mánadagur 29. desember 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
krambúðini og heil hædd bygd
omaná.
Ísvirkið
Tá ið veraldarbardagurin brast á
í 1939, og føroyingar ikki høvdu
møguleika at selja fisk til tey
vanligu keyparalondini í Suður-
Europa, máttu aðrir vegir finnast.
Onglendingar vóru noyddir at
taka stóran part av fiskiflota sín
um til hernaðin, tí teimum mangl
aðu hernaðarskip. Matvørur komu
at tróta í Onglandi, helst fiskur,
og prísurin á honum fór munandi
upp. Her sóu føroyingar ein góð
an møguleika, og sjálvt um sigl
ingarleiðin var sera vandamikil,
byrjaðu teir at sigla við feskum,
ísaðum fiski til Onglands. Nógvur
ísur kravdist og fá vóru virkini, sum
framleiddu ís.
Í Eysturoynni var einki ísvirki, so
í 1940 stovnaði Jákup partafelagið
”Fuglafjardar Ísvirki”. Farið varð við
tað sama undir at byggja á helluni
uttan fyri Køvugjógv. Framleiðslan
var um 12 tons um døgnið, og virkið
var eftir tátíðar meti rættiliga fram
komið. Vatnið til framleiðsluna kom
úr Kelduni Vígdu.
Seinast í 50'unum var Ísvirkið
umlagt til flakavirkið.
Jákup Haraldsen stýrdi øllum
handilsvirkinum øll síni bestu ár,
so leingi heilsan var góð.
Men í 1942 fekk han heilabløðing
og noyddist at leggja frá sær. Hann
var bert 52 ára gamal. Tá kundi
hann hyggja aftur um bak og síggja
sítt lívsverk, sum hevði eydnast væl
og borið góðan ávøkst.
Tann 24. juni 1947 andaðist hann,
bert 57 ár. Hann hevði alt ov høgt
blóðtryst. Anna-omma andaðist í
1969.
Ringar tíðir
Eftir at Jákup var farin, var ein
trupul tíð fyri handilsvirkið. Bassi
hevði so at siga ongar royndir innan
handil, og Oddfríður var alt ov ungur
at taka yvir. Í 1946 varð virkið skipað
til Partafelsg P/F Jákup Haraldsen
Eftf. við ymiskum partaeigarum,
harímillum Bassa og Annu. Tey
næstu árini vóru peningarliga sera
trongd í Føroyum. Tann flotin av
brúktum trolarum, sum var komin
til landið, fór allur á húsagang, og
striltið gekk eisini hjá P/F Jákup
Haraldsen Eftf. Í 1950 vóru Anna
og Bassi einastu partaeigarar, og
Bassi sat sum ábyrgdarstjóri fyri
felagnum, sum var nógv viknað.
Í 1954 fór P/F Jákup Haraldsen á
húsagang, og Sjóvinnubankin keypti
ognirnar. Anna leigaði Kyrjastein og
Boðastein frá bankanum til sild og
saltfisk.
Á heysti 1955 stovnaðu Bassi,
Anna og Oddfríður íognarfelagið
”Firma Haraldsen”, sum keypti
krambúðina og turkihúsið á Bug
num frá bankanum.
Bassi og Oddfríður vóru nú sam
an um leiðsluna av ”Firma Harald
sen”. ”Fuglafjarðar Ísvirki” var undir
somu leiðslu.
Í 1969 varð farið undir at byggja
nýggja krambúð á Karvatoftum, og
hon varð latin upp tann 10. decemb
ur 1970.
Í 1969 andaðist Bassi brádliga,
bert 46 ára gamal. Oddfríður tók við
leiðsluni av handilsvirkinum, sum í
1969 var skipað sum P/F Haraldsen
vid Halldóru, Astu og Oddfríð sum
partaeigarar. Oddfríður varð settur
sum stjóri, meðan Halldóra, sum var
kona Bassa, slegtað úr Norðagøtu,
hevði tað dagligu leiðsluna av
krambúðini. Oddfríður tók sær av
Ísvirkinum. Her arbeiddi hann til
virkið stongdi í 92.
Babba var ein persónur við
serligum eginskapum. Hann var
ein stjóri, ein leigari, men eisini
ein sera sosialur maður í bygdini.
Man ikki eisini hann ofta hevur
verið ein góð hjálp hjá skúlanum?
