mánadagur 29. desember 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Handilsvirkið Haraldsen 100 ár
Í ár er liðin ein øld, síðani handilsvirkið Haraldsen í Fuglafirði byrjaði.
Her skrivar Anni Haraldsen um søguna hjá Haraldsen
Anni Haraldsen
Tann 25. novembur 2014 vóru tað
100 ár síðani, at abbi okkara Jákup
Haraldsen byrjaði handilsvirkið
”Haraldsen” í Fuglafirði.
Jákup Haraldsen varð borðin
í heim í Elduvík 2. novembur 1891.
Hann var sonur Antines Haraldsen
og Suffíu (fødd Lamhauge) úr
Lamba.
Antines var keypmaður og
hevði handilsvirkið í Elduvík. Hann
keypti fisk frá útróðrabátum, flakti,
saltaði, vaskaði og turkaði hann.
Fiskarúgvan man hava roynst nak
að væl, tí Tjaldrið kom javnan norð
ur til Elduvíkar eftir fiski.
Í hesum umhvørvi vaks Jákup
upp. Tá var eingin felagsskapur,
sum tók sær av at selja fiskin, so
Antines mátti - sum mangir aðrir -
finna sín egna markna og keypara.
Hesi viðurskifti vóru sjálvsagt við
til at lata hurðar upp úteftir hjá
Jákupi.
Sum bert 22 ára gamal setti
Jákup sær fyri at seta nýtt handils
virki á stovn í Fuglafirði. Vit hava
ofta hoyrt søguna um, tá Antines
førdi abba til Fuglafjarðar við átta
mannafari, og fuglfirðingar komu
oman á Støð at taka ímóti hesum
fremmanda báti. Tá skuldi hin gamli
siga við fuglfirðingar: ”Her havi eg
ein ungan mann við mær. Hann
er so nasadjarvur at fara undir at
handla her í Fuglafirði. Ikki eigur
hann eitt oyra í lummanum, men eg
biði tykkum taka væl ímóti honum”
Og tað gjørdu fuglfirðingar eisini.
Í 1920 fekk Jákup sær handils
útbúgving á handilsskúla í Keyp
mannahavn og kom sum ungur at
stýra úthandlinum í Leirvík. Har
kom hann at kenna Annu, dóttir
Óla bónda Olsen og Kristinu.
Tann 26. novembur 1919 giftast
Jákup og Anna. Tey fingu 4 børn.
Selma vard fødd (1920), Kristian
(Bassi) (1923), Asta (1927) og Odd
fríður (1930)
Fyrsti handilin
Jákup bygdi krambúð og sethús
á Bugnum, og hann læt handilin
upp tann 25. novembur 1914. Tá
var hann 23 ára gamal. Húsini vóru
stór og prýðulig við fiskakjallara. Á
miðhæddini og á loftinum í heimara
enda vóru sethúsini, og í norðara
enda á miðhæddini var krambúðin
við goymslu á loftinum.
Knossið var nógv við vøruni,
sum kom við handilsskipunum.
Petroliumstunnurnar vórðu rull
aðar niðan og onnur vøra borin á
bakinum úr støðni og upp á kram
búðsloftið. Eitt nú sukursekkirnir
sum vigaðu 200 pund.
Fiskiskapurin var góður undir
Fyrra Verdaldarbardaga, og hand
ilin vaks. Í 1927 fluttu Jákup og
Anna í nýggj sethús innan fyri
Gjógvaraá. Handilin bleiv útbygdur
til skrivstovu og annað brúk.
Í fyrstuni flýddi Jákup sjálvur
vøru út, men seinni komu fólk at
arbeiða í handlinum og á skriv
stovuni. Í 1930 kom Pól Nolsøe
Olsen úr Leirvík (Leirvíks-Pól) á
skrivstovuna.
Í tí peningatrongu tíðini í 1930'un
um varð nógv keypt upp á borg, og
tað kravdi nógv skrivstovuarbeiði,
sum Pól tók sær av á besta hátt.
Eg havi mangan fingið at vita, at
abbi okkara hevði eitt stórt hjarta,
og at hann ofta hjálpti fólki, har
pengarnir vóru smáir og børnini
nógv. Seinni havi eg hoyrt, at babba
eisini hjálpti teimum, ið trongdu.
Bátar og skip
Stutt eftir at Jákup hevði latið
krambúðina upp í 1914, fekk hann
sær 6-mannafør til útróður, mest
til várróður á Norðhavinum, og í
1919 læt hann Terje Vigen byggja í
Havn.
Fiskurin var flaktur og saltaður í
krambúðarhjallarinum. Í 1920 keypti
Jákup sluppina Fame saman við
Hendrik á Bug. Í 1929 keypti hann
Boðastein, sum fram til 1939 royndi
við snøri til saltfisk og undir Ísland
vid toskagørnum. Um summarið
var hann í sildaveiðu. Um heystið
39 fór Boðasteinur sum onnur skip
at sigla á bretlandsmarknaðinum
við ísfiski.
Í 1936 keypti Jákup Solo Deo
Gloria til at flyta salt. Saltið kom
frá stórum flutningaskipum úr
Ibiza, sum lógu fyri akkeri úti á
firðinum.
Í 1937 keypti hann deksbátin
Vigilant, sum var á snørisveiðu
undir Íslandi.
Sama árið kom Kyrjasteinur (úr
Korsør) Tað var eitt stásiligt stolt
far og væl størri enn tær gomlu
sluppirnar. Kyrjasteinur fór undir
Ísland við torskagørnum og um
summarið á sildaveiðu. Undir 2.
verðaldarbardaga sigldi hann til
Onglands við ísfiski. Hann var seld
ur í 1961.
Í 1941 keypti Jákup motorbátin
Erhard.
Eftir
kríggið
komu
mangir
brúktir koltrolarar til landi, helst
úr Onglandi. Nógvir niðurslitnir
men summir sámuliga góðir. Í 1946
keypti Jákup ein av teimum frægu
brúktu trolarunum úr Fleetwood.
Hann fekk navnið Kross-steinur.
Hesir trolarar sigldu í nøkur ár,
men sum fráleið sást, at teir vóru ov
tungir í rakstri, og ein fyri og annar
eftir fóru teir undir hamaran.
Fiskaturking
Tá Jákup var farin undir at keypa
fisk, ráddi um at fáa umstøður
at turka hann eisini. Turkingin
kravdi pláss at breiða fiskin á.
Hann byrjaði so smátt at leggja
fiskastykkið niðan fyri gøtuna,
sum gekk av sandinum og norður
undir krambúðina. Men tørvurin
at turka fisk vaks og í 30'unum var
fiskastykkið komið heilt heim at
Kirkjá og hevði tá fulla stødd.
Í 1930 bygdi Jákup fiskahús niðan
fyri vegin undir krambúðini, og
kundu bátar leggja at húsunum við
og eftir farmi á flóð. Í kjallarinum
varð saltfiskur stakkaður og vask
aður og á miðhæddini klippfiskurin
arbeiddur. Í 1933 var ovasta hæddin
gjørd til fiskaturking við nýmótans
tólum við hita frá eimketli og gjóstri
frá hvirlu, ein motorur rak. Hesin
sami motorur rak eina dynamo,
sum gav ljós til alt fiskahúsið og
krambúðina. Hetta var fyrsta rav
magnsljós í bygdini.
Í 1936 varð flagtekjan tikin av
Jákup Haraldsen
Kristian Haraldsen, Bassi
Oddfríður Haraldsen
Krambúðin við flagtekju
100 ára minni
Ísvirkið