ja, altso eg vil siga, at fyri meg og mítt yrki so er tað torført at búgva her. Filmbransjan er so lítil í Føroyum, og so er tað eisini lættari at fara á fundir og tosa við ymisk fólk, um eg búgvi onkra aðra staðni. Men sum eg havi víst nú, so eri eg allatíð í Føroyum til ymiskar uppgávur. Tað eru fimm ár síðani fyrsti stuttfilmurin hjá Heiðriki á Heygum varð sýndur í Norðurlandahúsinum. Í dag, nøkur ár og fleiri stuttfilmar síðani, er Heiðrikur á Heygum ein av føroya ídnastu filmleikstjórum og kann sigast at vera ein av ímyndunum av føroyska filmsheiminum. Klári ikki at keða meg – Í eitt hálvt ár havi eg hugt at tveimum ella trimum ræðu­filmum hvønn dag, og eg bleiv ordiliga snedigur av tí, sigur Heiðrikur á Heygum