Mangir dreingir, sum ikki trívdust
í skúlanum og gjørdu ónáðir, komu
út á Ísvirkið at arbeiða. Babba tók
ímóti hesum dreingjum, sum vóru
teir menn og setti teir í arbeiði. Eg
havi ongantíð hoyrt um, at hann
hevði trupuleikar við teimum.
Familjan
Øll familian var meira ella minni
involverað í handilsvirkinum hesa
tíðina. Dánjal Magnussen, sakførari,
maður Astu, sat sum nevndarfor
maður líka til hann legði árarnar
inn. Mamma okkara starvaðist í
einum tíðarskeiði á skrivistovuni.
Hon hevði við bókhaldi hjá Ólavi
Halga at gera. Seinni starvaðist hon
eisini í handlinum í eina tíð. Selma-
fastur búði í Skotlandi, so hon hevði
av góðun grundum ikki so nógv við
handilsvirkið at gera.
Eg eri fødd í 1961 og uppvaksin
í hesi – fyri handilsvirkið – truplu
tí. Men sum børn merktu vit ikki
nakað til tað. Vit livdu í okkara
barnaverð langt uppi í haganum,
og mamma var jú har. Men av og
á leitaði eg mær oman í ”Gamla
Handil”. Vit kenna tíðanverri ikki
til, at nøkur mynd nakrantíð er
tikin av krambúðini innan. Men
eg síggi hana so týðiliga fyri mær.
Tann stóra skivan, hvar starvs
fólkið flýddu vørir út. Tann serligi
roykur í krambúðini, mest av kaffi.
Best dámdi mær at spæla í teim
um stóru skuffunum við korni,
mjøli og sukri. Eg bygdi fjøll. Ein
durður var inn á toystovuna við
vøkrum klædnavørum og øðrum
áhugaverdum pryðiligum tingum.
Skrivstovan hjá ommubeiggja inn
til vinstru. Har var skrivimaskinan
og roknimaskinan serliga stuttlig at
spæla við. Uppi á loftinum eitt stórt
og óhugnaligt rúm við oljuklæðum
og gummistivlum. Har var ikki so
unnuligt at verða, og í kjallarinum
hekk kjøtið. Jú, lívið var spennandi
í ”Gamla Handli” Eitt ævintýraland
fyri eina smágentu.
Tá eg bleiv eldri dámdi mær væl
at hjálpa Talu í køkinum í ”Nýggja
Handli”. Bjørg-systi arbeiddi nógv
í handlinum, væl munandi meira
enn eg.
Eg kom eisini nógv út á Ísvirki,
tí har skuldi eg arbeida hvørja
summarferiu. Babba toldi ikki, at
vit einki gjørdu. Men eg treivst
ongantíð í fiskaarbeiðinum. Heidi-
systi harafturmóti hevur frá barni
av verið sera bergtikin av øllum
tí, sum hevur við fisk og fiskiskap
at gera. Hon er tann einasta, sum
arbeiðir innan fiskivinnuna í dag.
Mær hevur altíd dámt at farið
norður til Elduvíkar at vitja Dunga-
húsini, barnaheim Jákups. Í dag eiga
Erik og Finnur Haraldsen húsini,og
verða tey hildin í sera góðum standi.
Teir eru synir Kristian Haraldsen -
beiggja Jákup. Í Elduvík er gott at
vera. Har er friður. Tú fert aftur í
tíðina og har hoyrir tú ættina undir
lonuni.
Eg eri sera takksom fyri at vera
ein eftirkomari av Haraldsen og
kunna føla ein stóran stoltleika
yvir tað, abbi okkara og seinni pápi
okkara hava gjørt fyri Fuglafjørð.
Tað eru menn, sum hava skapað
nakað og verið framskygdir. Skapað
eitt vinnulív í bygdini, sum mangur
fuglfirðingur hevur fingið stóra
gleði av.
Kreppan
Síðst í 80'unum vóru góðar tíðir í
Føroyum. Fiskurin floymdi – so at
siga – inn yvir landið, og flakavirkini
arbeiddu alt samdøgnið. Somuleiðis
eisini á Ísvirkinum. Har komu ung
fólk úr øðrum norðanlondum at
arbeiða fisk, tí tørvurin á arbeiðs
fólki var so stórur. Skip vórðu bygd
sum ongantíð áður og stór lán
tikin. Á Føroya landi var ein rús
ur av yvirflóð. Men bráðliga kom
steðgur í. Fiskurin fór aðrar leiðir
og flakavirkini stóðu tóm. Øll tey
stásuligu, nýliga bygdu skipini
fóru á húsagang. Landið hekk uppá
størsta partin av lánunum, og skip
ini vórðu seld fyri lítið og einki.
Ein nevnd vard niðursett og
yvirtók hon næstan øll flakavirkini
– eisini Ísvirkið. Hetta var í 92. Eg
minnist væl, tá babba ein dagin
skuldi út á Ísvirkið, og hann ikki
kundi koma inn, tí lykilin ikki
passaði. Tað var ein torfør tíð, og
nógv fólk komu í neyð. Mong blivu
arbeiðsleys, og mong vóru tey, sum
fluttu av landinum.
Summi flakavirkir lótu upp
aftur, men Ísvirkið kom ongantíð
aftur í brúk sum flakavirki. Í nógv
ár stóð tað so at siga tómt og fall
meira og meira saman. Eitt syrgiligt
úrslit av einum langum og góðum
arbeiðislívi. Ísvirkið var babbasa lív.
Nú er tað so niðurtikið. Nú eru bert
minnini eftir.
Nýggjar kreftir
Í 1994 kom Bassi, sonur Guðrið
(dóttir Halldóru og Bassa) og
Brynjálv, til Fuglafjarðar at arbeiða
í handlinum. Hann hevði gingið
á handilsskúla og vísti áhuga fyri
at fara handilsvegin. Babba hevði
nokk biðið hann um at koma
norður, og hann var glaður, tá Bassi
kom. Babba var blivin sjúkur og
vildi gjarna kunna leggja frá sær,
væl vitandi, at ein var til at taka
yvir. Tíðirnar á handilsøkinum vóru
ikki tær bestu, men Bassi sá møgu
leikar og fór skjótt undir at broyta
”strukturin” í handlinum.
Bassi keypti handilin í 1999, og
P/F Haraldsen bleiv nú til ”Harald
sen”. Bassi hevur verið ein sera
virkin maður líka síðani. Í 2006
keypti hann ”Vár” kioskirnar, sum
vórðu seldar aftur í 2013. Hann
keypti ”Pidda” á Toftun í 2006
og í 2007 ”Vistir” á Kambsdali til
goymslu. Síðani hevur Bassi grund
lagt tveir ”Á” handlar, tann eini á
Glyvrum í 2013 og hin í Vestmanna
í 2014. Handlarnir eru sera dámiligir
at koma inn í, og eg havi hoyrt at
bygdafólkið har eru glað fyri teir.
Tað er stuttligt hjá okkum í
familjuni at síggja, hvussu væl tað
gongst Bassa, og at hansara ágrýtni
og engagement gevur góðan ávøkst.
Tað er gott at vita, at handilsvirkið
Haraldsen enn er virkið. Brynjálvur
arbeiðir saman við soninum í firm
anum, og feðgarnir báðir eru av ídn
astu monnum.
Í dag er Bassi giftur við Bertu
Lambaa, ættað úr Fuglafirði, og tey
eiga trý børn.
Tá eg var smágenta, søgdu fólk at
tey fóru ”til Bassa” at keypa, tá tey
skuldu til handils. So fóru tey ”Til
Haraldsen” men nú, nógv ár seinni,
siga fuglfirðingar aftur, at tey fara
”til Bassa” at keypa.
Í 1995 fekk babba krabbamein,
og var hann tá bert 64 ára gamal.
Í februar 1998 andadist hann.
Hann var tá so sjúkur, at hann
ikki náddi at uppliva, at tíðirnar
hjá P/F Haraldsen høvdu vent sær
til tað betra, og at nú var ljós fyri
framman. Tað var eg sera hørm um,
tí babba var mangan harmur um
støðuna hjá firmanum. Men munnu
tey farnu ikki øll sita og eygleiða
gongdina hjá eftirkomarunum her
á jørð og gleðast um tað tey síggja?
100 ára minni
Kyrjasteinur á sild
Fiskaturking. Tey stakka
Sethúsini frá 1927
Kristian Sune Harald
sen, róptur Bassi, stjóri í
handilsvirkinum Haraldsen